Leygardagin verður síðsta umfar í 2009 kappingarárinum. Men longu nú er tað greitt, at HB hevur vunnið FM heitið. Tað tryggjaði HB sær í dag, tá ið sigursvanda havnarfelagið vann 4-2 ímóti KÍ.
Úrslitið í dag hevur við sær, at KÍ næsta kappingarár ikki fer at verða umboðað í bestu deildini. Hetta er fyrsta ferðin nakrantíð, at KÍ ikki verður partur av bestu deildini.
- Teir, sum liggja ovast, tá ið kappingin er liðug, eru uppibornir meistarar, helt Rasmus Nolsøe fyri í samrøðu við Rás2, tá ið Eiler Rasmussen hevði bríkslað fyri síðstu ferð.
- Vit hava arbeitt hart fyri hesum. Tað er hugaligt at vinna FM. Eitt umfar er eftir, og vit ætla okkum avgjørt at gera arbeiðið liðugt leygardagin í 27. umfari, segði HB liðformaðurin Fróði Benjaminsen.
Hetta er 20. ferðin, at HB vinnur FM heitið. Fyrsta ferðin var í 1955 og síðani í 1960. Í seksti árunum vunnu teir í 1963, 1964 og 1965, og síðani hevur gingið skjótt, eftir at HB 29. august í 1971 vann sætta FM heitið við 2-1 sigri á KÍ í Klaksvík.