Fótbóltur Tað var intensivitetur og dramatikkur og undirhald fyri allar pengarnar, tá ið 99 ára føðingardagsbarnið úr Klaksvík við stórum og í 1. hálvleiki mælskum fylgi vitjaði á Svangaskarði, har heimaliðið [...] brotssparkið, sum hann ætlaði sær, og tað eydnaðist. Eyðun fór um koll stutt innanfyri brotsteigarmarkið, dómarin bríkslaði, og Jan Andreasen sendi málverjan í annað borðið og bóltin dygst inn við stólparótini [...] skiftust um at fara fram við í álop, og B68 yvirtakið á miðvøllinum gjørdist alt størri. Fróði Benjaminsen og Jann Ingi Petersen fingu eisini hjálp frá Boga Petersen og Øssuri Hansen. KÍ var sera álopssinnað
kirkjuni jólaaftan, og síðani samlast tey øll í eini kirkju. ? Har er eitt rúm til børnini, og har plagi eg at vera og hjálpa til. Vit syngja og spæla, og lata onkrar gávur upp. Eisini plaga eg og onnur at ganga [...] tá tað er gler, er tað ógvuliga hált, og eisini eri eg dottin. Kristna familju Holly kom til Føroya í juni í ár. Hon býr í Fuglafirði hjá Sonna og Tórun Jensen, og har skal hon verða til juni komandi ár [...] tveir vertsbeiggjar og eina vertssystir. Ikki dugir Holly nógv av føroyskum enn, men sambært Tórun megna Holly og yngsti beiggin, ið er fýra ára gamal, ógvuliga væl at samskifta, og sannlíkindini fyri,
triðja borði. Eyðun Nolsøe og Heini Danielsen leiktu javnt , meðan Terji Petersen tapti uppá tíð á sætta borði. Sjeynda og áttinda borði mannaðu undirritaði og Finnbjørn Vang, og hesir vunnu ruddiliga. Talvið [...] lag og Sandavágs Talvfelag. Dysturin endaði heldur óvæntað 2-2. Torkil leikti væl á fyrsta borði ímóti Herlufi Hansen. Hann fekk lítlan fyrimun við hvíta fólkinum og vann trygt. Suni Merkistein og Bernhard [...] ímóti Finnbjørn Zachariassen og vann eitt heldur langt talv. Øgiligt rok varð í talvinum á triðja borði ímillum Sámal Christiansen og John Jacobsen. John ognaði sær kvalitet og átti at vinna, men tíðarneyðin
bátleysir, og okkurt mátti gerast. Heitt varð á tingið um annaðhvørt at veita studning, lán ella veðhald til at keypa bátar fyri teir, sum teir høvdu mist. Tað vóru 8- og 10, mest 10-mannafør, og kostaðu [...] stóðu og stýrdu. Axel minnist, at hann tók hendurnar um eina av hesum jarnstúttunum. Hann bleiv hangandi, men hann fleyt í sjónum og var slongdur aftur og fram. Afturi á dekkinum var sama skil, og tríggir [...] ræði á góðum, rúmligum bátum við motori, og um teir kundu skaffa skúrar til goymslu og at búgva í. Ætlanin var at leiga tvey skip at fara til Grønlands við fólki og útgerð. Tað gekk tó ikki so væl at fáa
skúlanum og útbúgvingunum. - Mann hevur longu gjørt ymiskt fyri at hækka støðið, og hesum ætli eg mær so avgjørt at halda áfram við. Nógvir av lærarunum hava førleika til at lyfta støðið, og eg meti tað [...] sigur Vilhjálmur Gregoriussen og leggur afturat: - Við ymsum broytingum, tillagingum í útbúgvingunum og samstarvi við aðrar hægri lærustovnar kunnu vit menna samfelagið, vinnuna og eisini varðveita fólk her [...] netverki og persónligum eginleikum metir nýggi stjórin seg vera føran fyri at taka ímóti teimum avbjóðingunum, sum standa fyri framman. - Fyri meg er tað umráðandi, at umstøðurnar hjá næmingum og lærarum
Ábrahami og avkomi hansara; ikki stendur „avkomum“, sum um nógvar, men sum um ein: „Og avkomi tínum“ – og tað er Kristus. Hetta vísir heilt aftur til 1. Mós. 12,3: Eg skal signa tey, ið signa teg, og tann [...] er til, ikki fyri hin rættvísa, men fyri lógleys og sjálvráðin, gudleys og syndarar, vanheiløg og óandalig, fyri slík, sum nýta yvirgang móti faðir og móður, fyri manndráparar, siðloysingar, tey, sum synda [...] seinni við Mósesi, og var bert ein liður í frelsuætlan Guds, hon vísir ómetaligu høgu krøv hins hægsta og rekur okkum til Kristus, sum er einasti vegur til frelsu. Lógin kann ongan frelsa, og tey, sum hoyra
Ábrahami og avkomi hansara; ikki stendur „avkomum“, sum um nógvar, men sum um ein: „Og avkomi tínum“ – og tað er Kristus. Hetta vísir heilt aftur til 1. Mós. 12,3: Eg skal signa tey, ið signa teg, og tann [...] er til, ikki fyri hin rættvísa, men fyri lógleys og sjálvráðin, gudleys og syndarar, vanheiløg og óandalig, fyri slík, sum nýta yvirgang móti faðir og móður, fyri manndráparar, siðloysingar, tey, sum synda [...] seinni við Mósesi, og var bert ein liður í frelsuætlan Guds, hon vísir ómetaligu høgu krøv hins hægsta og rekur okkum til Kristus, sum er einasti vegur til frelsu. Lógin kann ongan frelsa, og tey, sum hoyra
unum er ein 89 ára gomul kona, og luttekur hendan í morgunfimleikinum á hvørjum morgni. Eftir morgunfimleikin er morgunmatur á skránni, síðani lestur og morgunsangur, og eftir hetta verður byrjað við tí [...] hevur á skránni. Og er hendan sera spennandi og fjølbroytt fyri pensionistarnar. Á skránni eru m.a. vitjanir til ymsik áhugaverd støð í Havnini, handaligt arbeiði, fyrilestar, drama og veitsla. Løgmaður [...] vakst dungin av kertum heilt væl. Pensionistarnir vóru ógvuliga blíðir og fyrikomandi, og spurdu teir úr hvørji bygd blaðmaðurin kom og hvaðani hann var ættaður. Hesum royndi hann at greiða frá sum frægast
sigur nógv í fáum strokum.Og so kann onkur yppa øksl og seta knyklar í brýr og siga, at Óli P. er eitt sindur bersøgin í sínum tekningum og fer ov illa við tjóðveldismonnunum og fulveldishugsjónini, men [...] eygleiðarin og listamaðurin. Vit eru áskoðaranir og fylgja við. Ungdómurin úti bygd og onnur við, sum vóru um ólukkudýrið, tirraðu, argaðu og gjørdu gjøldur burtur úr stakkalinum. Hetta var óndskapur og óndsinni [...] hvussuleiðis og hví. Tær tekningarnar, sum ofta hava ein brodd, kanst tú flenna at, ella smírast , grína, verða í skellilátri, ja, enntá læa í kíki. Her virkar bótin beinanvegin, og steðgar tú á, og hugsar teg
ávirkað fólk. Men tann greiða stevnan og tann sakligi og væl undirbygdi politikkurin hjá Tjóðveldisflokkinum hava sannført fólk um, at vit føroyingar eiga at ráða í Føroyum. Og fólk vita eisini, at um fá ár er [...] í 1954 og heldur ikki yvirtøkuna av samskiftismálum, sum Sambandsflokkurin og aðrir nú hava framt. Men Javnaðarflokkurin var ein av trimum flokkum, sum viðurkendu heima-stýrislógina í 1948. Og tað var [...] loyvi til. Men flokkurin og formaðurin eiga ikki at blaka torvmold í eyguni á veljarafjøldini við at siga, at Javnaðarflokkurin bæði er fyri frælsi og fyri ríkisfelagsskapi. Vatn og eldur sameinast ikki.