Fýra lið í oddinum

Liðkappingin 2000/2001 byrjaði sunnudagin. Í fyrstu deild vórðu tveir dystir leiktir og báðir endaði javnir, meðan tann triði dysturin millum KT og KTF bleiv útsettur.

Talv


Føroyameistararnir úr Havnar Telvingarfelag hava í ár mist tríggir stuðulstelvarar, Flóvin Tór Næs, Martin Poulsen og undirritaða. Hetta hevur viðført at aðrir hava fingið kjansin at vísa sínar dygdir, og millum hesar er unglingurin Olaf Berg. Suni Merkistein telvaði ikki nógv á fyrsta liði í fjør, men ár hevur hann fingið leiklut á øðrum borði, og ein annar gamal kenningur, Andrias Ziska, er við aftur eftir eina fimm ára langa talvhvíld.

Klaksvíkingar hava mist Ólavur Simonsen til Runavíkar Talvfelag, men tó kunnu klaksvíkingar metast sum favorittar.

Vestmenningar eru aftur at síggja í fremstu røð eftir tveimum sabbatárum í aðru deild. Teir hava í ár styrkt seg við navnframa kollfirðinginum Torbirni Thomsen.


Torkil Nielsen vann á Herlufi

Sum sagt vórðu tveir dystir leiktir sunnudagin, tann eini var í Havn millum Havnar Telvingarfelag og Sandavágs Talvfelag. Dysturin endaði heldur óvæntað 2-2.

Torkil leikti væl á fyrsta borði ímóti Herlufi Hansen. Hann fekk lítlan fyrimun við hvíta fólkinum og vann trygt.

Suni Merkistein og Bernhard Augustinussen samdust um javnleik tá leið út ímóti endatalvinum. Har varð eingin avgerð í kikaranum.

Á triðja borði tóku Olaf Berg og veteranurin Gutti Petersen javnleik beint áðrenn talvið bleiv spennandi. Eitt gott úrslit hjá Gutta, sum prógvar at hann enn heldur tørn ímóti ungu kanónunum.

Føroyameistarin frá 1983 Andrias Ziska, fann gamla stílin fram aftur ímóti Hera Christoffersen. Hann forðaði snildisliga Hera at útvikla síni fólk, og vann hegnisliga.

Samanum eitt gott úrslit hjá sandavágsmonnum.


Hvalvíkingar hepnir

Martin Brekká hevði IM John Rødgaard yvir av sær á fyrsta borði í dystinum millum hvalvíkingar og vestmenningar. Martin telvaði væl og átti at hála javnleikin til húsar, men eftir eitt langt og javnt talv eydnaðist tað hjá Rødgaardi at knekka Martin.

Torbjørn sum telvaði sítt fyrsta talv fyri vestmenningar, fekk finnu ímóti Finnbjørn Zachariassen og vann eitt heldur langt talv.

Øgiligt rok varð í talvinum á triðja borði ímillum Sámal Christiansen og John Jacobsen. John ognaði sær kvalitet og átti at vinna, men tíðarneyðin ávirkaði somikið talvið at Sámal fekk finnu inn og tá gavst John.

Á fjórða borði vann Gunnar Joensen ímóti hondbóltsvenjaranum Kára Durhuus. Kári gjørdi ein øgilgan bukk sum misti mann.

Styrkin tey seinastu árini hjá hvalvíkingum hevur verið tey fremstu borðini, men hesaferð bjargaði triðja- og fjórða borði teimum.

Klaksvíkingar og kollfirðingar útsettu teirra dyst. Vert er at nevna, at Kollafjarðar Talvfelag hevur ikki minni enn tveir stórmeistarar og ein altjóða meistara á styrkilistanum, nevnliga Tiger, danin Hendrik Danielsen og Steffen Pedersen. Ikki eit á nøvn, men ikki er vist um KT fara at brúka teir.


2. deild og 3. deild

Runavíkar Talvfelag við Ólavi Simonsen á odda vunnu ein greiðan 3?1 sigur á gøtumonnum. Ólavur vann á John Joensen.

Bæði havnarliðini í aðru deild møttust, HT 2 vann somuleiðis 3-1 á HT 3.

Toftamenn uttan Jens Kristian Hansen taptu óvæntað 3-1 ímóti KTF 2 í Klaksvík.

Í 3. deild hevur Vestmanna Talvfelag tvey lið. Tey møttust og tað betra vann 4-0.

Liðið hjá Franst Eliassen HT 4, vann ein ruddiligan 3-1 sigur á KTF 3, meðan KT 2 sum hevði eitt sterkt lið við millum øðrum Niclas Joensen á liðnum, vann 3,5 - 0,5 á Róki.

Unglingar telva fyrsta umfar komandi vikuskifti.


Góð byrjan hjá Talvfelagnum Føroyar

Føroyska talvfelagið í Keypmannahavn vann stórsigur í fyrsta umfari í 3. deild í donsku liðkappingini. Telva varð ímóti Farum sum er eitt javntsterkt lið á umleið 2050 í miðalrating, og úrslitið bleiv heili 6-2 til føroyingarnar.

John Arni Nilssen og Heini Olsen vunnu skjótt og lættliga á ovastu borðunum, meðan Bogi Ziska varð heppin at vinna sítt talv á triðja borði. Eyðun Nolsøe og Heini Danielsen leiktu javnt , meðan Terji Petersen tapti uppá tíð á sætta borði. Sjeynda og áttinda borði mannaðu undirritaði og Finnbjørn Vang, og hesir vunnu ruddiliga. Talvið hjá Heina Olsen er við í blaðnum í dag. Ikki serliga vælleikt hjá mótstøðumanninum, men kongagambit er altíð vert at hyggja nærri at.

Flóvin Tór Næs telvar eisini við felagnum í ár, men hann var í Íslandi í vikuskiftinum. Hann bleiv biðin um at hjálpa einum talvfelag úr Reykjavík í íslendsku likappingini.

6-2 og málið er uppflyting.

www.talv.dk sum er heimasíðan hjá Talvfelagnum Føroyar, fylgir millum annað gongdini í donsku liðkappingini.


Talvið hesa vikuna


Kasper Wilken Damm - Heini Olsen

3.div Farum (1), 19.11.2000


1.e4 e5 2.f4 exf4 3.Rif3 g5 4.d4 Bg7 5.h4 h6 6.hxg5 hxg5 7.Rxh8 Bxh8 8.Rie5 d6 9.Fh5 Bxe5 10.dxe5 dxe5 11.Fh8 Kf8 12.Fxe5 Bg4 13.Ric3 Ric6 14.Fc5+ Fe7 15.Fxe7+ Rigxe7 16.g3 Rid4 17.gxf4 Rixc2+ 18.Kd2 Rixa1 19.fxg5 Rd8+ 20.Bd3 Ric6 21.Rid5 Rie5 0-1