samgongu samtyktu vit nýggja fiskivinnulóggávu, ið tryggjar støðugar karmar fyri vinnuna, og hava vit sæð nógvar nýíløgur síðani tá. Vit ynskja at halda fast í hesum kørmum og hava tí lagt uppskot fram [...] ja, so vóru vit ikki her, vit eru í dag. Hjartaliga takk enn einaferð! Eftir valið, tá alt var gjørt upp, endaðu vit í andstøðu. Tað er ikki ein hugalig støða, men tað er ein leiklutur, vit taka á okkum [...] okkum í fullum álvara. Vit hava frá fyrsta degi ynskt, at vit sum flokkur og sum partur av andstøðuni arbeiða konstruktivt í øllum málum. At vit síggja loysnir heldur enn forðingar. Tað ræður ikki bara um
ð, at Føroyar og ES hava stavváttað avtalu um ES-granskingarsamstarv. Hendan tilgongd hevur verið leingi ávegis. Hon byrjaði fyrst í 2007 og er endiliga komin so langt, at vit hava fingið eina formliga [...] verkætlanir, sum hava europeiskan áhuga og sum hava nakað av eginfígging við sær. Tað ber ikki til at fáa stuðul til reint nationalar ella norðurlendskar verkætlanir, tí at verkætlanirnar skulu hava “European [...] er stór. Og fleiri hava lagt dent á, at granskingarskráirnar í ES ikki eru nakað fíggjarligt sjálvtøkuborð. Vit kunnu ikki vænta, at peningur til gransking fer at floyma til Føroya, tá ið avtalan um føroyskan
fyribrigdið, ósjónlig kúgan og sjálvskúgan, er tað, tá ið vit føroyingar ræðast hugsanina um at hava fult politiskt ræði í landi okkara. Somuleiðis tá ið føroyingar taka undir við danskari fordøming av [...] tí harvið seta vit okkum upp ímóti skaparanum og siga, at tey amboð hann hevur givið okkum, duga ikki. Í dag kunnu vit taka onnur dømi um ikki at »liva lív síns sjálvs«, eitt nú at vit ikki gagnnýta okkara [...] brýna bleytt jarn, til tað bítur. Alt tað, ið skaldini hava eggjað, hevur tað einki munað? Sjómenn hava vígt Merkið við lívinum í veð; skulu vit so ikki unna tí fullan rætt, ein rætt tað ikki hevur enn
nakað enn, áðrenn summarið kemur, sigur hann við einum brosi. Við okkum í bili okkara - Snodda - hava vit ein annan mann, nevniliga Napolion Magnussen úr Miðvági. Felags fyri teir báðar er, at tann fyrrnevndi [...] Hóast tað er kalt í veðrinum, verður steðgað á til eitt lítið prát. Teir báðir munnu hava okkurt felags at tosa saman um. Vit standa beint frammanfyri fyrstu húsini í bygdini, sum vórðu bygd so langt afturi [...] kann útvega fólki grundøki, betýðir ómetaliga nógv fyri eina bygd sum okkara. - Tí mugu vit bara staðfesta, at fólk hava búsett seg aðrastaðni, hóast tey so inniliga høvdu viljað bygt her í Vatnsoyrum , sigur
frægari.Teir vilja ikki hava nakrar sum helst broytingar, men dúva hinvegin upp á fortíðina og tilbiðja status quo. Tað riggar fínt sum tað er, hví skulu vit broyta nakað? Vit hava ongan tørv á at menna [...] at fáa eyga á, er, at teir vilja kjakast um ES, men hetta hava teir sagt í áratíggju, so langa tíð kann eitt ES kjak ikki taka. ... og nú hava vit eitt hall upp á hálva milliard og politikararnir gera akkurát [...] útreiðslum, tá kreppan kom, men um vit skulu gera tað sama í Føroyum, so merkir hetta jú, at tað fer at ganga útyvir verðins lættasta starv… uha uha… åh det horror! Nei, á hasum økinum hava sjálvt maðkar
og dansa, og harumframt fáa vit øll blómukransar. Ja, vit eru av sonnum í einum øðrum parti av heiminum. Nú hava vit ein tríggjar tímar langan busstúr fyri framman, áðrenn vit koma til hotellið, har restin [...] leggur merki til á flogvøllinum í Manila er, at tempoið er ikki tað sama, sum vit eru von við. Her hava tey sera góða tíð. Tá vit endiliga eru komin ígjøgnum pass-kontrollið og út í forhøllina, kann túrurin [...] ófatuligt tá vit sóu, at sjálvt luttakarir á Earth Day bara blakaðu tómar fløskur og plastikkposar í ánna. Vit fingu at vita, at ætlanin hevði koyrt í eini 6 ár, og at ymsir felagsskapir, tilsamans hava stuðlað
Hann fór aftur til Com-Data, tá hann kom heim aftur til Føroyar, og var eitt skifti stjóri í fyritøkuni. Síðan tók hann við sum roknskaparleiðari í Rúsuni, tá hon byrjaði. Tá hendan var komin væl og virðiliga [...] seinni niðan í Vertshúsið (við Sjónleikarhúsið). Fyrst í 80-unum byggja tey síni egnu hús í Norðurrás, og har hava tey búð síðan. Hvat skúlagongdini víðvíkur gekk Steinbjørn fyrst í barnaskúla í Kommu [...] í Gundadali, tá HB spælir. Hann tekur eisini eina hjálpandi hond við í roknskapinum og billetsøluni hjá HB og er aktivur limur í HB-stuðlum. Sjálvur spælir hann fótbólt í Lunsj United, tá til ber. Steinbjørn
hann var smádrongur. Tá ið hann seinni byrjaði at mála, var tað við akryl-máling, men í fleiri ár hevur hann málað við oljumáling. Hann hevur 27 málningar við sær í Føroyum, og vit kunnu siga, at allir [...] opin til og við 3. juli, men á Varmakeldu verður aftur høvi at síggja ein part av listini hjá Bjarna; tá verða nevniliga 10 av málningunum sýndir fram í skúlanum í Fuglafirði. Fyrstu ferð í Føroyum Hetta [...] málningaframsýning í Føroyum. Í Íslandi hevur hann havt fleiri framsýningar, og ætlandi skal hann hava eina framsýning í Reykjavík nakað eftir, at hann kemur yvir aftur til Íslands. Spurdur, um hann kundi
at búgva burturav í Koltri. Tey áttu tá tvær hálvvaksnar gentur. - Vit gjørdu tað øvugta av tí, sum onnur hava gjørt. Tað vanliga er, at børnini flyta heimanifrá. Vit fluttu heimanifrá, og genturnar vórðu [...] ikki veruliga fyrr enn í 1990, tá ið hann í eini grein í Dimmalætting las, at oyggin helst fór at verða avtoftað, tí tá flutti seinasta familjan av oynni. Tað ljóðaði tá, at til fánýtis varð roynt at fáa [...] Bjørn Patursson var tá fíggjarstjóri á Mjólkarvirki Búnaðarmanna. Koltur dró - Vit bæði tosaðu um at royna okkum, tí Koltur var fyri okkum lokkandi og dragandi, sigur Bjørn Patursson, sum tá ongar praktiskar
eins nógvum dystum, sum aðrir dómarar hava dømt, skal hava givið upp móti fýra ferðum so nógv reyð kort, sum aðrir dómararnir hava givið, átti at sagt teimum, sum hava við døming at gera ? eygleiðarar og [...] og hvussu tað skal sektast, eru sera ymiskar. Vit síggja tað í føroysku kappingini vikuskifti eftir vikuskifti, og hagtølini yvir reyð kort, sum vit hava gjørt upp, siga sína søgu. Besta dømið um hetta [...] idiot.« Ymsar fatanir Vit fara ongantíð at kalla ein føroyskan dómara sovorðið. Tað kanst tú heldur ikki gera, tá tú roknar við, at allir dómararnir gera sítt ítarsta hvørja ferð. Men tá hetta er sagt, so