Framsýning
Maðurin hevur búð í Vestmannaoyggjunum, har konan er fødd; nú búgva tey í Torlakshøfn. Ein sonur, Omar Joensen, er giftur í Føroyum; hann býr saman við føroysku konu síni á Kambsdali.
Bjarni hevur røtur í Føroyum; abbin, Johannes Joensen, var úr Skopun og omman, Lisa Maria, fødd Jacobsen, var ættað úr Koltri.
Sjálvur sigldi Bjarni við fiski til Føroyar fyri umleið 35 árum síðan við 70 tons trolaranum, Eyjaver. Hetta var mest hýsa og flatfiskur, sum teir løgdu uppí Havn.
Nú Bjarni er í Føroyum og hevur málningaframsýning í Ribarhúsi í Fuglafirði, er konan, Margret, við honum. Tey búgva hjá soninum á Kambsdali, og ætlanin er at steðga í Føroyum í umleið ein mánaða.
Náttúrumálningar
Bjarni hevur teknað, síðan hann var smádrongur. Tá ið hann seinni byrjaði at mála, var tað við akryl-máling, men í fleiri ár hevur hann málað við oljumáling.
Hann hevur 27 málningar við sær í Føroyum, og vit kunnu siga, at allir avmynda stórbaru íslendsku náttúruna í øllum sínum vakurleika ? og um alt landið, bæði eystanfyri, vestanfyri, sunnanfyri og norðanfyri.
Sjálvur sigur Bjarni, at tveir av málningunum partvís eru abstraktir, men eisini hesir mynda íslendsku náttúruna, soleiðis sum eyguni síggja hana.
Sosialurin vitjaði Bjarna í Ribarhúsi leygardagin. Hann var blíður og fyrikomandi og gav sær góðar stundir at práta og vísa okkum frálíku málningarnar, hann hevði hangandi á vegginum. Eisini bjóðaði hann kaffi.
Málningarnir hjá Bjarna eru litríkir og vakrir, og sigast kann ikki, at hann hongur seg í ávísar litir, men málar íslendsku náttúruna við øllum teimum litum, vakurleika og stórbæri, hon nú einaferð goymir.
Fleiri av málningunum lýsa støð, sum føroyingar kenna, eitt nú Tingvøll og oynna, Surtsey, sum kom undan kavi í selstiárunum. Onkur málningur avmyndar eisini kendu innsiglingina til Vestmannaoyggjarnar.
Hóast allir málningarnir avmynda íslendsku náttúruna, bæði uppi og niðri ? í stórum eins og í smáum- er hetta ein fjølbroytt framsýning.
Framsýningin í Ribarhúsi er opin til og við 3. juli, men á Varmakeldu verður aftur høvi at síggja ein part av listini hjá Bjarna; tá verða nevniliga 10 av málningunum sýndir fram í skúlanum í Fuglafirði.
Fyrstu ferð
í Føroyum
Hetta er fyrstu ferð, at Bjarni, sum er 66 ára gamal, hevur havt málningaframsýning í Føroyum. Í Íslandi hevur hann havt fleiri framsýningar, og ætlandi skal hann hava eina framsýning í Reykjavík nakað eftir, at hann kemur yvir aftur til Íslands.
Spurdur, um hann kundi hugsað sær at málað føroysk motivir, sigur Bjarni, at hetta hevur hann hugsað um.
- Eg lovi einki, men tað er ikki óhugsandi, at eg fari at mála føroysku náttúruna og møguliga kendar bygningar og síðan hava eina framsýning í Føroyum einaferð seinni.
Nú hann er í Føroyum, ætlar hann sær í Sandoynna at vitja grøvina hjá forfedrum sínum. Har ætlar hann at steðga einar tríggjar dagar, taka myndir og gera skitsur, sum hann møguliga fer at mála, tá ið hann kemur yviraftur.
- Føroyska náttúran er vøkur. Hóast fjøllini og dalarnir her eru minni enn í Íslandi, so er náttúran stórbar, tí alt er so nær.
Í Føroyum hevur Bjarni serliga heft seg við grøna bøin og hagan, sum er tað, ið ferðafólk serliga leggja til merkis í føroysku náttúruni.
Bjarni Joensen er annars væl nøgdur við umstøðurnar í Ribarhúsi.
-Hetta er eitt gott og gamalt hús, sum er vælegnað til framsýningar av hesum slagi, sigur fryntligi íslendingurin, sum seinast var í Føroyum fyri 13 árum síðan.