Steinbjørn í Dali 50 ár

Týsdagin 22. august fylti Steinbjørn í Dali í Havn 50 ár.

Steinbjørn er havnarmaður, sonur Honnu og Heðin í Dali, hon úr Funningsfirði (f. Berg) og hann úr Havn. Hanna andaðist í 2001, 73 ára gomul.
 
Steinbjørn er giftur við Randi, dóttir Marjun Lamain, og tey hava tvey børn, Janus og Sólja. Eisini tvey abbabørnini eru komin, Liam, sonur Janus, og Natali, dóttir Sólju.
 
Steinbjørn eigur tvey systkin, Snæbjørn og Marin. Steinbjørn er miðlingur. 
Fyrstu árini búði familjan í miðbýnum í Havn. Tá Steinbjørn var um skúlaaldur fluttu tey yvir í Bókbindaragøtu, har hann vaks upp millum lonadreingir. Sum smádrongur hjálpti Steinbjørn ofta til hjá pápa sínum, sum hevði vaskifyritøkuna Kvikvask. Eitt skifti aftaná realskúla arbeiddi hann hjá Emil Juul Thomsen og serviseraði útbúnað frá Electrolux.
 
Steinbjørn búði í Bókbindaragøtu, til hann møtti Randi. Tey fluttu fyrst oman í Vertshúsið (við Cafe Natúr) og seinni niðan í Vertshúsið (við Sjónleikarhúsið). Fyrst í 80-unum byggja tey síni egnu hús í Norðurrás, og har hava tey búð síðan.
 
Hvat skúlagongdini víðvíkur gekk Steinbjørn fyrst í barnaskúla í Kommunuskúlanum og tók eisini realprógv har. Hann var ein av teimum fystu sum tóku HH- og HD-prógv á Føroya Handilsskúla og millum tey fyrstu sum tóku cand. merc. aud í Føroyum.
 
Summarið 1979 sigldi hann við Smyrli. Hann arbeiddi eitt skifti hjá Kosangass, har hann eisini hevði bókhaldið um hendi. Síðan fór hann í starv hjá Com-Data í Havn. Síðst í 80-unum vóru Steinbjørn og Randi í Nuuk í tvey ár, har hann eitt skifti arbeiddi á deildini hjá Com-Data har, og síðani tók hann við sum roknskaparleiðari á Godthaab Fiskeindustri. 
 
Hann fór aftur til Com-Data, tá hann kom heim aftur til Føroyar, og var eitt skifti stjóri í fyritøkuni. Síðan tók hann við sum roknskaparleiðari í Rúsuni, tá hon byrjaði. Tá hendan var komin væl og virðiliga í gongd, tók hann við nýggjum avbjóðingum og tók við sum stjóri á nýstovnaðu Kassamiðstøðini.
Fyri nøkrum árum síðan varð hann settur sum ráðgevi á KT-stovuni, og síðan KT-stovan varð løgd saman við Menningarstovuni, hevur hann arbeitt har. Hann er eisini knýttur at Bitland-verkætlanini og er stjóri í einum felag, sum arbeiðir við verkætlanini um sporføri í fiskivinnuni, sum er eitt av hansara hjartabørnum.
 
Steinbjørn er av raskastu monnum, og hann hevur ofta tikið aðrar uppgávur upp á seg umframt sítt vanliga arbeiði. Hann er góður í ráðum, tá arbeiðast skal við teldu, og hevur hann eisini havt roknskap fyri fleiri feløg og einstaklingar.
 
Frá ungum av hevur Steinbjørn verið sera virkin innan SSB skótarnar. Hetta sæst eisini aftur í hansara vinarskara, sum teir flestu eru gamlir SSB skótar.
Honum dámar væl at koma út í náttúruna. Hann er ofta úti í Tindhólmi, har tey halda til í nýggju húsunum. Saman við vinum hava hann og Randi verið í at kalla øllum oyggjum í Føroyum. Eisini dámar honum væl at fara á flot, og nú sær tað út til, at hann ætlar sær at gera meira við tað, tí í vár tók hann dugnaskapsprógv í sigling. Saman við vinfólki hevur hann verið bátaferðir í londum sum t.d. Írlandi og Italia.
 
Steinbjørn hevur altíð verið HB-ari og er fastur fúsur í Gundadali, tá HB spælir. Hann tekur eisini eina hjálpandi hond við í roknskapinum og billetsøluni hjá HB og er aktivur limur í HB-stuðlum. Sjálvur spælir hann fótbólt í Lunsj United, tá til ber.
 
Steinbjørn hevur spælt billiard í mong ár, fyrst við Mimir og seinastu árini við Kagganum. Fleiri ferðir hevur hann verið føroyameistari í liðkappingini. Hann er eisini álitið tá skipast skal fyri billiardkappingum. Steinbjørn er formaður í Billiardsamband Føroya.
 
Saman við pápanum, Heðini, hevur hann stóran áhuga fyri ættargransking, og er hann ein av nevndarlimunum í KT-slekt.
 
Sum smádrongur gjørdist mamman sjúk, og var hann vanur at hjálpa til við tí húsliga. Hetta hava familja, skótar og vinir notið gott av.  Steinbjørn tímir væl at fáast við innløgu, og er hann ein óførur kokkur  serliga á grillini. Og so dámar honum væl eina Guinnes afturvið.
 
Steinbjørn er sera hjálpsamur og altíð klárur um tað er onkur, sum treingir til eina hjálpandi hond. Hann er sera lættur av lyndi, og ein hoyrir sjáldan nakað neiligt koma frá honum.
 
Vit ynskja Steinbirni hjartaliga tillukku við degnum.
 
Vinir