Sosialinum. Jólakalendarin skal brúkast í eini kapping, sum verður í Sosialinum fram til jólaaftan. Í øllum Sosialum fram ímóti jólaaftan verður ein puntur at klippa úr blaðnum. Hesin puntur skal setast [...] tá ið allir puntarnir eru komnir upp á pláss, skal jólakalendarin sendast blaðnum, og so eru tit við í kappingini um spennandi vinningar fyri meira enn 80.000 krónur. Nýggj jólasøga Umframt sjálva kappingina [...] kappingina verður eisini ein nýggj jólaframhaldssøga við í Sosialinum allar hesar dagar. Hetta er ein søga um Trølla Pætur og Trølla Ommuna, og spennandi verður at fylgja teimum í desember mánaði í ár. Tað er
ivi, sum er soljóðandi: Talan hevur verið um fleiri innanfloks ósemjur, sum jeg ikki kann standa inni fyri ella vera partur av, og tí havi jeg tikið avgerð um at melda meg úr flokkinum. Hesar ósemjur gera [...] ógjørligt hjá mær at halda fram sum limur í Javnaðarflokkinum, og samstundis vera trúgvur ímóti mær sjálvum og teimum, ið hava trúliga bakkað meg upp. At orrustan síðan valdagin heldur fram og tykist endaleys [...] num. Skal jeg kunna hyggja meg sjálvan og tey í eyguni, sum hava stuðlað mær, kann jeg ikki halda fram, men noyðist at melda meg úr Javnaðarflokkinum. Jeg smekki ikki við nakrari hurð, men vil fegin takka
hetta er ikki beinleiðis nakað eg hugsi um. Men hinvegin, so tosi eg nógv um Føroyar, tá eg hitti fólk, og tey halda tað er ógvuliga løgið at hoyra um landið, málið og so framvegis. ? Fyri meg er tað soleiðis [...] ofta í Føroyum, sigur Teitur. Nú er so bara bíða eftir til fløgan »Teitur ? Poetry & Aeroplanes« kemur á marknaðin. Teitur sigur annars, at um ikki so heilt langa tíð, so verður farið undir næstu fløguna [...] hann sat og valdi løg út til fløguna, so uppdagaði hann, at øll løgini høvdu nakað við »Poetry & Aeroplanes« at gera. ? Eg hugsaði ikki um tað áðrenn, men eg valdi so hetta heitið til fløguna, tí tað vísir
Umframt at verða væl skipað, so er lesibókin Hervør og Høgni so innbjóðandi í útsjónd og evnum, at her er alla tíðina nógv at práta um í flokkinum. Fløga er eisini við, so til ber at lurta og lesa heima [...] bókini. 8 ára gamal høvundur Yngsti høvundur í bókarøðini um tvíburðarnar Hervør og Høgna er 8 ára gamla Rakul Ró úr Klaksvík. Hon hevur skrivað sangin um Finn, sum er á blaðsíðu 100 í nýggju lesibókini, Hervør [...] Hervør og Høgni - lesibók til fyrsta. Tá lidna bókaheildin varð løgd fram á almennari samkomu í Námi í dag, sang Rakul Ró um Finn og ein annan sang, 10 bibbur, sum pápi hennara, Steintór Rasmussen, hevur
slíkar ferðir, so tey fólk ið tosa verður við, fáa sakina at hoyra frá báðum síðum. Nei, tað má ikki henda, tí so kann slingur koma í valsin, tað ræður um at halda fullveldisørskapin so óskildugan sum [...] raskur eru so mangir. Tað seinasta, ið verður ført fram, er, at blokkurin skuldi regulerast við góðum og vánaligum tíðum og víst verður til góðu tíðina í áttati árunum. Tað, sum gjørdi ta tíðina so góða, um [...] fingið at koma við einari meining. Í Danmark hava hesi fullveldisfólk ført fram, at avlopið í føroyska landshúsarhaldinum er so stórt, at tað er skilaleyst at koma við hesum pengum sum blokkurin er. Henda
skræddu seg leysar av sørvingum, og síðani hildu fast um munin. Hvørt tað vóru fuglfirðingarnir, sum nú vóru farnir at hugsa um skreyt og gull, ella um tað brádliga vóru teir á heimaliðnum, sum settu eyka [...] Mansflogbóltur So er leyst og liðugt hjá ÍF. Mansliðið úr Fuglafirði hevur alt árið á tamb verið oddalið í bestu flogbóltsdeildini, men hóast hesa støðu, so mundu fuglfirðingarnir ikki vera heilt álvuligir [...] í egnum hondum, hóast tap í Sørvági, so var einki at ivast í, at fuglfirðingar flest vildu sleppa undan einuma alt ella einki dysti í serinastu uppgerðini móti Fram, sum fleiri ferðir í ár hevur argað oddaliðið
hugleiðir um málbúnan í Barbaru og um málbúnan hjá Williami Heinesen, ið danir halda vera so serstakan og hugtakandi. Sosialt menniskja - Fór hann út, so kom hann altíð í prát við fólk, sigur Ása um pápan [...] verið fram um Martin Joensen, at hann er humanisturin, hann, ið heldur við hinum minni menta og finnur fram tær sterku síðurnar. - Hann tosaði ongantíð ilt um nakran. Heldur royndi hann at finna fram til [...] fyrstu ferð, eg hoyrdi nakran tosa um pápa, var tá eg kom heim við Norrønu í 1999. Tá kom ein eldri vágbingur til mín, og fór at práta um um Martin Joensen, Fiskimenn og so framvegis, sigur Ása. Og í brævinum
Føroyum komandi vár, tá koppseting kanska gerst veruleiki. - - Tað er ilt at meta um og sum ein bankastjóri førdi fram, so er neyvasta vísindin bakklókskapur.Men innan alinvinnuna eru fleiri støður, eg síggi [...] vit eru komin so langt, at okkurt má gerast.Nú mugu vit taka stig, eisini ótradtitionell stig. Eg eri samdur við Harlou, men hvat er alternativið, spyr Bjarni Djurholm. - - Tá ILA-sjúka er, so eru skipaðar [...] staðfestast kann, at handfaringin hevur so ikki steðgað ILA-sjúkuni, sigur Bjarni Djurholm. - - Men støðan er álvarslig innan alivinnuna og tað er kanska ivasamt, um alivinnan megnar at seta smolt út komandi
tiltakslimur, og so eydnaðist ikki – í tí umfarinum – at velja fleiri nevndarlimir. So varð lýst til eykaaðalfund fyri at velja tveir nevndarlimir aftrat. Fleiri áheitanir vórðu sendar fuglfirðingum um eisini í [...] í nevndarhøpi at sláa manngarð um ÍF. Formaðurin, Leif Andre Eliasen tók millum annað soleiðis til: Vit hava tosað við fleiri, men tað vísir seg, at tey flestu vilja hjálpa til, men tey vilja ikki standa [...] fyri felagið. Men at yngri og nýggjar kreftir, sum eru áhugað í ÍF og fylgja gongdini, ikki bjóða seg fram at taka við ábyrgd av felagnum, skilji eg ikki. Áheitanirnar og áminningarnar vístu seg at hjálpa
niður gjøgnum skúlaskipanina. Men tað nyttar ikki at gera sum í fótbóltinum – at fegnast um framgongd hóast alt, tá vit eru so langt aftanfyri. Tað er als ikki nøktandi, at vit liggja so niðarliga, [...] lagt fram í Mentamálaráðnum týsmorgunin, so eru Føroyar nummar 42 av 66 londum í støddfrøði, nummar 46 í lesing og nummar 48 í náttúruvísindi. Hóast landsstýrismaðurin sigur seg fegnast um, at [...] at hóma, so er úrslitið alt annað enn nøktandi. Formaðurin í lærarafelagnum vildi gera tað til, at spurningarnir vóru ikki nóg góðir – men legði tó dent á, at tað ikki skuldi nýtast til umbering.