Mansflogbóltur
So er leyst og liðugt hjá ÍF. Mansliðið úr Fuglafirði hevur alt árið á tamb verið oddalið í bestu flogbóltsdeildini, men hóast hesa støðu, so mundu fuglfirðingarnir ikki vera heilt álvuligir undan seinasta dystinum. Sørvingar hava havt støðuga framgongd gjøgnum kappingarárið, og tó ÍF framvegis hevði havt avgerðina í egnum hondum, hóast tap í Sørvági, so var einki at ivast í, at fuglfirðingar flest vildu sleppa undan einuma alt ella einki dysti í serinastu uppgerðini móti Fram, sum fleiri ferðir í ár hevur argað oddaliðið.
Sannførandi
Undan dystinum var spenningurin stórur. Ikki minst á heimaliðnum, har SÍ eftir trý greið tap á rað bert var tríggjar bóltar frá at vinna steypafinaluna á ÍF. Og spurningurin var so, hvørt sørvingarnir fóru at verða tað lítla pettið stinnari á heimavølli.
Men tað vóru teir so ikki, ella kanska vóru tað fuglfirðingarnir, sum megnaðu at sveiggja seg tað lítla pettið eyka.
Tí tað var eingin, sum eftir dystin kundi seta ein fingur á avrikið hjá fuglfirðingunum. Serstakliga stóðu teir seg væl tey bæði fyrstu settini, har teir eftir stuttari løtu skræddu seg leysar av sørvingum, og síðani hildu fast um munin.
Hvørt tað vóru fuglfirðingarnir, sum nú vóru farnir at hugsa um skreyt og gull, ella um tað brádliga vóru teir á heimaliðnum, sum settu eyka ferð á, er ilt at siga, men triðja settið skapti aftur spenning í FM-stríðið. Sørvingar vóru omaná allan vegin, og tá farið varð undir fjórða settið, helt gongdin fram. Sørvíngar tóktust vera greitt omaná, tá ein meira ella minni endurtøka av finaluni tók seg upp. Júst sum alt tóktist liggja ræðið fyri hjá liðnum, steðgaði alt upp. Fugfirðingarnir hinvegin vóru ikki seini at taka av. Alt fyri eitt tóku teir seg inn aftur á heimaliðið, og so við øktu teir um munin, soleiðis at tað at enda stóð øllum greitt, at hetta vóru komandi meistararnir.
Vóru teir bestu
Og meistarar eru teir. Fuglfirðingarnir. Við einum liði, sum ígjøgnum alt árið hevur staðið fram sum hitt sterkasta í landinum, og tó at tað eitt skifti hómaðist ein lítil niðurtúrur, so fekk hesin ongan tíð loyvi at breiða seg.
Kanska størsta kynstrið í kappingarítrótti er at avmarka vánaligu løturnar á vøllinum, og hetta hava fuglfirðingarnir eisini megna betri enn nakar annar. Eftir tvey tap á rað í endaspælinum, harav teir kundu takka sær sjálvum fyri annað, var annars brádliga vandi fyri, at bæði klaksvíkingar og sørvingar fóru at blanda seg, men tað var tó skjótt, at liðið fótaði sær aftur.
Ein lættur dystur móti Fleyr var tað, sum skuldi til, til tess at fáa sálarliug javnvágina heilt rætta aftur, og síðani hevur bara gingið ein veg. At mentaliteturin er hin rætti, kom eisini til sjóndar í finaludystinum í steypakappingini. Har vórðu teir varð raktir av skaða, beint sum sørvingarnir høvdu vunnið sær ein at síggja til avgerandi fyrimun, men kortini megnaðu teir at koppa øllum á.
Umframt henda vilja, hevur breiddin í spælinum helst eisini verið stóra styrkin hjá liðnum. Í veruleikanum hevur einki veikt punkt verið, og hevur onkur leikari havt ein ringan dag, hava aðrir altíð staðið klárir at taka yvir. Ivaleyst er tað eisini júst hetta, sum hevur verið størsta mangulvøran hjá mótstøðuni, har lutfalsliga stórur partur av ábyrgdini hevur verið á einstøkum leikarum.
Nei. Einki er at ivast í, at tað er fult og heilt uppiborið, at fuglfirðingar aftur kunnu rópa seg føroyameistarar.