ODDAGREIN: Eru vit býttari enn hini?

Á triða sinni kunnu vit – út frá Pisa-kann­­ingini – staðfesta, at vit duga nógv verri í skúlanum enn tey, sum vit van­liga vilja samanbera okkum við.

Sambært úrslitinum, sum varð lagt fram í Mentamálaráðnum týs­morg­un­in, so eru Føroyar nummar 42 av 66 londum í støddfrøði, numm­­ar 46 í les­ing og nummar 48 í nátt­úr­u­vís­indi.
Hóast landsstýrismaðurin sigur seg fegn­ast um, at framgongd er at hóma, so er úrslitið alt annað enn nøkt­andi.

Formaðurin í lærarafelagnum vildi gera tað til, at spurn­ing­arn­ir vóru ikki nóg góðir – men legði tó dent á, at tað ikki skuldi nýtast til um­ber­ing. Men hann valdi kortini at nevna tað, so okkurt man hann leggja í tað.

Úr Mentamálaráðnum verður sagt, at ráð­ið beinanvegin saman við skúl­a­leið­ar­um fer at viðgera úrs­lit­ini og at umrøða møgulig átøk í skúl­­u­num. Fundur verður longu í næstu viku. Eisini fer ráðið at heita á Fólka­skúl­a­ráðið um at gera tilmæli í sam­bandi við nýggjastu PISA-úrs­lit­i­ni og at styrkja uppfylgingina og eft­ir­meti­ng­ina av átøkunum, sum longu eru sett í verk.

Tað er mikið gott, at tikið verð­ur í egn­an barm líka úr Ment­a­mál­a­ráð­num og all­an veg­in nið­ur gjøgn­um skúla­skip­an­ina. Men tað nyttar ikki at gera sum í fótbóltinum – at fegn­ast um framgongd hóast alt, tá vit eru so langt aftanfyri.

Tað er als ikki nøktandi, at vit liggja so niðarliga, tá vit vilja vera ein fram­kom­in tjóð. Vit eiga at liggja nógv hægri, og tí eiga munagóð stig at verða tikin.

Vit kunnu altíð skylda upp á skúl­an ella laggja lær­ar­ar undir at vera ván­a­ligar. Men for­eld­ur mugu eis­ini taka í egn­an barm. Tí tað krev­ur nógv av einum heimi, at børn­ini fáa tað burtur úr skúla­­gongd­ini, sum teim­um er ætl­­að. Tað krev­ur hart ar­beiði hvønn einasta dag. Tað krev­ur eis­ini, at børn­ini duga at upp­føra seg í skúla­num, og tað skal sjálv­andi eisini lærast heimanífrá. Kann­ing­ar vísa, at lutvís stórur part­ur av tíðini hjá lærarum fer bara til at fáa arbeiðsfrið.

So ja, mentamálaráðharrin skal taka seg saman. Men tað skulu for­eld­ur so sann­i­liga eisini, soleiðis at børn­ini koma væl fyrireikað í skúla.

Føroyska samfelagið kann ikki liva við, at okk­ara børn fáa botn­kar­ak­ter.