Í blaðnum í dag, sum verður borið út í hvørt hús í Føroyum, liggur ein nýggjur jólakalendari, sum Óli Petersen hevur teknað. Hetta er samstundis startskotið til ein stuttligan og spennandi jólamánað í Sosialinum.
Jólakalendarin skal brúkast í eini kapping, sum verður í Sosialinum fram til jólaaftan.
Í øllum Sosialum fram ímóti jólaaftan verður ein puntur at klippa úr blaðnum. Hesin puntur skal setast á jólakalendaran, og tá ið allir puntarnir eru komnir upp á pláss, skal jólakalendarin sendast blaðnum, og so eru tit við í kappingini um spennandi vinningar fyri meira enn 80.000 krónur.
Nýggj jólasøga
Umframt sjálva kappingina verður eisini ein nýggj jólaframhaldssøga við í Sosialinum allar hesar dagar. Hetta er ein søga um Trølla Pætur og Trølla Ommuna, og spennandi verður at fylgja teimum í desember mánaði í ár.
Tað er Steintór Rasmussen, ið herfyri fekk Barnabókavirðislønina, sum hevur skrivað nýggju framhaldssøguna, og ein annar klaksvíkingur, Óli Petersen, hevur gjørt tekningarnar til søguna.
Nýggja jólasøgan og jólakappingin hjá Sosialinum er fyri bæði børn og vaksin, og lagt er upp til ein hugnaligan og spennandi jólamánaða í blaðnum.
Ver við frá byrjan og ogna tær allar Sosialarnar fram ímóti jólum.
Drigið eftir nýggjár
Jólakalendarin við øllum puntunum úr Sosialinum skal vera Sosialinum í hendi seinast 2. januar 2007, og drigið verður fríggjadagin 6. januar.
Sendast skal til: Sosialurin, Postsmoga 76, 110 Tórshavn
Bassi dregur vinningarnar millum jóla og nýggjárs, og vinnararnir verða kunngjørdir í vikuskiftisblaðnum fríggjadagin 6. januar 2007.