frálíkar tónleikarar. Tað eru Sune Ranmo úr Noregi, bratsj, Hege Waldeland úr Svøríki, cello og Robert Sonne úr Danmark, kontrabass. Tiltakið er fingið í lag við munagóðum stuðuli frá Føroya Banka. Henda [...] Tað eru í ár liðin 200 ár, síðani Franz Schubert varð borin í heim. Aldubáran hevði fyrr í ár eina konsert við verkum eftir hetta gitna eysturríkska tónaskald. Tann konsertin varð væl fagnað og fekk sera
hon einfalt var tikin av skránni. So er spurningur, hví? Hví í allari víðu verð? At síggja tónleik á hægsta stigi framførdan í upprunalíki frá 60-unum og 70-unum er rættiliga forkunnugt í mínari verð, so [...] síggja komandi vikuna, var júst Góðar vibrasjónir. Tað sýnir, at tað eru fleiri, ið hava áhuga fyri tílíkum tónleiki. Bert syrgiligt, at tey í SvF ikki hava tað, at síggja til, í øllum førum. Ella ikki unna [...] føra mangan ein løgnan programmpolitikk. Tað er so lítið av góðum tónleiki at síggja hjá tykkum, og tá tit so fáa hendur á nøkrum, so vilja tit ikki senda tað? Eg og helst fleiri við mær standa bara spyrjandi
pensiónsgrunn, sum nú, tá hann skal brúkast, er tómur. Og tað, at myndugleikar kunnu sleppa við at tøma ein grunn, uttan at tað fær fylgjur, er lógloysi. »Tað svarar til, at eg fari inn í Sparikassan og [...] ganga leysir, so sigi eg sum Kjartan Mohr á sinni : »Væl í gagnist.« Sjálvandi er tað ólógligt at stjala í Keypsamtøkuni, tað er greitt, men viðgerðin skal vera líka fyri øll. Ymiskar hugsanir Fólkini, sum [...] hann á ein hátt er glaður fyri, at tað gekk soleiðis kortini. Hann vil nógv heldur standa einsamallur við Guði, enn í fylgi við 1.000, sum stýrdir verða av Fananum, tekur hann til. »Tað er hóast alt nógv
Fyrst vil eg siga, at tað er undrunarvert, at formaðurin í Fiskimannafelagnum raknar við, eftir at reglurnar eru settar í gildi. Kunngerðin hevur áður verið lýst í øllum teimum føroysku bløðunum í apríl [...] krøvum. Men vit fingu ongar viðmerkingar frá Fiskimannafelagnum. Spurningurin hvør skal gjalda skeiðini, bleiv eisini umrøddur í fyrr nevnda skrivi. Eg metti tá, at tað fór at vera trupult at fáa allar sjómenn [...] fyri at kunna nøkta tørvin í framtíðini. Peningur til íløgur er settur av í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 1998. Óli vísir á, at kunngerðin er ikki greið og spyr m.a. hvørjar reglur eru galdandi fyri teir
ambandið er sinnað at verða við til at loysa. Vit hava tosað rættiliga nógv um trupulleikarnar hjá serliga manshondbóltinum kring landið, men tað er eingin einføld grund fyri, at so er. Tað eru nógvar [...] 11 fólk koma frá donskum venjaraskúla Í januar mánaði koma fólk frá Ålborg Træner Skole til Føroya at vitja, og ætlanin er, at hesi fólk skulu arbeiða í feløgunum kring landið í eina tíð. Tað verða 9 lesandi [...] og á fleiri av hesum støðum er øskukalt á tí økinum. Hjá kvinnum er støðan væl betri, tí bæði klaksvíkingar og vágbingar hava kvinnulið við í bestu deildini, men sum heild er talan um ein trupulleika, sum
Í døgunum frá 23. til 26. oktober fer Fótbóltssamband Føroya at hava ungdómsvenjaraskeið í Havn. Hetta skeiðið er fyri tey fólk, sum longu hava tikið grundútbúgvingina, og ætla sær longur. Skeiðið verður [...] verður í B36-húsinum í Havn, og tað verða teir báðir danarnir Knud Aage Nielsen og Max Rasmussen, sum fara at hava skeiðið. Hesir báðir hava havt eina ørgrynnu av skeiðum her í Føroyum, og vitja framvegis [...] allan fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin á tamb. Av FSF-skrivstovuni hava vit frætt, at fullteknað er til skeiðið.
U16 gentunum er Benny Vium venjari. Benny er dani og skal í vetur venja Neistan. Hjálparvenjari hjá U16-liðnum við gentum er Hugo Lykke Larsen. U16-genturnar venja næstu ferð í Runavík, tað verður 15. november [...] spælarar, sum er føddur í 1978 og 1979, meðan hjá U18 gentunum eru spælararnir frá 1979 og 1980. Á U16-liðnum hjá dreingjum eru spælararnir frá 1980 og 1981, meðan genturnar á U16 liðnum eru frá 1981 og 1982 [...] regluliga. Talan er um seks samlingar fyri hvørt av hesum liðunum fram til mars mánaða, og næsta summar fara U18 liðini við dreingjum og gentum til EM-kappingar uttanlands. Ingi Olsen er venjari hjá U18
av einum bili. ? Tað er klárt, sigur hann. ? Tá tað kostar 35 oyru fyri hvønn kilometur, so kostar tað tær 31.000 krónur at koyra 90.000 kilometrar - øllum hesum útreiðslum sleppur tú frá, tekur tú av nýggja [...] hann Vørubilarnir eru niðurslitnir Leif Hovgaard sigur, at tað stendur einum og hvørjum frítt at koma til Wenzel og tekna sær eina trygging. Tað ber eisini til at tekna slíka trygging fyri brúktar bilar [...] keypa vørubil frá okkum, har tey samstundis tryggja sær, at tey ongar rakstrarútreiðslur skulu hava næstu fýra árini - tær rinda vit, sigur hann. ? Tað einasta kundin sjálvur skal rinda, er veggjald, trygging
søkina eins og danski grísurin er forlongdur, til tess at vinna fleiri pengar í sjáttur sínar. Men sum sagt, so er hetta bankamálið júst nú í andglettinum, og tað er ikki eiti á, hvussu tungan verður spent til [...] hava tað serútbúgving, at teir kunnu forleingja eina søk sum tað passar teimum, til tess at tryggja sær sjálvum arbeiði við góðari løn fyri lívið og nakað væl aftrat. Fyri mítt viðkomandi tók tað 7 ár [...] taka 7 minuttir at rætta uppá, men tað kostaði mær tað hvíta úr eygum mínum. Viðvíkjandi hesi bankakanning, sum nú hevur verið undir skurðviðgerð í so langa tíð, at ylur er komin í rúgvuna, ja, so kann ikki
fyrst í 80?unum. »Tá var tað soleiðis, at tú tordi næstan ikki at nevna orðið »turismu«, tí tað varð uppfatað meira ella minni sum eitt banniorð,« minnist Tryggvi Johansen. »Tað er tað jú ikki í dag,« tekur [...] firtnir.« Tryggvi Johansen sigur, at tað er rættiliga trupult sum alment settur at sita og vraka slíkar ætlanir. »Tá er skjótt, at ein kann koma í ringt ljós. Tað er komið rættiliga ofta fyri,« sigur Tryggvi [...] verður fíggjað yvir føroysku fíggjarlógini. Játtanin í ár er 1,1 millión. Tað er øgiliga tepurt, sigur Tryggvi Johansen. Men hann væntar kortini, at tað fer at hjálpa eitt sindur, nú fleiri leigarar eru komnir