hvussu dagurin í morgin verður. Ferðin hevur lært meg nógv, eg havi fingið ein størri sjónarring, tá ið tað snýr seg um ymiskar lívshættir, og um hvat hevur týdning í lívinum og hvat hevur minni týdning [...] dóttrina Freyju í New Zealandi. - Sjálvsagt hevur tað verið strævið at siglt við einum barni. Men Freyja kendi jú ikki til annað, og í so máta haldi eg, at tað hevur verið framúr, tí hon hevur havt meg og [...] ikki havi sæð, og annað eg havi sæð, men sum eg kundi hugsað mær at vitjað aftur. Men tað er ógvuliga umráðandi at hava eitt heim, og vita, at tú hevur nakað at koma aftur til. Eg taki synd í teimum, sum
egnari hond. Í heimi sínum í Ketchum í Idaho setti hann 2. juli 1961 ein revolvara fyri pannuna og trýsti á stillipinnin. Honum restaði knappar tríggjar vikur í at gerast 62 ára gamal. Men í einum lítlum [...] livdi hann so av í ein mansaldur. Úr havnini í Cojimar hava teir gjørt mangan túrin í Floridasundið. Og tað var eisini her, tær fyrstu upptøkurnar til tann gitna filmin um »Gamla mannin og havið« vórðu [...] Fall fyri egnari hond Ernest Miller Hemingway varð føddur í Oak Park í Illinois í USA tann 21. juli 1899. Tá hann hevði fingið staðfest krabbamein í blóðinum - leukæmi - flutti hann av Cuba aftur til USA
og minningarorð í bløðunum, og hann hevur umvegis telefonina og í brævaskifti samband við eina rúgvu av fólki, bæði kring oyggjarnar og í útlandinum. Tað er Jukim Olsen, sum vit tosa um. Í morgin fyllir [...] Mær hevur dámt sera væl í Havnini, og mær dámar framvegis væl her. Tað kennist so fjálgt at ganga í høvuðsstaðnum, og tað er hugaligt at hitta nógv fólk. Men tað hevur ongantíð verið nakar ivi í mær, [...] stýrimansskúla í Havnini í 1956, og tá hann í 1959 hevði fingið skipsføraraprógv í Keypmannahavn, var hann eisini vorðin giftur við gentuni, sum hann varð trúlovaður við, meðan hann gekk upp á skúla í Havnini
eitt rættiliga seriøst arbeiði. Tú skalt leita inn í teg sjálvan, gera nakað sum eingin áður hevur gjørt, nakað originalt, og tá tú skrivar sangir mást tú vera erligur, og tú kemur eisini til at avdúka ymiskt [...] hava búð í hvør sínum landi í 90-unum, so sjálvt um vit høvdu planir, so vórðu tær ongantíð til nakað, sigur Eyðun Nolsøe. - Síðani eg flutti til Danmarkar í august mánaði í fjør, hava vit sæð meira til [...] tónleikaliga í bólkum, og har er altíð nógv prát og kjak um, hvussu sangirnir skulu spælast. Tá tú hevur gjørt ein sang, fert tú líkasum við honum til restina av bólkinum, og onkursvegna heldur tú, at tað er
Tað hevur vanligi arbeiðarin ongan verðins kjans til, sigur hann. - Loyndarmálið er, greiðir Lazaro frá, at fiskimaðurin hevur havt møguleika at koma í fremmandar havnir, har hýran verður útgoldin í dollarum [...] lagið gott á reiðaranum, og hann hevur atgongd til dollarar, verður útgoldið í fremmandum valuta. Og tað skramblar í kassanum. Lazaro Gomes tosar av royndum. Hann hevur síðan á heilt ungum árum verið sjómaður [...] hann var upp á tað ringasta í níti árunum, hevur ongin bati verið hjá kubanarum, letur Rafael at. Tað merktiskt sjálvandi allarmest fyrst í níti árunum, men minkingin hevur staðið við alla tíðina. Til
Stewart býr í Onglandi. Hann hevur drúgvar royndir í oljuídnaðinum í Skotlandi, og í dag er hann fíggjarstjóri í bretska oljufelagnum Dana Petroleum, sum hevur eitt marknaðarvirði uppá 250 mill. dollarar [...] Stewart hevur verið í nevndini í Føroya Kolvetni síðani felagið varð stovnað. Hinir nevndarlimirnir eru Meinhard Jacobsen, Nils Sørensen og Olaf Olsen. Í dag hevur Føroya Kolvetni 3 mill. kr. í partapeningi [...] oljumaður, ið hevur verið í vinnuni í umleið 15 ár. Hetta er ?risikobusiness?, og tí mást tú fordeila váðan. Heldur hava ein møguleika í 10 holum og har hava 10% tjans, enn 100% tjans í einum holi. Graham
Tað kunnu føroyingar hugsa um í framtíðini. Umráðandi var ikki at ræða oljufeløgini, og man kann altíð broyta lógir aftaná, um tað er neyðugt, men finnið oljuna fyrst. Í dag, nú treytirnar eru meira ella [...] kann gera tað sera tiltrekkjandi sæð frá einum skattasjónarmiði. Føroyingar eru ikki bundnir at krøvum frá ES. -Finna tit nakað, so er tað fantastiskt. Tað skal so lítið til í Føroyum, og tí mugu vit ikki [...] vit mugu ikki gloyma, at føroyskur sjógvur er tann mest vandamikli í verðini, her er tjúkt basalt, her er djúpt og dýrt at leita. Ger tú tað uppaftur truplari við at at áseta høgar serskattir ol. so er bara
fortelja, so tú nærum kendi teg sjálvan vera við í hendingunum, og tú ímyndaði tær fólk, sum tú aldrin hevðí sæð. Hann hevði tað sjáldsama hegni, at síggja skemti í tí mest ávarsama og álvaran í tí skemtiliga [...] fór upp í bretska herin. Gjördi tá millum annað hertænastu í Týskalandi. Men ov langt verður at greiða ævisögu hansara út í æsir, tí hann fór víða og upplivdi meira enn flest onnur. Hann tók prógv í búskapafröði [...] hitti tú landsmenn, her kundi tú frætta tíðindi heiman, og her kundi tú leita tær hjálp, um hon var tær fyri neyðini. Og tað er júst í hesum umhvövi, vit best kenna Karl. Hann hevði stóran áhuga fyri öllum
hóast tað hevur tað mangan verið stavað skeivt, sigur Erling, sum eingin skyldfólk hevur í Føroyum, og tí hevur sítt eftirnavn frá donskum ættarfólki. Men vinir, ja, teir hevur hann nógvar av í Føroyum. [...] fólkinum. Hann hevur verið sjeyti ferðir á oyggjunum seinastu 35 árini, og hann sigur seg hava fleiri vinfólk í Føroyum, enn hann hevur í Danmark, har hann býr og arbeiðir. Konan hevur verið við á nógvum [...] ársbyrjan í ár var Braun lagt saman við Gillette, sum hevur átt Braun síðani 1967. Nýggj leiðsla kom í Danmark, sum nú hýsir høvuðsskrivstovuni hjá nýggja Gillette Group í Norðurlondum. Og 9. juni í ár hevði
undrar meg stórliga, at tú ikki veitst betri um peningaviðurskiftini á Kuba, enn tú letst, tá tú gert viðmerkingar til inntøkuna hjá fiskimanninum. Tú villleiðir beinleiðis fólk, tá tú sigur ein peso hava [...] neyðugt at vera nógvar dagar í landinum fyri at sanna tað. So kemur tú við vanligu ramsuni av dømum, sum skulu prógva, hvussu væl stendur til á Kuba. Lat okkum taka tey í somu røð, tú setir tey upp: Øll skúlagongd [...] vekslaði ongantíð dollara um, tí eingin skoytti um teirra egnu pengar. Síðan fert tú undir at viðgera handilsstongsulin, USA hevur í gildi móti Kuba. Og spyr samstund-is, hví eg ikki havi spurt, hví ongar vørur