Tað er grundaboð í Suðuroy. Bátar eru í løtuni í ferð við at reka hana inn á Hvalba og teir eru akkurát komnir í fjarðarmunnan við henni. Grindamenn siga, at tað er ilt at meta um, hvussu stór hon er, [...] men sagt verður, at tað er heilt fitt av grind.
Glitnir lata dyrnar upp kl. 13.00. tá verður turr grind, spik og epli á skránni saman við úrvalinum barrvørðurin annars hevur at bjóða. Kl. 14.30 stendur bussurin klárur uttanfyri og koyrir væl upphitaðu [...] upphitaðu áskoðararnar, tað verið seg HB arar, B36 arar ella uttanveltaði ókeypis niðan í Gundadal. nud
føroyingar fingið prógv í at avlíva hval. Tað er úrslitið, nú Jústinus Olsen, djóralækni, hevur ferðast landið runt og hildið skeið í at avlíva hval. Reglurnar um at drepa grind eru broytt og frá 1. mai [...] hevur Fiskimálaráðið stíla fyri, at Jústinus Olsen hevur ferðast kring landið at halda skeið í at drepa grind. Tey, sum hava verið á skeiði, hava fingið prógv um, at tey nú hava loyvi at avlíva hval og [...] at avlíva hval. Og nú tey eru liðug at halda skeið í hesum umfari, sigur Jústinus Olsen, at heili 2230 fólk hava verið á skeiði og hava fingið prógv í at avlíva hval. Grindadráp hevur altíð verið fyri mannfólk
sum møtti í Føroya rætti í morgun, ákærd fyri brot á grindalógina í samband við grindina í Sandavági 12. august, var eisini ákærd fyri brot á grindalógina í samband við merkingina av grind í Fuglafirði [...] merkingum aðrastaðni í heiminum. Dómarin fríkendi hana tó ungu amerikukvinnuna í rættinum í morgun. Verjin hjá Sea Shepherd her í Føroyum, Jógvan Páll Lassen, førdi undir sakini fram, at í Fuglafirði var jú [...] jú ikki talan um grindadráp, men um merking av grind og tí kundi grindalógin ikki nýtast sum grundarlag undir ákæruni. Dómarin segði seg partvís samdan við ákæranum, men segði, at unga kvinnan hevi forbrotið
Føroyingar eru ikki limir í ES, men vit eru í danska ríkinum og Danmark er limur í ES. Og nú um dagarnar boðar Sea Shepherd frá, at felagsskapurin hevur klagað donsku stjørnina fyri ES fyri at fáa ES ko [...] stjørnin hevur bundið seg til í teimum trimum sáttmálunum. Í hesum sambandi vil Sea Shepherd hava ES at áleggja dønum at syrgja fyri, at føroyingar gevast at drepa grind. Umhvørvisfelagsskapurin vísir [...] at hon leggur seg ikki út í grindadráp í Føroyum. Men ta støðuna heldur Sea Shepherd upp á, at tey kunnu mótprógva, tí felagsskapurin førir fram, at danska vaktartænastan í Føroyum hevur lagt uppí, tá
at grindadráp fer at fáa ein leiklut í valstríðnum til danska fólkatingið, sum verður í seinasta lagi á sumri í 2023. Ein nýggjur flokkur er nevniliga stovnaður í Danmark. Talan er um Veganerpartiet og [...] hjá teimum er nevniliga at fáa okkum at gevast at drepa grind. Í hesum sambandi hevur formaðurin í flokkinum, Michael Monberg, verið á ferð í Føroyum við tí endamáli at varpa ljós á grindadráp. Hann sigur [...] sum ikki eta kjøt ella fisk, ella nakað av djórum, hvørki egg, ella annað. Hjartamálini hjá teimum í valstríðnum eru rættindini hjá djórum, veðurlag, umhvørvið, og mangt annað á tað borðið. Harumframt
formaður í Grindamannafelagnum. Tað gjørdist greitt í gjár, tá aðalfundur var hjá felagnum. Fundurin varð hildin í hølunum hjá Dugna við Áir, og tá segði Ólavur Sjúrðaberg, at hann verður formaður í eitt ár [...] koronutilmæli í sambandi við grindadráp, tí kjak hevur verið, um rætt var og er at drepa grind, tá so nógv fólk møtast. – Grindamenn og sýslumenn hava dugað sera væl at skipa fyri, so vit kunnu hava grind, segði [...] ár aftrat. Hans Jakke Hermansen, sum hevur verið virkin í Grindamannafelagnum í nógv ár, bæði sum nevndarlimur og formaður, tók ikki við afturvali. – Felagið takkar Hans Jakka fyri tíðina og hansara stóra
var grindin í Gøtu betri enn so. - Miðaltalið í Gøtu var omanfyri sjey skinn 7,3 skinn. Og tað má sigast at vera rættiliga gott, sigur hann við Sosialin. Í februar mánaði í ár var eisini grind, og var henda [...] 5,0 skinn í miðal 1966: 13 grindir, 1485 hvalir, 6956 = 4,6 skinn í miðal 1976: 6 grindir, 532 hvalir, 3272 skinn = 6,2 skinn í miðal 1986: 20 grindir, 1676 hvalir, 10708 skinn = 6,3 skinn í miðal 1996: [...] 1512 hvalir, 11095 skinn = 7,3 skinn í miðal 2005: 6 grindir, 302 hvalir, 2194 skinn = 7,3 skinn í miðal 7. august 2006 í Gøtu: 131 hvalir, 950 skinn = 7,3 skinn í miðal Kelda: Hagstovan
Granskarar á Havstovuni eru júst heimkomnir av verkstovu í Nuuk millum samstarvspartarnar í granskingarskránni um Havgransking í Norðuratlantshavi. Hetta skrivar Havstovan á hav.fo. Á verkstovuni vóru [...] fýra verkætlanunum, sum byrjaðu í 2022, viðgjørd. Talan er um verkætlananirnar COPS, FjordProcess, Blue ocean og TOPLINK. Havstovan er við í øllum fýra og hevur leiðsluna í tveimum av teimum. PhD studentar [...] útbreiðsluøkið við Føroyar og í Eysturgrønlandi er fyri fyrstu ferð ávíst við merkingum. Eisini varð kunnað um menning av arbeiðsháttum at greina aldur og nøring hjá grind og springara, umframt eitt fullfíggjað
umstríddi felagsskapurin, Sea Shepherd, arbeiðir í hesum døgum við at fyrireika stóra grindamótmælið, tey áður hava fráboðað, skal vera í Føroyum í summar og í heyst. Í hesum sambandi er ein stórur partur av arbeiðnum [...] kunnu koma til Føroyar í summar at mótmæla grindadrápi. Og tað er ikki hissini uppgáva, tey skulu taka á seg, tí ætlanin er at vera í Føroyum frá fyrst í næsta mánað til fyrst í oktober, sigur felagsskapurin [...] fleiri hundrað í tali, bæði á sjógvi og landi, har tey skulu verja strendurnar, so at grind ikki kann haldast til. Nakað síðani vóru fýra umboð fyri Sea Shepherd í Føroyum sum eitt lið í fyrireikingini