Nú hava 2230 føroyingar fingið prógv í at avlíva hval.
Tað er úrslitið, nú Jústinus Olsen, djóralækni, hevur ferðast landið runt og hildið skeið í at avlíva hval.
Reglurnar um at drepa grind eru broytt og frá 1. mai eru tað bara løggildir grindamenn, sum hava loyvi til at avlíva hval.
Tí hevur Fiskimálaráðið stíla fyri, at Jústinus Olsen hevur ferðast kring landið at halda skeið í at drepa grind.
Tey, sum hava verið á skeiði, hava fingið prógv um, at tey nú hava loyvi at avlíva hval og frá 1. mai verða tað bara fólk við grindaprógvi, sum hava loyvi at avlíva hval.
Og nú tey eru liðug at halda skeið í hesum umfari, sigur Jústinus Olsen, at heili 2230 fólk hava verið á skeiði og hava fingið prógv í at avlíva hval.
Grindadráp hevur altíð verið fyri mannfólk og eyðvitað eru nógv tey flestu, sum hava verið á skeiði, mannfólk.
Djóralæknin sigur, at av teimum, sum hava verið á skeiði, eru 2200 menn, men tað hava eisini 30 konufólk verið á skeiði.
Jústinus Olsen sigur, at frammanundan hevði hann onga hugmynd av, hvussu nógv fólk fóru at koma á skeiðini.
Men hann sigur, at lutfalsliga hava nógv mest suðuroyingar verið á skeiði. Hann sigur, at tilsamans hava heili 389 suðuroyingar verið á skeiði og eftir fólkatalinum er tað nógv størsta talið í landinum.