Tað eina umboðið fyri Sea Shepherd, sum møtti í Føroya rætti í morgun, ákærd fyri brot á grindalógina í samband við grindina í Sandavági 12. august, var eisini ákærd fyri brot á grindalógina í samband við merkingina av grind í Fuglafirði 24. august.
Hon var ákærd fyri at hava runnið út á sjógv, meðan fólk frá Náttúrugripasavninum royndu at merkja hvalir til vísindaligt endamál.
Undir rættarsakini royndi ákærin, Linda Hesselberg, at vísa á, hvussu stóran vísindaligan týdning slíkar merkingar hava, hvat um ræður okkara kunnleika um grindahvalin. Hon vísti eisini á, at hetta vóru merkingar, sum vóru heilt vanligar at brúka um allan heim og at Sea Shepherd eisini hevur gjørt sær dælt av slíkum merkingum aðrastaðni í heiminum.
Dómarin fríkendi hana tó ungu amerikukvinnuna í rættinum í morgun. Verjin hjá Sea Shepherd her í Føroyum, Jógvan Páll Lassen, førdi undir sakini fram, at í Fuglafirði var jú ikki talan um grindadráp, men um merking av grind og tí kundi grindalógin ikki nýtast sum grundarlag undir ákæruni.
Dómarin segði seg partvís samdan við ákæranum, men segði, at unga kvinnan hevi forbrotið seg móti politiviðtøkunum. Hon valdi tó ikki at revsa hana fyri hetta. Unga kvinnan fekk tí eina bót á 25.000 krónur fyri brot á grindalógina undir grindini í Sandavági, og ikki tær 60.000 krónurnar, sum ákærin kravdi.










