Ólavur Sjúrðarberg heldur fram sum formaður í Grindamannafelagnum. Tað gjørdist greitt í gjár, tá aðalfundur var hjá felagnum. Fundurin varð hildin í hølunum hjá Dugna við Áir, og tá segði Ólavur Sjúrðaberg, at hann verður formaður í eitt ár aftrat.
Hans Jakke Hermansen, sum hevur verið virkin í Grindamannafelagnum í nógv ár, bæði sum nevndarlimur og formaður, tók ikki við afturvali.
– Felagið takkar Hans Jakka fyri tíðina og hansara stóra og ótroyttiliga arbeiði, segði Ólavur Sjúrðaberg, formaður.
Men Hans Jakke Hermansen var tó til staðar, og hann var orðstýrari til fundin. Hann helt eisini eina røðu um tíðina, hann hevur verið við og segði, at tað hevur verið gevandi og spennandi at fáast við.
Aðalfundurin var annars eitt sindur forsinkaður, tí ætlanin var, at hann skuldi vera í mars, men av ymsum orsøkum varð hann útsettur til nú, 17. apríl. Hetta var hin 27. aðalfundurin, síðan felagið varð stovnað í 1993.
Ársfrágreiðingin, ið varð løgd fram, er at meta sum fyri 2019 og 2020, og árini eru at meta sum miðal góð, segði formaðurin.
Formaðurin vísti annars eisini á koronutilmæli í sambandi við grindadráp, tí kjak hevur verið, um rætt var og er at drepa grind, tá so nógv fólk møtast.
– Grindamenn og sýslumenn hava dugað sera væl at skipa fyri, so vit kunnu hava grind, segði Ólavur Sjúrðaberg.