Tað er nógv, sum bendir á, at grindadráp fer at fáa ein leiklut í valstríðnum til danska fólkatingið, sum verður í seinasta lagi á sumri í 2023.
Ein nýggjur flokkur er nevniliga stovnaður í Danmark. Talan er um Veganerpartiet og talan er sostatt um fólk, sum ikki eta kjøt ella fisk, ella nakað av djórum, hvørki egg, ella annað. Hjartamálini hjá teimum í valstríðnum eru rættindini hjá djórum, veðurlag, umhvørvið, og mangt annað á tað borðið. Harumframt fara tey eisini at upplýsa um fyrimunirnir við einum veganskum livihátti. Og samstundis skal bann setast fyri øllum vanligum landbrúki við húsdjórum.
Og nú hava tey eisini vent eyguni ímóti Føroyum, tí eitt av hjartamálunum hjá teimum er nevniliga at fáa okkum at gevast at drepa grind.
Í hesum sambandi hevur formaðurin í flokkinum, Michael Monberg, verið á ferð í Føroyum við tí endamáli at varpa ljós á grindadráp.
Hann sigur, at hann roynir at birta upp undir kjak um grindadráp og tí hevur hann sett herróp ímóti grindadráp fremst á facebook vanga sínum og eitt endamál er eisini at fáa fólk at gera vart við seg og at mótmæla grindadráp.
Og tað ger hann við herrópum sum »Latið grindina fara« - á føroyskum, og »Jeg er imod grindedrab« á donskum. Men eisini herróp á enskum sum »I do noi support the grund« og »Danes do not support the grind«.