Tá hesi somu fólk nú leika í um tað, sitandi samgonga ger, skal tað síggjast í hesum ljósinum: Tey settu sær fyri at loysa uppgávuna, men megnaðu tað ikki. Tað, tey í veruleikanum eru so ill um, er teirra [...] ómegd sum hevur gjørt, at Høgni nú hevur ábyrgdina. Ikki perfekt Eg haldi persónliga, at tað var ómetaligt spell, at eingin semja bleiv við Sambandsflokkin. Serliga tá vit hava hoyrt, at Sambandsflokkurin [...] fiskiloyvini fyri 10 árum síðani blivu uppsøgd – m.a. av núverandi andstøðuflokkum – bleiv sagt, at vit skuldu hava eina nýggja fiskivinnuskipan. Síðan hava nógvir flokkar – eisini verandi andstøðuflokkar
Hyggja vit eftir veljarakanningunum standa Tjóðveldi og Samband til at vinna. Høgni Hoydal situr rættiliga tryggur í sessinum, meðan Fólkaflokkurin má rokna við at missa mannin, nú Anfinnur Kallsberg ikki [...] eisini her møguleikan at marknaðarføra ein møguliga nýggjan leiðara í flokkinum, nú tað ikki er nakað dulsmál, at ikki øll eru so fegin um verandi formannin. Um fyrrverandi formaðurin og verandi tingformaður [...] fólkatingsval koma sera illa við til løgtingsvalið. Og øvugt, eitt gott val nú kann fáa stóran týdning fyri løgtingsvalið. Nú veldst so um, hvussu væl telvað verður ella hvør situr við bestu trumfunum.
keypti »Nólsoyar Páll«, sum heldur seg hava gjørt stórt kvettið. Hvør ið ongantíð ger kvettið, tað eru vit føroyingar. Tað er næstan, sum tá ið myndugleikar okkara seldu italiumonnum »Teistan« fyri nærum [...] ið tað er neyðugt. Vælsignaðir menn! Takið nú av danska tilboðnum og keypið »Beskytteren«! So kunnu tit byggja nýtt skip, tá ið ráðini verða betur. Latið nú vera við at halda føroyska fiskimannin fyri [...] Teir seldu »Ólav Halga« og sita nú eftir við bara »Tjaldrinum«, sum einsamalt ikki megnar at røkja vaktar- og bjargingarskyldurnar. Fiskarin er tann, sum lýðir undir hesum sum so mangan. Teir leigaðu »Nim«
orðatakið, og satt er tað. Vit eru ongatíð trygg, hvar vit fjakka á foldum. Óhappið, ja, deyðin finnur øll. Trygdin er einans at finna í tí, at vit vandra fyri Guds ásjón, hvar vit enn ferðast á landi ella [...] Gjógv. Tað er greitt frá hesi vanlukku í røðini vit høvdu í Miðvikuni við Dinnufíu Ferjá frá Gjógv. Men afturat Kristinu farast tvey suðuroyaskip. Hesi eru Helena við 20 monnum og Karin við 13 monnum. Í [...] februar av Tvøroyri yvir á Suðurlandið, men General Gordon spurdist ikki aftur. Teir eru komnir nakað nær Íslandi, tá ið teir eru burturgingnir, tí Poul Johannes Beder í Vági, vanliga nevndur Pollurin, førdi
Fløguútgáva Kanska mest eftirbíðaða fløgan seinnu árini Morning Dew hjá Høgna Lisberg er nú endiliga komin í handlarnar. Eg hitti 23 ára gamla leirvíkingin á Oyrasundskollegiinum á Amager, har hann saman [...] finna eitt stað, har vit kunnu seta okkum uttan, at farteldan ella eg verða smurd alt ov illa inn í máling. Høgni tykist á onkran hátt eitt sindur friðsælur. Hann greiðir frá, at nú er eitt ár síðan, at [...] Pavarotti ella Eivør, so er útrykki so erligt og sjarmerandi, at tú noyðist at elska røddina. Trummurnar eru ikki lagdar á hyllina, og hann spælir eisini trummir á báðum fløgunum, men live spælir hann ofta uttan
á odda í landskappingini í alt ár, men nú tað veruliga byrjar at telja, tykist havnarliðið hava stórar trupulleikar við at fóta sær. Í dystinum sunnudagin sóu vit enn einaferð alt ov nógvar av leikarunum [...] glottar at síggja í verjupartinum, har stríðsviljin var betur, enn hann leingi hevur verið. Nú trý umfør eru eftir at leika, liggur Kyndil ájavnt við VÍF og Neistan í stigum á ovastu rók, men hóast havnarliðið [...] vóru teir grønu úr Havn so mikið langt á odda, at eingin fekk fatur á teimum aftur. Men H71 hevur nú í fýra landskappingardystum í hesum kappingarárinum sett fót fyri Kyndil, sum bert hevur fingið eitt
er stórur. Koma vit so langt, so flytir fólkið aðra staðni, og tað halda vit øll hevði verið spell. Men hvat droymir tú um, sum vit ikki hava nú? ? Mentunarlig líkasæla er deyðasynd. Vit skulu hava eitt [...] mugu vit spyrja okkum sjálvi, um vit ikki eiga at skrúva hana øðrvísi saman. Og hvør skal gera tað? ? Í skúlanevndum skulu m. a. vera skúlafólk, men eg haldi ikki, at tað er neyðugt, at tað bara eru skúlafólk [...] Meinhard Jacobsen og Egil Olsen ? tosa um, at um vit granskaðu, so kundu vit rokkið einum milliarda útflutningsvirði bara burturúr høvdum og hinum, sum nú fer til slógv ella tað, sum verður trampað út gjøgnum
at miðnámsskúlunum, sum eru fullir av gentum. Hvussu ber tað so til, at tá vit bæði hava fortreytirnar og viljan til politiska javnstøðu – um ikki annað nøkulunda – at vit eru so ekstremt aftarliga? Demokratia [...] men kortini líkjast vit í so máta burturúr í norðurlendsku familjuni. Vit sleikja botnin við bara 9% kvinnum í løgtinginum og 0% í landsstýrinum, og í kommunustýrisumboðan liggja vit næstniðast. Útbúgv [...] skulu tær ikki noyðast. Punktum – hvør skal siga, friður veri við tí, og so tosa vit ikki meira um tað. Men er tað nú eitt serliga sunt samfelagstekin, at fáir borgarar hava áhuga í politikki? Er eyðkennið
sagt er, at hvat nú um ein finala verður bert við somu tónleikarunum? Har vil eg siga: Og hvat so? Um nakrir tónleikarar veruliga eru so góðir, at teir megna at mynda eina finalu, so eru teir nóg góðir. [...] Broytingarnar til Prix Føroyar næsta ár eru nógvar, men tann størsti trupulleikin er, at ongin tónleikari sleppur at spæla í meira enn einum bólki, sigur Niels Uni Dam, sum vit kenna frá millum annað MC Hár. Niels [...] Niels Uni vísir á, at tað eru fleiri tónleikarar, sum eru við í fleiri bólkum, og hann metir ikki, at fyrireikararnir eiga at siga, hvussu nógvum bólkum hvør einstakur kann verða við í. ? Fyrireikararnir
avtalu, sum hinar stóru kommunurnar, so har eru viðurskiftini eisini fingin í rættlag. Hinvegin hevur KommunufelagFøroya ikki góðtikið avtaluna. Men kortini eru tað fleiri kommunur, í Føroya Komunnunufelag [...] savnsrøktina í teirra skúlum eftir omu avtalu. Men enn eru nógvar kommunur í Føroya Kommunufelag eftir, sum ikki vilja gjalda eftir semjuni. Og tað eru lærararnir í hesum skúlunum, sum ikki sleppa at keypa [...] á hesum skúlunum eru ikki umfataðir av blokadunum. Moltnar undir Kommunufelagnum Er hetta í grundini ikki bara at revsa lærararnar sjálvar, tí mugu hava børnini undir øllum umstøðum, nú fáa teir bara onki