Teir seldu »Ólav Halga« og sita nú eftir við bara »Tjaldrinum«, sum einsamalt ikki megnar at røkja vaktar- og bjargingarskyldurnar. Fiskarin er tann, sum lýðir undir hesum sum so mangan. Teir leigaðu »Nim«, sum ikki kundi brúkast, og teir keyptu »Nólsoyar Páll« úr Fraklandi, sum síðan varð seldur av landinum aftur fyri lítið og lætt. Breti keypti »Nólsoyar Páll«, sum heldur seg hava gjørt stórt kvettið.
Hvør ið ongantíð ger kvettið, tað eru vit føroyingar. Tað er næstan, sum tá ið myndugleikar okkara seldu italiumonnum »Teistan« fyri nærum minni enn tað, ið tað hevði kostað at gera hann sølukláran. Teir, ið keypa frá okkum, halda sge altíð gera kvettið. Okkurt má vera galið hjá okkum. Politikkararnir hava verið ídnir eftir at givið Jóan Carl Høgnesen skuldina, men nú er tað prógvað, at tað var ikki Jóan Carl, sum keypti »Nólsoyar Páll«, men Ivan Johannesen, táverandi landsstýrismaður, sum hevur skrivað undir keypsáttmálan saman við Kaj P. Mortensen, fiskivinnustjóra og sostatt hægsta embætismanni fyri Vaktar- og Bjargingartænastuna.
Nú í seinastuni er komið undan kavi, at tað stendur okkum í boði fyri eina ferð skuld at gera kvettið og fáa danska sjóverjuskipið »Beskytteren« sera lagaliga til leigu ella til keyps. Men nei, okkara menn vilja ikki gera kvettið. Teir skulu byggja nýtt og dýrt, sjálvt um vit als ikki hava ráð til tess.
Mítt tilmæli til tykkara er, at tit hava av hesum danska tilboði, keypa og manna »Beskytteren« við góðari føroyskari manning, tí eitt er vist, tað er ikki manningunum, nakað er galið við. Onkur sigur, at tað ganga fleiri manningar og bíða frá tí, tit seldu Ólav Halga.
Við »Beskyttaranum« verður kanska ein annar trupulleiki eisini loystur. Tá ið kreppan leikaði harðast á Føroya og Danmarkar millum um bankamálið, vóru kanónirnar tiknar í land av føroysku verjuskipunum. Tey hava síðan siglt sum skerdir fuglar. Við at fáa fatur í »Beskytterinum« fæst kanska onkur kanónin við eisini, sum ger føroysku vaktarskipini aftur til tað, tey eiga at vera.
»Tjaldrið« fær betri møguleikar at røkja verju- og bjargingarskyldur sínar inni á sjónum til gans fyri útróðrarmenn, um »Beskytteren« sum føroysk skip við føroyskari manning kann taka sær meiri av skyldunum úti á havinum og longri burtur, tá ið tað er neyðugt.
Vælsignaðir menn! Takið nú av danska tilboðnum og keypið »Beskytteren«! So kunnu tit byggja nýtt skip, tá ið ráðini verða betur. Latið nú vera við at halda føroyska fiskimannin fyri tað turra spott!
Frits Olsen,
útróðrarfelagsform, Klaksvík










