Sýna fram egna ómegd

Tey, sum skelda mest um fiskivinnupolitikkin, hava sjálv tveitt handklæðið í ringin

 

Sjúrður Skaale

 

Tá fiskiloyvini fyri 10 árum síðani blivu uppsøgd – m.a. av núverandi andstøðuflokkum – bleiv sagt, at vit skuldu hava eina nýggja fiskivinnuskipan.

 

Síðan hava nógvir flokkar – eisini verandi andstøðuflokkar – aftur og aftur sett sær fyri at fremja nýskipanina.

 

Men teir hava ikki gjørt tað. Teir hava ikki viljað farið undir tað stóra stríðið, tað krevur. Teir hava ikki viljað rindað tann politiska prís, sum tað kostar. Teir hava ikki havt dirvið til at staðið við tað, teir hava fráboðað í valstríðunum.

 

Teir hava, stutt sagt, ikki megnað tað.

 

Og tá ein politikari ikki klárar at gera nakað, sum má gerast – so letur hann tað upp í hendurnar á onkrum øðrum. Onkrum sum má gera tað, viðkomandi ikki kláraði.

 

Orsøkin til, at Høgni Hoydal og sitandi samgonga nú standa við uppgávuni, er bara hendan: Onnur, sum hava havt hana, hava ikki loyst hana. Tey hava ikki torað ella dugað ella klárað tað. Tey hava tveitt handklæðið í ringin.

 

Tá hesi somu fólk nú leika í um tað, sitandi samgonga ger, skal tað síggjast í hesum ljósinum: Tey settu sær fyri at loysa uppgávuna, men megnaðu tað ikki. Tað, tey í veruleikanum eru so ill um, er teirra egnu ómegd. Tí tað er hendan ómegd sum hevur gjørt, at Høgni nú hevur ábyrgdina.

 

Ikki perfekt

Eg haldi persónliga, at tað var ómetaligt spell, at eingin semja bleiv við Sambandsflokkin. Serliga tá vit hava hoyrt, at Sambandsflokkurin fekk 90% av sínum politikki við. Tað er altso nógv longri millum Sambandsflokkin og Fólkaflokkin enn tað er millum Sambandsflokkin og samgonguna. At eingin semja kundi gerast kortini sigur eitt sindur um føroyska politiska mentan...

 

Eg haldi eisini at uppboðssøluparturin í uppskotinum higartil hevur verið í so stórur, og at óttin fyri útlendskum kapitali er yvirdrivin, tá nú tilfeingisgjaldið verður tikið inn.

 

Men tað er heldur eingin samgonguflokkur og eingin samgongulimur, ið heldur alt vera perfekt. Soleiðis er at gera semjur.

 

Sum heild er kortini eingin ivi um, at nýskipanin eitt stórt og neyðugt stig rætta vegin.

 

Klárar sitandi samgonga ikki at bera hana gjøgnum tingið – við ella uttan stuðli úr andstøðuni – kann hon illa aftaná seta niður á onnur, tí tey velja eina aðra loysn. Tað hevði verið at útstillað egna ómegd.

 

Júst sum tey, ið nú skelda mest, útstilla sína ómegd.