kanningar og uppruddingararbeiði í tveir mánaðir í San Francisco. Tann jarðskjálvtin var rættiliga kraftigur, og fleiri brúgvar duttu niður, og fleiri fólk lótu lív. Eldur kom í San Francisco og minnist [...] kortum og tekningum. Vit høvdu eisini vatn og soviposa við. Spøkilsisbýur Tað var bæði spennandi og eitt sindur nervapirrandi at fara avstað. Vit vistu ikki nógv um, hvussu stórur skaðin var og vistu tí [...] burtur í onnur lond at nema sær útbúgving og sum síðani festi røtur har. Hann er útbúgvin civilverkfrøðingur og hevur seinastu 15 til 20 árini verið við í kanningarð og uppruddingararbeiði í sambandi við j
HB vanligani er sterkast, var GÍ við yvirlutan, og landsliðsleikarin hjá GÍ, Súni Olsen, hevði ovmikið av plássi til at liggja og reika aftur og fram og lúra eftir møguleikanum fyri at sleppa framat við [...] glotti, og tað gav eisini úrslit. Nærum ein hálvur tími var leiktur, tá ið Kári Nielsen hjá HB sendi Heðin á Lakjuni avstað í vinstra borði. Kviki klaksvíkingurin var knappur og sendi væl innfyri, og har var [...] Heine Fernandez, hægstur og stútaði bóltin í mál til 1-0 til gestirnar. Hetta var ikki heilt í tráð við dystargongdina, men málið hjá Fernandez fekk leikararnar hjá HB at vakna við, og næstu løtuna var betur
Heimsatlasinum frá 1993, stóðu í formælinum og eru stutt lýstar hesar: “Høv, flógvar og víkir, firðir og sund, fjøll, nes og høvdar, vøtn áir og oyðimerkur og tílíkt eru føroyskað. Landanøvn eru føroyskað [...] 1:100.000, og lidnu kortini eru keypt frá Kort- og Matrikelstyrelsen í Keypmannahavn. Næstu grannalond okkara fáa hesa rúmd: Danmark í stødd 1:1.250.000, Ísland 1:1.400.000, Noreg, Svøríki og Finnland 1:3 [...] 000.000, Grønland í stødd 1:10.000.000. Ein nýgjørd opna, tvær blaðsíður, fer at varpa ljós á Keypmannahavn og Oyrarsundsøkið, har evnið er samskifti, lendi, ídnaður, inn- og útflutningur. Sama kortaslag
Hansen og OB. AGF eyðmýkt Óli Johannesen og AGF vóru á útivølli á Riisvangen stadion í Århus. Tað gongur á allan hátt av skriðuni hjá AGF, og tað sást aftur í steypadystinum, sum teir taptu 1?0 ímóti [...] við í Vejen. Roy Hodgson hevði gjørt av, at Todi og onkrir aðrir av føstu monnunum ? eitt nú Zuma og Niclas Jensen ? skuldu vera eftir í Keypmannahavn og hvíla, so teir vera heilt væl fyri, tá FCK sunnudagin [...] skoraði í 9. og 13. minutti, og so var alt avgjørt. Sigurin varð sligin rimmar fastur í næstsíðsta minuttinum. Í Odense gjørdu teir undan dystinum nógv burturúr hagtølunum, sum søgdu, at OB og B1909 tríggjar
vinir og sítt gamla arbeiðspláss. - Tað er altíð gott at koma aftur til Føroyar, sigur hann. Hann og konan hava verið í Føroyum eina tíð, men fara avstað aftur leygardagin til New Zealand. Og hagar eru [...] Rebekka og Niclas. Tey búgva á einum lítlum garði, einar 20 km. frá nærmasta býi. Men tað er eingin trupulleiki, tí góður vegur gongur beint framvið. Til garðin hoyra 10 hektarar av jørð, og her hevur [...] hevur hann bæði seyð og neyt gangandi. Og her livir hann eisini eitt virkið lív sum slaktari í egnari fyritøku við navninum Whaka Quality Meat dygdarkjøt frá Whaka. Og tað er ikki uttan orsøk, at Símin kann
fólkafundurin var í SALT. Smyril má hava avloysaraskip, og siglingin má vera trygg og støðug, so at tað er tíðarhóskandi og gagnligt fyri suðuroyingar og føroyingar alra! Tað skal ikki verða ein trupulleiki [...] Lappaloysnir og eitt oyra her og der er bert eitt plástur fyri, meðan okur bløða út, ung og vitan, sum ikki fær arbeiði ella trívist. Her skal bind ella skurðviðgerð til fyri at venda kósini. Ja stórar [...] suðuri eru verkafólk og um fjarstøðan til Suðuroyar ikki er nakar trupulleiki, sæð í eygum teirra norðanfyri Skúvoy, vís tað í verki! Um ikki annað flyt leiðslu og stovn suður og hav smærri deildir no
í partafelagsskatti stavar frá 7 - 10 árum síðani, og hesar krónurnar væntar Óli ikki at síggja nógv aftur av. A-skatturin verður tikin inn aftur ígjøgnum árið, og B-skatturin verður eisin arbeitt við [...] eftir, og tí ikki kunnu reka nakað vinnuligt virksemi. Óli Heinesen kennir í øllum førum einki dømi um, at vinnurekandi fólk - tí tey skuldu helst átt nakað - kunnu sleppa undan at gjalda skatt og halda [...] Tað, sum talan er um, eru sosialir taparar í landinum. Og støða verður tikið til hvørt einstakt mál hvørja ferð, sigur Óli Heinesen. Kommunan og Landsstýrið Tá ið ein persónur søkir um at verða frítikin
dóttir til bóndahjúnini Jóannis og Amaliu Johannesen úr Miðstovu í Trøðum á Sandi. Sigurd og Turið ældu upp fimm børn, fýra gentir og ein drong, Áslu, Tóru, Óluvu, Jón og Sunnuvu. Á yrkisleið síni royndi Sigurd [...] saman við tykkum og børnum okkara, at hugleiða um gerandisdagin, og tað ið kemur okkum við. Áhugavert, friðarligt og nærleikakent. Nú verður enn meira tómligt handan borðendan - og á beinkinum undir glugganum [...] seinastu tíðina. Hóast vitugur og klárur inntil seinasta tíman, so varð tilvita hjá honum og hansara nærmastu, at stundin varð komin, tá sigast skuldi farvæl. Sigurd var føddur 10. august 1923 í Húsavík. Foreldrini
vera um mammuna, og hetta var hon sera fegin um. Mamman og systkini hjá Esther, Lorensa, Súsanna, Ólavur og Hanus og teirra vóru eisini um hana, og tað sama er galdandi fyri mammu Símun og hansara systkin [...] grannar. Esther og Kirstin vóru javngamlar, tað var bert ein mánaði millum tær, og tær gjørdust vinkonur fyri lívið. Tær spældu saman, fylgdust í skúla og sótu ofta saman. Hjá Onnu og Lauritsi var eitt [...] eitt heim, har øll komu og kundu føla seg væl, og tað sama var inni hjá Margith og Nikkel. Her er framvegis sera væl millum húsini, hóast tey gomlu eru farin at eldast. Esther fór úr barnaskúlanum 14 ára
Í fimta og seinasta settinum kom Fleyr betur frá byrjan og legði seg á odda 4-1, men ÍF kom uppá 4-4 og seinni eisini 6-6. Tá so liðið úr Fuglafirði vann seg uppá 10-6, gekk tað bara ein veg, og settið [...] av liðnum eftir lokna kapping, og liðið, sum byrjaði hetta kappingarárið, var nógv broytt frá tí, sum vann gull í 2001. Og úrslitini vóru eisini hareftir: Átta dystir og átta ósigrar í grundspælinum. Tí [...] finaluna 3-2, og tað var uppiborið. Teir vóru betra liðið, og tað sæst eisini aftur í settúrslitunum, tí meðan ÍF vann síni trý sett rættiliga stórt, endaði bæði settini, sum Fleyr vann, 26-24. Eins og dysturin