Liðformaðurin hjá GÍ, sum eisini skeyt bæði málini hjá GÍ, heldur, at finalan kundi koppa báðar vegir.
? Málverjin hjá okkum hevði fleiri fantastiskar bjargingar, og tað gav okkum sigurin, heldur Magnus Skoralíð.
Hann er tó ikki nøgdur við spælið hjá sínum liði.
-? Tað kom ongantíð glið á spælið hjá okkum, og vit kundu spælt betur, sigur liðformaðurin. Hann heldur, at orsøkin er, at leikarar ikki eru vanir at spæla á grasi, og tí er tað torført at fáa tað vakra spælið fram.