Vit kenna ikki dagin. Eldra ættarliðið lærdi okkum frá barnsbeini, at dagar okkara her eru ármáldir.
Vit mugu tí sláa okkum til táls við, at tá dagurin upprennur, fellur tað okkum eins tungt, og kendu vit dagin frammanundan.
Álitismaðurin Sigurd Danielsen, hevur sagt okkum farvæl.
Sigurd varð komin til árs, nú hann - 85 ára gamalur - legði árarnar inn, eftir at hava strýðst við óndsynjaðu kreftina seinastu tíðina. Hóast vitugur og klárur inntil seinasta tíman, so varð tilvita hjá honum og hansara nærmastu, at stundin varð komin, tá sigast skuldi farvæl.
Sigurd var føddur 10. august 1923 í Húsavík. Foreldrini vóru Óli og Jacobina Danielsen á Breyt í Húsavík. Tey aldu níggju børn. Sigurd varð næst elstur av systkjunum, fýra brøður og fimm systrar.
Sigurd giftist heim á Sand við Turið, ið er dóttir til bóndahjúnini Jóannis og Amaliu Johannesen úr Miðstovu í Trøðum á Sandi. Sigurd og Turið ældu upp fimm børn, fýra gentir og ein drong, Áslu, Tóru, Óluvu, Jón og Sunnuvu.
Á yrkisleið síni royndi Sigurd ymiskt. Sum unglingi sigldi hann, eins og flestu føroyingar, tá í tíðini. Eitt tíðarskeið starvaðist hann sum bil- og maskinførari í familjufyritøkuni í Miðstovuni, men nógvu árini av yrkistíð síni gav Sigurd til Lansdsverk Føroya, tey seinastu inntil sjeyti ára aldur, var hann vegformaður fyri oynna.
At Sigurd varð mettur sum álitismaður kom ikki frá fremmandum. Faðirin, Óli á Breyt, bær eisini hesa tign. Hann røkti Sandoyar Sjúkrakassa í mong ár. Hann gekk millum bygdir at røkja skyldurnar, og varð mettur sera álítandi í bygdaløgunum. Fyri hetta ognaðist viðurkenning frá Drotningini av Danmørk.
Sigurd varð støðufastur maður, ið kendi sína vitjunartíð. Soleiðis lærdu vit hann at kenna sum børn, og soleiðis vilja vit minnast hann, nú vit nærkast hálvan mansaldur. Soleiðis vilja okkara eftirkomarar - ið hava liva seinastu árini saman við honum - eisini minnast abba sín.
Stórvaksni og prúði maðurin, nýtti sína tíð til dagsins verk, og setti eitt persónligt virði í, at fremja eitt dygdargott arbeiðið, til tess at onki skuldi takast upp eftirfylgjandi. Samstundis gav hann sær tíð til nærleikan, ið hevði so ómetaligan týdning fyri okkum børn. Ein maður í javnvág.
Tá deyðin kallar, býðst okkum stundir at hugleiða um løturnar, ið farnar eru afturum. Hóast tárini fella og vit hava lyndi at skeiglast, hugleiða vit í takksemi.
Løturnar, tá illfýsna verðurlagið legði sína tálmandi hond yvir oynna. Hvør tilkomin maður, ið hevði ansni fyri seyðinum, ella ættligum viðurskiftum - steðgaði á - inntil Sigurd hevði eftirhugt kringumstøðurnar, og givið boð.
Boðini vóru avgerandi fyri, hvørs maður skuldu fara av húsum, ella sláa seg til táls við støðuna. Í okkara oyggjasamfelagið, har veðurvánirnar skifta tíðum, koma slík boð bert frá manni, tú sjálvur torur at seta títt álit á. Sigurd var ein av hesum monnum.
Álitisstørv eru ikki altíð eins løtt, at fara um. Hóast tilvitan, er vandi fyri, at man rennur seg í støður, ein ikki sjálvur hevur ræði á. Hesar upplivdi Sigurd eisini á lívsleið síni, men hann bær tær virðiliga.
Sigurd, tú gjørdi ongantíð óneyðugt hóvasták burturúr. Tú hevði bæði mátt og mynduleika, tá tú setti gerð aftan orð. Tílík virðir síggjast bert aftur í persónum - sum á einhvønn hátt - hvíla í sær sjálvum.
Mynduleikanum fóru vit ikki skeiv av. Við tínum spaka framfýsni, legði tú lag á hjá okkum í barnaárum, eins og tú hegnisliga dugdi at handfara okkum sum tannáringar, bæði til gaman og álvara.
Tú gav okkum eisini íblástur til umhugsni.
Tá farast skuldi í Brekkuna eftir veðrunum, gekk tú undan. Eyguni í abbabørnunum, mintu okkum mest um jaligu brøgdini úr gomlu kvæðasøgunum. Fyri okkum, ið komnir eru til mans, gav framferðin virðing.
Í verkliga leikinum var tú elstur, tó fyrstur tá heystskurðurin skuldi takast. Elstur tó drúgvastur, tá seinasta krovi hekk á ásini. Elstur, men ongantíð ov seinur, at bjóða til borðs - saman við Turið, hjúnarfelaga tínum ígjøgnum eitt langt lív - har tú nýtti høvi, at verða frálíkur vertur.
Vit nýttu eisini møguleikan, saman við tykkum og børnum okkara, at hugleiða um gerandisdagin, og tað ið kemur okkum við. Áhugavert, friðarligt og nærleikakent.
Nú verður enn meira tómligt handan borðendan - og á beinkinum undir glugganum - næstu ferð vit taka skurðin. Kanska onkur abbasonurin finnur staðið. Saknurin eftir teg verður stórur, men minnini eru rík.
Til tykkum, Turið, børn og barnabørn, vit syrgja saman við tykkum.
Friður yvir minni um Sigurd Frits Danielsen.
Við virðing, og tøkk fyri tíðina okkum untist.
Familjunar vegna
bm