Til minnis um Esther Abrahamsen

Tann 2. februar andaðist Esther Abrahamsen, bert 51 ára gomul. Hóast hetta vóru tung boð, merkti tað kortini, at Esther fekk ein tiltrongdan og uppibornan frið fyri sína sjúku, sum hon hevur stríðst við í tolni í so mong ár.

Esther var ættað av Eiði, dóttir Onnu og Laurits Eidesgaard.  Anna er ættað úr Froðba. Tá hon fylti 90 ár tann 30.oktober var ein føðingardagsgrein um hana í FF-blaðnum, og kann hon finnast á heimasíðuni www.fiskimannafelag.fo, blað nr. 377.
 
Laurits var Eiðismaður, sonur Lorensu og Hanus hjá Lauritsi, sum var ein kendur útróðrarmaður á Eiði.
 
Sjálvur kom eg at kenna tey hjá Lauritsi fyri góðum 25 árum síðani, tá eg kom at kenna og  giftist við Kirstin.
 
Barnaheimini hjá teimum báðum vóru nærmastu grannar. Esther og Kirstin vóru javngamlar, tað var bert ein mánaði millum tær, og tær gjørdust vinkonur fyri lívið. Tær spældu saman, fylgdust í skúla og sótu ofta saman. Hjá Onnu og Lauritsi var eitt heim, har øll komu og kundu føla seg væl, og tað sama var inni hjá Margith og Nikkel. Her er framvegis sera væl millum húsini, hóast tey gomlu eru farin at eldast. 
 
Esther fór úr barnaskúlanum 14 ára gomul. Tá fór hon til Havnar í húspláss, sum vanligt hjá gentum tá í tíðini. Men tá framhaldsskúlin byrjaði á Oyrarbakka kom hon norður aftur, og hon var í fyrsta flokkinum sum byrjaði á Oyrarbakka. Aftaná hetta byrjaði hon HF í Havn.
 
Um hetta mundi kom hon at kenna Símun Abrahamsen av Strondum, og tað rann saman millum teirra. Tað var skjótt, at tey fingu einkarsonin Poul Laurits og búsettust í Havn.
 
Tá byrjaði Esther at hava børn í dagrøkt. Síðan fór hon at arbeiða á Eirargarði 16.  Hetta eru arbeiði, sum Esther hevur riggað væl til við sínum stilla lyndi og sáttliga verumáta.
 
Tí var tað náttúrligt at Esther fór at útbúgva seg sum pedagog. Hon fór á fyrsta pedagogskeiðið í Føroyum, og hon var fyrsti pedagogur, sum fekk handað føroyskt pedagogprógv takkað verið sínum eftirnavni. Eftir hetta var hon leiðari á barnagarðinum Lítli Skógur. Síðan fór hon at arbeiða á barnagarðinum Vípuni, og aftaná hetta gjørdist hon heimavegleiðari hjá Andveikraverndini.
 
Men so er tað, at Esther gerst álvarsliga sjúk, og hon má ferð eftir ferð til Danmarkar at leggjast undir skurð í høvdinum. Tað vísti seg, at skurðviðgerðirnar bert hjálptu í avmarkaða tíð, so skuldi hon aftur undir knívin, og gjørdist hetta árliga í meira enn 10 ár.  Hetta var í sær sjálvum sera strævið við longum uppihaldum í Danmark.
 
Men hóast hetta royndi Esther at liva eitt normalt lív. Tá hon ikki longur kundi arbeiða, fór hon undir list við applikering, sum er at seyma myndir úr stoffi. Her vísti hon seg at vera ein verulig listarkvinna, og hon náddi eisini at vera við á framsýning, har hon seldi heilt fitt. Vit hava  eisini onkur av hennara listarverkum heima hjá okkum. Í dag eru hesi kær  minni um Esther.
Sum frá leið gjørdust skurðviðgerðirnar truplari og truplari, og støðan hjá Esther gjørdist verri og verri. Alt hetta bar hon við einum sjáldsamum toli. Hon var ikki tann sum kærdi seg. At enda máttu læknarnir geva upp. Tað verður sagt, at lækni hennara á Ríkishospitalinum tók um hana og segði, at “nú kunnu vit ikki gera meira fyri teg”. Tá gekk bert ein veg til Esther stillisliga sovnaði.
 
So syrgiligt sum hetta var, so fekk Esther alla tíðina framúr umsorgan frá sínum nærmasta. Fyrst og fremst var hetta frá manninum Símun, sum var ein ómetalig hjálp fyri Esther, og hetta hevur sjálvsagt eisini verið ein sera trong tíð hjá honum. Símun gjørdi alt tað sum stóð í hansara makt at hjálpa um hjá Esther.
 
Síðan er tað sonurin Poul Laurits, sum flutti heim úr Danmark at vera um mammuna, og hetta var hon sera fegin um. Mamman og systkini hjá Esther, Lorensa, Súsanna, Ólavur og Hanus og teirra vóru eisini um hana, og tað sama er galdandi fyri mammu Símun og hansara systkin.
 
Esther vónaði at klára 90 ára føðingardagin hjá mammuni.  Hetta eydnaðis eisini, soleiðis at Anna hendan dagin var hjá Esther á Mørkini í Streymnesi, har Esther var sínar seinastu mánaðir. Tað skal eisini sigast, at tað varð tikið til, hvussu gott hon hevði tað á Mørkini.
 
Tey vóru mong sum fylgdu Esther til hennara seinasta hvíldarstað bæði frá Mørkini og úr Vesturkirkjuni. Hetta eru øll slík, sum hava góð minni um Esther, sum vóru góð við hana og sum virdu hana, eisini fyri hennara bardaga móti síni sjúku.
 
Vit bæði eru fegin um tað, sum vit hava havt saman við Esther og hennara, og vit vilja varðveita góðu minnini um hana.
 
Kirstin og Óli