eftirløn, tá ið teir fylla 60, eftir at hava undirvíst eitt so drúgt skeið, sum hann hevur gjørt. Men teir báðir fara neyvan at sita fyri einki kortini, tí sum teir báðir siga, nú skal tíðin brúkast til alt [...] samband við, at tveir av drúgvastu lærarunum á skúlanum, Johan Joensen, skúlastjóri, og Álvur Enni, lærari, leggja frá sær. Johan eftir 40 ár sum lærari á Tvøroyri, hagar hann kom í 1976 eftir at hava verið [...] Báðir hava teir abbabørn, sum teir ætla at fáa betri stundir til. Men annars stendur hugurin, hvør í sinum lagi, til bát og seyð og bøkur, og annað mangt, og kanska verður onkur vikartími tikin av og á.
kravið er, at ein menning alla tíðina skal henda. Fyri at røkka málunum kann vera neyðugt, at leiðslan setir pengar av, so førleikin verður skaptur at røkka málunum. ? Eg fekk eitt forrætningsmál, sum eg ikki [...] Endamálið við skipanini er, at hon skal føra til framburð. Tey, sum ikki megna málini, sum eru sett, verða sett undir lupp. Tað fingu tey at vita, og avleiðingin kundi vera, at veik lið vóru uppsøgd, sigur [...] leggur dent á, at fyri at tú skuldi megna ávísar uppgávur, var tað eitt krav, at tú gjørdi nýtslu av øðrum fólkum við førleika. Sostatt var eisini talan um at uppbyggja samstarvsbólkar fyri at náa málunum
um hetta. Heldur ikki Olshana, sum burdi tænt sum greflig áminning, hevur fingið nakran úr stólinum hesum viðvíkjandi. Tá flokkarnir, sum royna at marknaðarføra seg sum umhvørvisvinarligir flokkar, eru [...] hevur formannin? Tað er synd at siga! Javnaðarflokkurin og Tjoðveldisflokkurin í Tórshavnar Býráð eru í ferð við at byggja størstu bingjuhavn í landinum, men nokta blankt, at ein umhvørvisárinskanning av [...] signalvirðið ikki at taka feil av. Tjóðveldisflokkurin vil markera seg sum ein flokk, ið tekur umhvørvisverju og umhvørvið í fullum álvara. Einstakir av tinglimum Javnaðarfloksins hava eisini roynt at markera seg
endaspælið og kunnu bøta um umdømið, sum okkara høgravendu politikarar hava spilt við at slóða fyri, at føroyingar eru kendir úti í heimi sum tjóð, ið eyðrænir lond sum Namibia og Kongo – har er bruttotj [...] fegnaðist m.a. um teir møguleikar, sum hetta skapti, og um tað sjálvsálit, sum fólkið nú kennir. Á Barbados búgva úti við 300.000 fólk, og bruttotjóðarúrtøka teirra verður søgd at vera í miðal um 18.800 dollarar [...] hvørki at hava føtur, øklar ella fótleggir, men aka á knøum, sum føroyingar gjørdu fyri fleiri hundrað árum síðani, tá ið teir í skrivum til kong byrjaðu við orðunum: “Vi fattige folk udi Færø”. Onkur av bestu
bygd eftir at tað næstan lá heilt stilt í nøkur ár. Men tað er kortini langt frá í sama mun sum fyri 10 árum síðani, tá ið nýbyggingin var uppá tað mesta. P/f Nordhaus ella Norðseturhús, sum tað vanliga [...] hvat keyparin ynskir. 3 mánaðir og lyklaklár Nordhaus brúkar umleið 3 mánaðir um at gera eini sethús. Tað vil siga, frá tí at arbeiðið byrjar og til húsini eru lyklaklár. Á timburelementvirkinum í Hvalvík [...] vit eini 20 ymisk snið av Norðseturhúsum, sum vit bjóða fólki at velja ímillum. Vit eru einir 8 - 10 mans í arbeiði, og harafturat hava vit undirarbeiðstakarar, sum gera alt el-arbeiðið og hitan og sanitetin
sínum.. Tað var ikki so langt at fara, og var hetta javnan at onkur var at síggja, sum antin kom niðan ella fór oman brekkuna. Løturnar fyltust við látandi orðum og tonkum, sum lá hjartanum næst. Nú er tann [...] er hetta bert ein lítil partur av tí, sum hon hevur greitt úr hondum í sínum langa lívi. Hendurnar sótu væl og sigast kann, at mikil skaldskapur er í hesi kvinnu, sum ikki altíð hevur dansað á rósum, men [...] ígjøgnum. Hóast trega og trongdir hava tey, sum rakt verða, eina lívsvón, sum aldri doyr. Eitt ljós skýnir í myrkrinum? á ja, sólin fer aftur at skýna millum tey dimmu, blágráu skýggini á himnahválvinum
lívsvísdómur savnaður sum í Bíbliuni. Tó skilji eg ikki, at tey, sum siga seg dyrka kærleiksboðskapin í Bíbliuni mest, ofta vísa minst tolsemi. Tað er ein skemtilig andsøgn. Hvat fær teg at velja tær bøkur, [...] Ása á. Tað ljóðaði heilt gandakent. Sum ein lítil yrking. Tað er løgið at hugsa sær, at hesi fáu orðini vóru byrjanin til lesiførleikan í dag. Skúlin er mangan tungur at koma ígjøgnum, men tøkk fái allir [...] Clinton. Er tað onkur bók, tú minnist serliga væl? - Eg minnist best, tá eg í 2004 skrivaði mína egnu bók, Komin er nú onnur øld. Eg lærdi tá, at treiskni og hart arbeiði krevjast fyri at fáa eina bók frá
av liðnum. - Tað kostar orku at spæla fýra strævnar altjóða dystir, samstundis sum vit skuldu halda fast í toppinum í Formuladeildini. Eg haldi, at vit mistu onkur stig, sum kanska ikki høvdu mist annars [...] - Tað er eitt sera stórt vónbrot fyri okkum, at vit ikki eru við í stríðnum um FM her móti endanum av kappingini, og tí hevur steypafinalan alt at siga nú. Hon skal bjarga okkum árinum, sigur Klæmint Matras [...] ætlaðu okkum avgjørt at kappast um FM í ár, men tað eru longu fleiri umfør síðani, at vit mistu okkara møguleika. Vit hava ikki spælt nóg støðugt í ár, og ein orsøk til tað kann verða, at vit fleiri ferðir
nikkar - Skaldskapur er eitt amboð til at siga nakað, sum ikki kann sigast uppá nakran annan máta, og sum tískil annars ikki verður sagt. Hvat høvundurin velur at siga, má vera upp til hann sjálvan - eftir [...] Vencil, og sum nú eru komnir út sum partur av eini bók, sigur Arnbjørn. Fólkaliga beinharðir Um tað var Vencil, sum í slíkum førum gav høvundanum neyðuga skumpið til at fara víðari, er kanska ilt at meta um [...] seg typiskt um at ávara móti at sleingja um seg við hugtøkum, sum ikki hava okkurt festi í tekstinum. - Um tú brúkar eitt hugtak sum til dømis 'kærleiki', mást tú hava okkurt í tekstinum at heingja tað uppá
saman ráð um at fáa ein teirra at fara til Lars um at fáa pening, tí hann ætlaði sær at keypa mammuni eitt kjólastykki. Lars lat sær siga, og so var sloppið, men tað er óneyðugt at siga, at kjólastykki [...] plagdu eisini at vera inni í Føroyingahavnini at taka útgerð ella onkur onnur ørindini. Tá fóru vit altíð niðan á føroyska sjómansheimið. Her lá væl fyri at skriva brøv heim. Eg minnist, at tað vóru tvær [...] veðrinum, at vit fingu ongantíð at vita, hvar vit vóru. Vit kundu bara sigla uppá kumpass og logg, sum mátaði teinin, ið vit sigldu. Men tá ið vit vóru komnir so langt, at roknast kundi við, at vit vóru