Jarðarmøður hjá skaldskapinum

Góður skaldskapur kemur ikki altíð av sær sjálvum. Men við eggjan og góðum ráðum frá ritstjórunum á skaldskaparritinum Vencil fær hann eitt skump tann rætta vegin


Við fimm útgávun og næstan trimum árum á baki, er skaldskapartíðarritið Vencil ikki longur at koma uttan um. Eitt sindur av einum bragdi má man siga, tí er tað nakað, slík føroysk rit ikki hava megnað serliga væl, so er tað at halda sær á lívi. Spurdir, hvussu leingi teir ætla at halda á, eru ritstjórarnir Arnbjørn Ó. Dalsgarð og Oddfríður M. Rasmussen ikki í iva.

- So leingi, vit orka at verða jarðarmøður hjá góða skaldskapinum, og tað kann verða rættiliga leingi.

Frá byrjan hevur endamálið við Vencili verið at hjálpa góðum føroyskum skaldskapi á veg við at geva góð ráð og skapa eitt forum fyri honum. Um rithøvundar, kanska serliga teir yngru, kenna seg noyddar at geva eitt liðugt savn út fyri at koma á prent, er vandin fyri, at nógvur fínir tekstir ongantíð síggja dagsins ljós alt ov stórur, halda teir báðir. Tað skal bera til at byrja í tí smáa.

Og nógv bendir á, at hjá fleiri bleiv Vencil júst rætta steðgistaðið á veg til nakað meir og størri.

- Tað gleðiliga er í øllum førum hent, at vit nú síggja fleiri dømi um tekstir, sum upprunaliga stóðu í Vencil, og sum nú eru komnir út sum partur av eini bók, sigur Arnbjørn.


Fólkaliga beinharðir

Um tað var Vencil, sum í slíkum førum gav høvundanum neyðuga skumpið til at fara víðari, er kanska ilt at meta um. Men ritstjórarnir kunnu í hvussu er staðfesta, at teir í stóran mun gera tað, flestu høvundar saknað og sum forløgini ikki hava stundir til

- Vit eggja fólki til, geva góð ráð, koma við uppskotum og geva harvið høvundunum ein møguleika at gera tekstin betri. Slíkt tekur tekur tíð, men kann vísa seg at vera øgiliga gevandi í síðsta enda.

Júst hvussu hetta arbeiði gongur fyri seg er ringt at siga. Tað veldst sjálvandi um tekstin, og hvussu nógv uppruddingararbeiði, hann krevur, greiðir Oddfríður frá. Hjá teimum óroyndu høvundunum snýr tað seg typiskt um at ávara móti at sleingja um seg við hugtøkum, sum ikki hava okkurt festi í tekstinum.

- Um tú brúkar eitt hugtak sum til dømis 'kærleiki', mást tú hava okkurt í tekstinum at heingja tað uppá. Hevur tú ikki tað, kann lesarin ikki brúka hugtakið til nakað. Hatta er ein vanlig fella, høvundar detta í, og eg havi ofta staðið í henni sjálvur sigur Oddfríður.

- Fyrimunurin hjá Oddfríða í hesum arbeiðinum er, at hann frá rithøvundaskúlanum hevur nøkur faklig amboð, hann kann brúka sum ritstjóri, og sum eg als ikki havi. Frá skúlanum er hann eisini vanur við bæði at geva og at taka móti kritikki, so hann veit, hvat tað snýr seg um, leggur Arnbjørn afturat.

Og júst hetta, at læra høvundar at taka ímóti kritikki, er kanska ein av aðaluppgávunum hjá teimum báðum ritstjórunum. Tí sjálvt um lítið av tilfarinum, teir fáa sendandi, er púra hjálparleyst, kann tað vera svárt at hoyra onnur finnast at tí.

- Eg skilji tey væl, tí við at senda okkum sínar tekstir, lova høvundarnir okkum næstan at hyggja inn í teirra sál, sigur Arnbjørn.

- Tí blívir trupulleikin eisini ofta, at tey taka kritikkin persónliga og hava lyndi at gloyma, at tað er tekstinum, og ikki teimum sum menniskju, tað er galið við, skoytir Oddfríður uppí.

- Tí er tað eisini so umráðandi, at vit viga hvørt orð í svarinum til tey. Ikki soleiðis at skilja at vit pakka nakað inn - tað ber væl til at vera bæði hampiligur og fólkaligur og samstundis siga sína beinhørðu meining, sigur Arnbjørn og ljóðar sum hann hevur roynt tað nakrar ferðir.



Varandi virði

Men sjálvt um ein tekstur hevur verið gjøgnum hendurnar á teimum báðum fleiri ferðir, er ongin trygd fyri, at hann verður prentaður. Ritstjórarnir báðir tvíhalda nevniliga framvegis um, at bara tað besta sleppur við í Vencil.

- Nógv veldst um, hvussu nógv tilfar, vit fáa sendandi og harvið hava at velja ímillum. Men stendur dygdin ikki mát so ella so, verður teksturin ikki prentaður í Vencil. Alternativið til dygd hava vit longu í ovurhonds mát í øllum tí innantóma lesnaðinum, sum bjóðar seg fram allastaðni, og har hava vit ikki hug at vera við. Tvørturímóti skal Vencil vera ein mótvekt til skaldsliga líkasælu, sigur Arnbjørn.

- Nettup, og lesarar skulu hava møguleika at velja veruliga dygd, bæði tá tær ræður um uppruna føroyskt tilfar og ikki minst týðingar, skoytir Oddfríður uppí.

- Og eisini fyri at venja fólk við at lesa altjóða skaldskap á høgum støði, so tey spakuliga fara at seta størri krøv til tað, tey lesa, sigur Arnbjørn.

Í ritstjórnini á Vencil verður 'tað besta' mált út frá ongum øðrum enn skaldsligari dygd og uttan mun til, hvørji bókmentalig rák, tekstirnir umboða.

Arnbjørn greiðir frá, at fyrsti Vencil lendi beint í einum østum kjaki um postmodernaðar mótvegis meir siðbundnum bókmentum.

- Tí lá tað líkasum í luftini, at Vencil fór at plasera seg í aðrari leguni og taka støðu so ella so. Tað hava vit heilt tilvitað sloppið okkum undan, tí Vencil skal fyrst og fremst endurspegla tað, sum fólk skriva, og ikki tað, sum onkur meinar, at tey burdu skriva, sigur Arnbjørn.

At leggja seg í halan á einum ávísum tíðarráki ella krøkja seg í eitt aktuelt bókmentaligt kjak hevði eisini avmarkað virði í Vencili, halda teir báðir. Tað er millum annað ein av orsøkunum til, at Vencil ikki hýsir ummælum ella bókmentagreinum.

- Hartil krevja vit, at tekstirnir í Vencil ikki hava verið á prenti fyrr. Tað gevur eisini útgávunum eitt varandi virði á føti við eina upprunaskaldsøgu ella eitt yrkingasavn, heldur Oddfríður.


Okkurt uppá spæl

Teir báðir ritstjórarnir eru sjáldan ósamdir um, hvørjir tekstir hava uppiborið at fáa pláss í Vencil. Og tað hongur saman við, at teir báðir hava rættiliga líkar fatanir av, hvat tað er, góður skaldskapur skal gera.

Oddfríður er tann fyrri at seta orð á:

- Góður skaldskapur megnar at byggja upp ein heim í fleiri løgum á góðum skaldsligum máli. Tað vil samstundis siga, at hann skal bjóða lesararnum av við meir enn bara eini spennandi søgugongd, sigur Oddfríður.

Arnbjørn nikkar

- Skaldskapur er eitt amboð til at siga nakað, sum ikki kann sigast uppá nakran annan máta, og sum tískil annars ikki verður sagt. Hvat høvundurin velur at siga, má vera upp til hann sjálvan - eftir mínum tykki hevur hann fyrst og fremst eina skyldu mótvegis málinum, at brúka tað, so langt tað yvirhøvur røkkur og helst eitt sindur afturat, sigur Arbjørn og hyggur uppá Oddfríð, sum er komin í tankar um okkurt.

- Ein skaldsligur tekstur er í grundini tað øvuta av journalistikki ella einum lesarabrævi. Í journalistikki skalt tú siga tingini á einum konkretum og kendum máli. Skaldskapur brúkar eitt annað mál, sum gevur eina kenslu av, at okkurt meir goymir seg aftanfyri orðini, enn tað, tú sært, hugleiðir Oddfríður.

- Tí tori eg eisini at pástanda, at tú fært 100 ferðir meir burtur úr at lesa ein tekst hjá Tóroddi Poulsen enn eitt lesarabræv, skoytir Arnbjørn uppí.

- Tað hongur so aftur saman við, at í einum góðum teksti stendur okkurt altíð uppá spæl, sum fær lesaran at hugsa: Kann hetta lata seg gera? Uppgávan hjá høvundanum er so at prógva, at tað kann tað - bæði innihaldsliga og málsliga, staðfestir Oddfríður.


Livir av vælvild

Hóast bert fáir dagar eru, síðani fimti Vencil kom út, eru ritstjórarnir longu í ferð við at fyrireika næstu útgávuna. Sum vant hava teir fingið tilfar sendandi í einum jøvnum streymi, og hugurin hjá teimum báðum at kjakast um, snøgga og koma við uppskotum til tekstirnar feilar onki. Ofta blíva kvøldini lang, og onkur høvundur blívur kanska firtin. Men tað er ikki tað, sum ger arbeiðið við Vencili strævið.

- Tað strævnasta er afturvendandi óvissan, um pengar nú eru til at geva næsta Vencil út. Hvørt ár søkja vit um somu pengar, men vit kunnu ongantíð verða vísir í, at peningurin verður játtaður, sigur Arnbjørn.

Teir báðir ritstjórarnir hava tí fleiri ferðir heitt á Mentamálaráðið um at fáa í lag eina skipan, har ein játtan verður oyramerkt til slík tíðarrit, eins og vanligt er aðrastaðni. Fyribils uttan úrslit. Tí liggur framtíðin hjá Vencili heldur ótrygg í hondini á vælvildini og skriftandi nevndum hjá avvarðandi mynduleikum.


Mynd:

Arnbjørn Ó. Dalsgarð: Vencil skal vera ein mótvekt til skaldsliga líkasælu ...

Oddfríður M. Rasmussen: Nettup - og geva fólki møguleika at velja okkurt ordiligt at lesa ...



KASSI


Permulist á Vencili

Meðan skaldskaparlistin eigur innihaldið í Vencil, sleppur prentlistin framat á permuni.

Til hvørja nýggja útgávu av Vencil, hevur eitt listafólk verið á grafiska verkstaðnum og gjørt eitt prent til permu, sum onkursvegna er kveikt av innihaldinum.

Til nýggjasta Vencil var tað listamaðurin Bárður Jákupsson, ið fekk æruna at prýða permuna. Sermerkta bláa prentið er gjørt við íblástri úr kendu stuttsøguni "Ein steinkvinna" eftir ensku A.S. Byatt, sum Pauli Nielsen hevur týtt til Vencil fimta.

Smáu permulistaverkini fáast til keyps frá ritstjórini sum original og signerað steinprent uttan tekst prentaðan á.


Vencil fyrsti, perma Tóroddur Poulsen

Vencil annar, perma: Fríða Matras Brekku

Vencil triði, perma: Hansina Iversen

Vencil fjóðri, perma: Ritstjórarnir