Men har er stór broyting hend, tí nú er tað markið flutt eini 5-8 ár, innan tey gjalda aftur til samfelagið. Nú ganga eini 23 ár í meðal, innan samfelagið fær nakað aftur frá teimum. Annað er, at tey eru [...] verður við. So má løgtingið aftur til at uppfinna okkurt, um samfelagsoyðslingin heldur ótarnað fram. Politiskt leikbrá. Nú fíggjarliga haldførið er farið at halla, verður dúgliga kannað og leitað eftir einari [...] Torvmold. Soleiðis er skilið, og sama er eisini á Tinghúsvøllinum. Eftirlønaraldurin verður fluttur, tí tað fer at bøta um haldførið. Men ikki eitt orð hoyrist frá almennari síðu um at finna nýggjar i
Nú er tað so ymiskt hvussu víðan sjónarring menniskju hava. Víður sjónarringur hevur aloftast við sær stórt tolsemi fyri tí, ið er fremmant og ørvísi. Hetta er tíðanverri ikki tað, ið hevur merkt almenna [...] sama bás, og langt frá tí. Uppskriftin er sera einføld. Bólkar verða settir upp ímóti hvørjum øðrum, har summir hava tað "rætta" at bjóða. Uppskriftin er eisini klassisk. Eitt gott dømi er mentunnarpolitikkur [...] landi. Aloftast tá ið vit tosa um andaligheit, verður hugsað um tann partin, ið fer fram í samkomum og kirkjum. Við anda verður í hesari viðmerking sipað til alt tað, ið ikki er materia. Andaligt trongskygni
inni í 5-metrinum hjá tvørámonnum. Og so er tað líkamikið, um bólturin var úti beint áðrenn. 3-1 beint áðrenn hálvleik, og tey vóru fá, sum roknaðu við, at TB nú fór at gera nakað meira við HB. Men í nakrar [...] spennandi og undirhaldandi dysti er ikki gerandiskostur, og HB-viðhaldsfólk og tey uttanveltaðu fóru eisini væl nøgd úr Gundadali, meðan TB-stuðlarnir iðraðu seg eitt sindur um, at tað hóast alt ikki eydnaðist [...] Nolsøe púra blankan framman fyri málinum, og hann ivaðist ikki. Dysturin hevði nú fingið eina knappliga vend aftur, og nú var tað HB, sum var omaná. Heimaliðið fekk fleiri møguleikar fyri enn fleiri málum
hjá SMS var í 1977 miðsavnað í bygninginum á Trapputrøðni, sum tá var nógv minni, enn hann er í dag. Men nú er størsti parturin av virkseminum hjá P/F SMS uttan fyri sjálvan SMS bygningin – í Mylnunum og [...] SMS ikki tað, ið tað er í dag. Tá vóru bert tvær lonir – og handlarnar kundu tú telja á fingrunum. Men ætlanin var altíð, at byggjast skuldu fleiri lonir afturat, og í 1980 var farið undir at byggja hinar [...] so bar nú eisini til at keypa fekst neytakjøt, sum var innflutt úr Danmark í kølibingjum. Leiðari í slaktarínum í SMS tá var tann 27 ára gamli danin, Jørgen Jørgensen – Jørgen Slagter – sum enn er at síggja
Gestir Ongin ivi er um, at tað egna og serstaka ljóðið og úttrykkið hjá Gestum, hevur borið teir fram til sigurin. Tað er ein sigur fyri tónleikalívið í Gøtu og grannabygdunum. Tað er eitt bragd hjá tykkum [...] myndlist, skaldskapi, byggilist, kórsangi, sjónleiki og tónleiki. Prix-Føroyar er eitt tað fremsta dømið. Tað er eitt tað besta sum er hent fyri føroyska mentan í nýggjari tíð. Ikki minst tí tað dregur ta nógvu [...] mugu vit staðfesta, at tit fingu grótið at syngja. Og um ikki Tróndur í Gøtu er vaknaður og hevur roynt eitt stig leygarkvøldið, so vildi í hvussu er onkur vera við eftir finaluna, at ?Tróndur í Gøtu rular
áhaldandi tosið hjá pápanum um ein tyktandi og revsandi Gud, fekk sannført ræðslusligna smádrongin um, at hann fór at brenna upp í helviti. Fyri tann vaksna Kierkegaard var ongin ivi um, at slíkar hóttanir eru [...] góðtekur seg sjálvt, sum tað nú einaferð er og slítur tær leinkjur, skuldarkensla, svørt samvitska og angist heldur tí fast í. Ólavur vísir á, at hesir tankar førdu Kierkegaard víða um í menniskjasinninum og [...] kjakinum gjølla og tekur tað sum týðiliga ábending um, at føroyingar eru við at vakna úr einum dvala. Eftir úrslitið av kirkjuráðsvalinum í vikuni er lítil ivi um, at føroyingar átrúnaðarliga ynskja at koma burtur
stríðið um ?Fólkatryggingina?. Og neyvan hevur Óli Breckmann havt stoltari dag á Løgtingi øll hansara mongu ár sum løgtingsmaður. Og hetta gevur honum sjálvsagt vónir um eisini at vinna slagið um lønarlagið [...] Keypmannahavn aftaná langt innlegg frá Høgna Hoydal um almannapolitikk ásannaði, at við hetta lag fór Høgni at gera Óla arbeiðsleysan sum politikkara. Prísurin, sum Tjóðveldisflokkurin longu nú hevur goldið fyri [...] vóru ikki fólkafloksmenn, men tjóðveldismenn. Um tað so var av samvitskubiti, ella tí teir veruliga meina, at henda skipan er so góð, tað kunnu onnur meta um. Men hvat fer arbeiðsmarknaðurin at siga til
frá maskinum. Tað er skjótt at staðfesta, at teir hava ikki ligið á teirri latu síðuni, síðani teir byrjaðu arbeiðið. Her er farið nágreiniliga og skilvíst fram. Øll kirkjan innan er snøgt sagt avmonterað: [...] avmonterað: Altarið er burtur. Onki sæst til nakran bonk. Sjálvt altartalvan er tikin niður. Á loftinum í erva er urgan dekkað av eini presending. Alt er tikið sundur við kærleika til kirkjuna og fakið, tí alt [...] friði og náðum við gólvinum. Og beint nú er ein maður í ferð við at festa prædikustólin aftur í gólvið, greiðir Hanus Højgaard frá. Eftir at málarin er sloppin framat og er liðugur við sítt verk, fara teir
milliónir, standa nú og bíða eftir einum hungursvetri. Hvussu kann hetta verjast? Avgerandi er hesin spurningur: Hvat er endamálið við hesum krígnum? Er tað satt, sum sagt verður, at hetta er eitt kríggj móti [...] Osama Bin Laden. Loypa vit nú tann løgfrøðiliga nettleikan (sum hvørki USA ella Bretland tíma at gáa um)um, so eru menn sum Bin Laden, Milosevic og Kissinger í somu støðu: ákærur um herviligan yvirgang kunnu [...] kunnu vit hoyra um onkran teirra næstu ferð. Í næstu grein verður farið at vitja í Highgate kirkjugarði, har høvundurin fer at hugleiða um Karl Marx og støddfrøðingin Alan Turing, sum er faðir at telduni
Hann vísir á, at vit nú nærkast einari helvt-um-helvt støðu, har tað verða eins nógv fólk yvir fjøruti ára aldur, sum tað verða undir fjøruti ára aldur. Tað er ein álvarslig støða, tí um gongdin heldur fram [...] verða tað um nøkur ár ov fá á arbeiðsmarknaðinum at upphalda teimum nógvu, ið ikki eru á arbeiðsmarknaðinum. Loysnin er ikki einføld. Hvussu skulu vit kappast við alt tað, ið londini rundan um okkum hava [...] Tað er eingin ivi um, at Fróðskaparsetrið hevur alstóran týdning fyri føroyska samfelagið, tí hvar aðrastaðni kunnu vit vænta, at granskingin tekur støði í føroyskum viðurskiftum? Játtanin er hækkað