Tað er hugaligt at hava við mentanina at gera í Føroyum. Jú, tað er tað. Hóast nógv rok og nógva balladu á politiska vígvøllinum.
Tí allastaðni sprettur og grør. Í ítrótti, samkomulívi, aktivum áhugafelagsskapum, myndlist, skaldskapi, byggilist, kórsangi, sjónleiki og tónleiki.
Prix-Føroyar er eitt tað fremsta dømið. Tað er eitt tað besta sum er hent fyri føroyska mentan í nýggjari tíð.
Ikki minst tí tað dregur ta nógvu skapanina, sum grør í kjallarum og garasjum, fram í ljósið. Og so gevur prixið møguleika at draga føroyska mentan út um heimligu eingjargarðarnar. Út í heimin.
Út í ljósið og út um eingjargarðar
Finalushowið í Norðurlandahúsinum prógvaði alt hetta. Tað var eitt inferno, har tú í salinum og á pallinum merkti orkuna og kappingina millum bólkarnir ymsastaðni í landinum og millum teirra stuðulsfólk í salinum.
Har tú uppi á balkongini og í hølunum aftanfyri merkti áhugan og høvuðbrýggið hjá bæði føroysku og útlendsku dómarunum.
Og har tú í Sjónvarps- og útvarpssendingini og millum gestirnar á pallinum fekst prógv um, at føroyskir tónleikarar fara út í heim og menna seg. Har vóru Lena og Niclas. Har var Clickhaze við Eivør, sum prógvaðu, at tey bara eru ment ótrúligani, síðani tey vunnu seinasta prixið. Og har var Teitur, sum veruliga hevur fingið sítt altjóða gjøgnumbrot, síðani hann saman við Mark No Limit vann prixið í 1997.
Positivt bilsin
Eg var glaður um, at eg ikki skuldi taka dagar ímillum bólkarnar. Sum leikmaður royndi eg bara at hava sansirnar opnar og gera mína óprofessionellu meting. Kendi minni til bólkarnar hesaferð, enn á teimum undanfarnu prixunum. Og hetta var ikki tónleikur, sum eg kenni meg mest aftur í. Men allir gjørdu meg positivt bilsnan við sínum framførslum á pallinum og gjøgnum elektroniska miðilin. Tað einasta, sum eg veruliga saknaði í hesi finaluni, vóru konufólk í bólkunum og í hesum tónleikinum.
Hatespeach ?gyppaðu dyntil? og góvu alt, hóast teir høvdu truplastu uppgávuna sum fyrsti bólkur mótvegis áskoðarunum. Væl samanspældir og við ótruligari orku og útblástri.
Déjà Vu fingu inniligheitina og nærleikan at streyma langt út í sal og stovu. Dygdarspæl og sangur við fleiri persónligheitum.
MC-Hár við sínum meira kendu persónligheitum vóru uppaftur betri, enn eg havi hoyrt teir og sæð teir. Og blandingin millum rappið, sermerktu sangrøddirnar og fjøltáttaðu ljóðførini, sat bara.
Gestir, við sínum ?nørdalooki?, fingu á framúr góðan og einfaldan hátt sett sítt egna ígjøgnum og víst persónligar tónleikadygdir á ljóðførunum.
Braquet gingu eisini beint inn og fingu víst tað stóra og skapandi feltið millum tónleikin og sín andaliga boðskap. Erligt og trygt sungið og spælt.
Og Makrel hevði ikki bara sjarmu og sjálvshumor. Teir prógvaðu, at teir sanniliga høvdu nakað at bera tað í við samanspæli og persónligum dygdum. Og teir fingu veruliga fólkið í salinum við. Teir brúktu sín leiklut sum seinasti bólkur til fulnar.
Tætt so tætt
Men tað var ikki bara eg sum leikmaður, sum hevði ilt við at taka dagar millum bólkarnar. Teir dómarar, eg prátaði við, søgdu allir, at tað var stórt spell at skula velja góðar bólkar frá, tá tríggir skuldu veljast víðari.
So tit í Hatespeach, MC-Hár og Braquet. Tit kunnu ugga tykkum við, at tit vórðu ikki vrakaðir, men vóru akkurát ov stuttir á málstrikuni.
Tað merktist á prátinum millum útlendsku dómararnar, at har høvdu Gestir absoutt munin, meðan Déjà Vu fingu nógv stig millum føroysku dómararnar.
So tað gjørdist ein sera spennandi og tøtt finala millum teir á Margarinfabrikkini í Havn og teir úr Losjuni í Gøtu.
Tillukku Gestir
Ongin ivi er um, at tað egna og serstaka ljóðið og úttrykkið hjá Gestum, hevur borið teir fram til sigurin. Tað er ein sigur fyri tónleikalívið í Gøtu og grannabygdunum.
Tað er eitt bragd hjá tykkum Ólavi, Torfinni, Knúti, Niels Jákupi og Jógvani Andrias, sum komu víðari sum tveyari, at tit nú standa sum vinnarar av Prix-Føroyum og saman við Déjà Vu eru bodnir út um landoddarnar.
Vit ynskja tykkum tillukku og øllum hinum bólkunum góða eydnu og íblástur.
Í ár mugu vit staðfesta, at tit fingu grótið at syngja.
Og um ikki Tróndur í Gøtu er vaknaður og hevur roynt eitt stig leygarkvøldið, so vildi í hvussu er onkur vera við eftir finaluna, at ?Tróndur í Gøtu rular!?.
Tøkk til fyrireikarar
Prix-Føroyar finalan í Norðurlandahúsinum er endabresturin á einum tiltaki, sum ikki bert er tónleikur. Men sum sameinir og samskipar tað besta, sum Norðurlandahúsið, Útvarpið og Sjónvarpið kunnu leggja fyri. Eg haldi, at Fróði Vestergaard og Norðurlandahúsið við øllum sínum hjálparfólki. Sjónvarp Føroya og Útvarp Føroya við øllum sínum fólki. Ljóð- og ljós- og kamerafólk og klipparar og sminkøsur og samskiparar og vertar og so framvegis. Øll tit eiga stórt rós uppiborið fyri tiltakið. Onkrum kiksarum slepst ikki undan Men sum heild eitt sera flott show, sum tit og vit øll kunnu vera errin av.