Præludium?

Tá ið ein hevur valt at liva sum yrkislistafólk á hesum kargu klettum í norðuratlantshavinum, má ein hava gott tol, tjúkka húð og sera vælútviklaðar gávur at bera yvir við fólki.

Nú er tað so ymiskt hvussu víðan sjónarring menniskju hava. Víður sjónarringur hevur aloftast við sær stórt tolsemi fyri tí, ið er fremmant og ørvísi. Hetta er tíðanverri ikki tað, ið hevur merkt almenna kjakið um m.a. list í seinastuni. Tó skal her leggjast afturat, at andaligt trongskygni ikki er eitt serføroyskt fyribrygdi. Hinvegin vísir tað seg, at andaligt trongskygni og fordómar trívast sera væl í politisku skipanini her á landi.
Aloftast tá ið vit tosa um andaligheit, verður hugsað um tann partin, ið fer fram í samkomum og kirkjum. Við anda verður í hesari viðmerking sipað til alt tað, ið ikki er materia.
Andaligt trongskygni kemur til sjóndar, við at vit menniskju taka dagar ímillum hvør andaligheit er »tann rætta«. Fordómar koma til sjóndar við at vit døma áðrenn vit kenna nóg nógv til tað, ella tey vit fella dóm yvir. Felags fyri hesi bæði eyðkennini er at vit byggja upp eina svart/ hvíta tilveru, har mín máti at hugsa ella »vera« er »tann rætti«. Har eg ongan hug havi at seta meg inn í, og tíðansheldur skilja tað ella tey, ið eru mær fremmand.
Har trongskygni og fordómar gerast ein altavgerandi partur av orðum og gerum hjá einstøkum menniskjum, bólkum ella politiskari skipan, kann tað lættliga blíva vandamikið. Tað hava vit sæð so mangan, og gjørdi hetta seg eisini galdandi í løgtinginum nú ein dagin, tá ið tveir løgtingsmenn, ein (javn-aðarmaður) og ein fólkaflokksmaður, skutu upp á tingsins røðarapalli at skerja stuðulin til Leikpall Føroya, tí leikbólkurin Gríma spældi ein sjónleik, hvørs innihald, hesir báðir hildu vera forkastiligt. Tað at brúka tingsessin til hóttanir um at skerja stuðul til ávísar listagreinir, bert tí ein ikki er einigur í ella skilir innihaldið, er sera óvanligt í teimum londum vit vanliga samanlíkna okkum við. Tó skal sigast, at vit hava sæð víðgongdar høgrapopulistiskar politikkarar koma við slíkum úttalilsum, men hesir hava ongan livandi kjans at koma í nakra stjórn her um leiðir.
Nú hevur javnaðarflokkurin, í yvirlýsing, tikið avstand frá tí sum (javnaðartingmaðurin) segði, og tøkk skulu tit hava fyri tað. Tó rokni eg ikki við, at fólkaflokkurin ger tað sama. Og tað er her vit sklul vera á varhaldið. Hesin flokkur hevur síðan fyrst í sjeytiárunum ført eina miðvísa herferð ímóti allari nútíðarlist og teimum fólkum sum henni vara av. Men harvið seti eg ikki allar fólkaflokksveljarar í sama bás, og langt frá tí.
Uppskriftin er sera einføld. Bólkar verða settir upp ímóti hvørjum øðrum, har summir hava tað "rætta" at bjóða. Uppskriftin er eisini klassisk. Eitt gott dømi er mentunnarpolitikkur Sovjetsamveldsins. Valdsharrarnir settu út í kortið hvat var "tann rætta" listin. Alt annað bleiv forfylgt, fordømt og forboðið við lóg. Tað sama gjørdi seg galdandi í Týsklandi í tríati og fýrati árunum.
Slíkur víðgongdur og trongskygdur mentunnarpolitikkur kann ikki førast í einum fólkaræðið sum tí føroyska. Men tíðiligt er, at tað eru kreftir í politisku flokkunum í Føroyum, har tankar eru frammi, ið bera óhugnaliga nógv á henda bógvin.
Tað skal tí vera mín áheitan á allar kreftir í politisku skipanini í Føroyum, ið vilja víðskygni fram um trongskygni, um at standa saman um at føra ein miðvísan mentunnarpolitikk, til frama fyri alt lista og mentunnarlívið í Føroyum. Kanska einamest tí listini, ið vísir okkum á fremmandar leiðir, har vit ikki hava verið fyrr.