Tað man verða ein løgin kensla at fara frá einum bili og halda alt standa væl til, men tá ein kemur aftur, so stendur - ella liggur - hann á sjónum. Tað var júst hesum ein bilførari var úti fyri í Havn [...] Onkur var, sum helt, at bilin stóð betri á sjónum heldur enn á landið og tí var hann skumpaður í havið. Eldur í bili í Kongagøtu Tað var eisini eldur í einum bili um vikuskiftið. Ein bilur, sum stóð parkeraður [...] at brenna. Hvussu eldurin er íkomin veit løgreglan enn ikki at siga frá, men eins og vanligt er varð bilurin - ella tað sum var eftir av honum - koyrdur niðan á Bileftirlitið, har menn fara at kanna orsøkina
hetta er ein umsitingarligur spurningur. Sum eg havi skilt, so er postverkið sinnað í at selja, men teir noyðast at fáa loyvi frá Landsstýrinum, greiðir Heðin Mortensen frá. Og sum er nú, so liggur málið [...] kemur til næmingarnar í Argja skúla. ? Barnatalið er vaksandi, og tá talan er um at nøkta ein tørv noyðist ein at gera prioriteringar, sigur Heðin Mortensen, formaður í mentamálanevndini hjá Tórshavnar [...] eisini løgd fyri nevndina, ein kostnaðarætlan er gjørd, men íløguloftið forðar okkum í at fara víðari við málinum. Heðin Mortensen nevnir eisini frímerkjadeildina hjá Postverkinum, sum møguligan skúla. Hann
fram um, hvussu stórur ein møguligur bygningur skal verða, eins og tað ikki er greitt, hvar á havnarlagnum ein slíkur skal liggja. Eyðstein sigur víðari, at eitt slíkt stig er ein náttúrlig menning í tí [...] menning Eyðstein Jensen, sum er fíggjarleiðari hjá Eimskip í Føroyum, váttar fyri Sosialinum, at teir í løtuni arbeiða við hesum máli, og at ein leiguavtala við Runavíkar Kommunu liggur í luftini. Enn er tó [...] tí aktiviteti, sum felagið frammanundan hevur. Eisini leggur hann dent á, at ein slík betran av umstøðum felagsins sjálvandi vil viðføra, at sambandi til kundarnar og harvið tænastustøðið kann gerast betri
skaldskapur, eins og hansara list, eftir; væl goymt hjá teimum, sum hava fingið innlit í hansara sjáldsama spennandi heim. Don Juan fra Tranhuset er ein styttri søga hja William Heinesen, sum útkom í einum [...] og ein hvør, sum væntar tað, verður inniliga skuffaður. Heldur byggir leikurin á nærliggjandi forteljarakynstur, sum William Heinesen hevur orðað, og tey fýra hava sett nýggjan dám á. Leikurin, sum er [...] samfelagnum í endanum av 19. øld. Tað er ein skipsbrotið maltesi, sum rekur á land úti í Koltri. Beinanvegin bera fólk tokka til hansara, og áðrenn tú veitst av, er ein longri listarliga fortald frásøgn sett
Skipasmíð Skála: Ein svenskur trolari, sum danska felagið Esvagt í Esbjerg hevur keypt til at brúka sum vaktarskip í Norðsjónum, verður umbygdur á Skipasmiðjuni á Skála. Enn einaferð hevur ein føroysk skipasmiðja [...] leysar bátar, sum verða brúktir at ferðast millum skipið og pallarnar við. Eisini hevur tað vatnkanónir á brúgvatakinum eins og eina sterka skutilskanón afturi á skipinum. Hon skal kunna skjóta ein skutil gjøgnum [...] seg á dekkið kortini. Hendan innrættingin er júst tann sama sum umborð á stóru veitingarskipunum, sum nú javnan eru at síggja í Føroyum. Eitt, sum eigararnir leggja sera stóran dent á, sigur Alfred Hummeland
økinum í eina løtu, eins og løgreglan eisini leitaði eftir gongugøtum á leiðini og niðri við vatnið, sum liggur beint við húsini hjá ríkmanshjúnunum. - Leitingin vardi í minni enn ein tíma, og tað sá ikki [...] pakkaðu saman og fóru avstað aftur, siga fólk hjá VG, sum vóru í umhvørvinum, meðan løgreglan leitaði við hundum. Ein fyrrverandi hundaførari, sum VG hevur skift orð við, Kai Iversen, sigur við norsku [...] í oktober í fjør. Norska heimasíðan VG, sum hevur havt fólk á staðnum í dag, veit at siga, at løgregla og hundar komu á adressuna umleið klokkan 12.15 í dag. Ein tyrla fleyg eisini í luftini kring ognina
fæst altíð ein frystur blokkur á 7,5 kilo. Hetta er ein góður møguleiki hjá fólki, sum munga eftir frikadellum ella knettum, men sum ikki hava høvi at skaffa sær fisk ella fiskafars fyri ein líkinda prís [...] frá apríl og út í umleið hálvan august. Hinvegin liggur Tavan altíð inni við frystum gulllaksafarsi, og her fæst ein blokkur á 7,5 kilo fyri 220 krónur, sum hevur verið prísurin í nógv ár. Í Tavuni siga tey [...] farsið upp í fars úr øðrum fiski. Hetta er soleiðis eitt gott høvi hjá fólki, sum vilja keypa sær góðan fiskamat fyri ein lutfalsliga lágan prís. - Vit hava eina frystigoymslu í Leirvík á umleið 500 tons
bara var um ein javnleik á heimavølli. Hann heldur, at Brian Kerr sum fyrrverandi norðurírskur venjari og nú venjari fyri einum sokallaðum amatørliði, hevur hann alla orsøk at fegnast um ein javnleik móti [...] móti einum liði, sum liggur meira einn 50 pláss hægri á styrkislistanum. Men tann veruleikin, at foreldur hansara bæði vóru úr Belfast, gav úrslitinum enn størri týdning fyri Brian Kerr. Nigel Worthingtohn [...] Føroyum á Toftum, sum blaðið heldur verða eitt sera vánaligt úrslit - serliga tá hugsað verður um, at írska liðið spælir fyri at kvalifisera seg til eina størri kapping. - Tað var bara ein sein útjavning
stóri trupulleikin. Hann heldur, at uppgávan, sum liggur fyri framman, sjálvsagt er stór og spennandi, og hann er ógvuliga spentur eftir at taka álitisstarvið sum fiskimálaráðharri upp á seg. - Eg havi ikki [...] Árni Skaale sigur, at tað, sum fylti nógv, tá møguleikin at gerast landsstýrismaður stóð honum í boði, var spurningurin um knappliga at gerast ein almennur persónur frá at vera ein púra anonymur persónur í [...] ##med2## Árni Skaale, sum nú er nýggjur landsstýrismaður í fiskivinnumálum, segði við FM1 á middegi í dag, at starvið sjálvandi verður ein stór avbjóðing. - Men, maður kemur í mansstað, og eg vænti ikki
. Fiskiørn er nógv minni enn eitt nú havørn, sum eisini er sædd í Føroyum gjøgnum tíðirnar, men ikki so ofta sum fyrrnevnda. Ein meistari Fiskiørnin er ein meistari í at veiða fisk. Vanliga hongur fuglurin [...] eyga á ein fisk, stoytir hon seg niður. Í evstu løtu, áðrenn hon rakar vatnið ella sjógvin, leggur hon veingjarnar aftrat kroppinum og kavar. Sagt verður um fuglin, at hann serliga tekur fisk, sum liggur [...] Fuglur Seinastu tíðina hevur ein fiskiørn hildið til við Hálsavøtnini á Sandoynni. Jóan Petur Petersen hevur verið heppin og hevur tikið fleiri góðar myndir av ørnini. Jens Kjeld-Jensen, fuglafrøðingur