Í nøkur ár hevur Eimskip nú virkað her á landi, og alla tíðina hava teir spakuliga økt um virksemið, og samstundis, sum virksemið hjá felagnum er økt, hevur felagið spakuliga betra um hølisumstøðurnar heima á Eystaru Bryggju.
Ikki endaliga avgreitt
Higartil hevur alt virksemið hjá felagnum verið hýst í høvuðsstaðnum, men nú er so stig tikið til at víðkað enn meira um virksemið, soleiðis at felagið kann røkka enn størri part av landinum.
Sambært Jákup Lamhauge, býráðsformanni í Runavík, hevur Eimskip sett seg í samband við teir, við tað at felagið hevur havt í umbúnað at víðka um virksemið.
Framman undan hevur politikkurin hjá kommununi verið, at teir í størst møguligan mun vilja eiga teir virkisbygningar, sum eru í havnalagnum, fyri at teir á tann hátt kunnu hava eina betri stýring á aktivitetinum í kommununi.
Sambært Jákupi Lamhauge, er viðgerðin av málinum ikki liðug enn, men at býráðið í løtuni bíðar eftir einum svarið frá Eimskip, soleiðis at støða kann takast til um kommunan skal fara undir byggingina.
Náttúrlig menning
Eyðstein Jensen, sum er fíggjarleiðari hjá Eimskip í Føroyum, váttar fyri Sosialinum, at teir í løtuni arbeiða við hesum máli, og at ein leiguavtala við Runavíkar Kommunu liggur í luftini.
Enn er tó ikki komið á mál hesum viðvíkjandi, og løtuni verður tosað aftur og fram um, hvussu stórur ein møguligur bygningur skal verða, eins og tað ikki er greitt, hvar á havnarlagnum ein slíkur skal liggja.
Eyðstein sigur víðari, at eitt slíkt stig er ein náttúrlig menning í tí aktiviteti, sum felagið frammanundan hevur. Eisini leggur hann dent á, at ein slík betran av umstøðum felagsins sjálvandi vil viðføra, at sambandi til kundarnar og harvið tænastustøðið kann gerast betri.