##med2##
Árni Skaale, sum nú er nýggjur landsstýrismaður í fiskivinnumálum, segði við FM1 á middegi í dag, at starvið sjálvandi verður ein stór avbjóðing.
- Men, maður kemur í mansstað, og eg vænti ikki, at hetta verður tann stóri trupulleikin.
Hann heldur, at uppgávan, sum liggur fyri framman, sjálvsagt er stór og spennandi, og hann er ógvuliga spentur eftir at taka álitisstarvið sum fiskimálaráðharri upp á seg.
- Eg havi ikki verið aktivur í politikki, men eg havi havt áhuga fyri politikki. So, hetta verður nýtt fyri mær, og eg ásanni, at hetta er eitt nokso stórt stig at taka.
Árni Skaale sigur, at tað, sum fylti nógv, tá møguleikin at gerast landsstýrismaður stóð honum í boði, var spurningurin um knappliga at gerast ein almennur persónur frá at vera ein púra anonymur persónur í privata vinnulívinum.
- Nú skal eg sum landsstýrismaður í fiskivinnumálum gera meg galdandi í almenna rúminum. Hetta verður heilt givið ein broyting í mun til at vera stjóri í einari privatari fyritøku, men eg gleði meg til avbjóðingina.
Nýggi landsstýrismaðurin ásannar, at fiskivinnan er eitt stórt og spennandi málsøki.
- Hetta er lívæðrin í øllum samfelagnum og tað, sum vit liva av. Tað verður ein avbjóðing at umsita fiskivinnununa bæði væl og rætt, og eg gleði meg ógvuliga nógv til at fara í holt við hetta arbeiði, sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum.
Árni Skaale er 55 ára gamal og býr í Klaksvík. Hann er giftur Halldis á Grønastøð, og tey eiga trý børn. Hann er útbúgvin framleiðsluverkfrøðingur, og seinastu árini 22 árini hevur hann verið stjóri í fyritøkuni, Looknorth í Klaksvík.
Á middegi í dag skifti Árni Gregersen á FM1 orð við nýggja landsstýrismannin, og prátið kann hoyrast við at trýsta á pílin undir myndini ovast.