Skipasmíð
Skála: Ein svenskur trolari, sum danska felagið Esvagt í Esbjerg hevur keypt til at brúka sum vaktarskip í Norðsjónum, verður umbygdur á Skipasmiðjuni á Skála.
Enn einaferð hevur ein føroysk skipasmiðja fingið sáttmála um skipasmíð í kapping við skipasmiðjur úti í heimi. Hesaferð er talan um umbygging fyri einar 15-20 milliónr krónur.
Sáttmálin, Skipasmiðjan á Skála hevur fingið, umfatar eina størri umbygging av einum svenskum trolara, sum smíðaður er í Danmark í 1989, greiðir Alfred Hummeland, á Skipasmiðjuni á Skála, frá. Hann vil ikki nevna nakra peningaupphæd, men tá sáttmálin varð gjørdur fyrr í ár, segði nevndarformaðurin í Esvagt, Bjarne Hansen, reiðari hjá A.P. Møller, ið eigir Esvagt, við Sosialin, at talan var um ein sáttmála upp á einar 15-20 milliónir danskar krónur. Hann rósti í tí sambandinum Skipasmiðjuni á Skála fyri at megna at vinna kappingina um hendan sáttmálan.
Skipið kom á Skála tann 6. juni og skal vera liðugt umbygt tann 6. november. Umbyggingin umfatar niðurtøku og reinsan av skipinum so at siga, áðrenn bygt verður upp aftur og innrættað, sum nýggju eigararnir vilja hava skipið.
Vælaverk
Á Skipasmiðjuni á Skála siga teir, at hetta er nakað av tí besta handverki, teir leingi hava sæð. Tað er næstan grátuligt at oyðileggja eitt so væl úr hondum greitt skip, heldur onkur av handverkarunum á Skála fyri. Men teir hava so ta avbjóðing, at teir skulu gera tað minst líka gott aftur.
Skipið skal hava tvey maskinrúm. Eitt høvuðmaskinrúm við 2.200 HK maskinkraft, og eitt eykarúm við maskinu til eina Azimuth skrúvu og ljósmotor. Hesi bæði maskinrúmini verða í hvør sínum enda á skipinum. Høvuðsmaskinurnar aftan, og hjálpimaskinurnar framman, soleiðis, at tey eru púra leys hvørt av øðrum.
Tað kemst av, greiðir Alfred Hummeland frá, at um eitthvørt skuldi hent í øðrum maskinrúminum, soleiðis at maskinurnar steðgaðu, skal altíð bera til hjá skipinum at manøvrera seg burtur frá boripallinum, har tað heldur vakt, so tað ikki liggur og rekst og ger skaða.
Skipið hevur eitt lítið farmadekk, soleiðis at tað kann taka okkurt smávegis av farmi við til boripallarnar, eins og tað møguliga kann taka avfall o.t. aftur til lands.
Tað hevur tveir leysar bátar, sum verða brúktir at ferðast millum skipið og pallarnar við. Eisini hevur tað vatnkanónir á brúgvatakinum eins og eina sterka skutilskanón afturi á skipinum. Hon skal kunna skjóta ein skutil gjøgnum stál, soleiðis at til ber at seta fast á rekar av ymsum slag, sum kunnu hótta pallarnar og síðan sleipa teir burtur. Eisini kann hon skjóta hakar tvørtur um slíkt, sum rekst á sjónum og krøkja í og sleipa burtur.
Innan er tað innrættað við bjargingarrúmum, har fólk, sum eitt nú hava ligið í sjónum og møguliga eru oljudálkað, kunnu fáa viðgerð, áðrenn tey verða flutt til lands við tyrlu.
Tá persónurin er tikin upp av sjónum, verður hann fingin inn í baðirúm, har hann verður reinsaður. Síðan beint inn á sjúkrastovuna, har hann fær viðgerð, áðrenn hann verður fluttur inn á uppihaldsrúmið, har koyggjur eru til endamálið.
Haðani ber til at flyta hann upp á framdekkið, haðani tyrla kann taka hann upp og flyta hann til lands. Tyrlan fær tó ikki sett seg á dekkið kortini.
Hendan innrættingin er júst tann sama sum umborð á stóru veitingarskipunum, sum nú javnan eru at síggja í Føroyum.
Eitt, sum eigararnir leggja sera stóran dent á, sigur Alfred Hummeland, er at skipið skal vera so væl ljóðisolerað, sum yvirhøvur til ber. Og tað verður ein spennandi uppgáva at fara undir.
Nógv at gera
Hetta er stórarbeiði, sigur Alfred Hummeland. Tað verður gjørt eftir sama leisti, sum tá Teistin varð smíðaður. Skipasmiðjan arbeiðir saman við undirveitarum, sum í stóran mun eru teir somu, sum vóru við at gera Teistan.
Tað krevur nógv fólk, so tá arbeiðið við at taka sundur er liðugt, og sjálv uppafturbyggingin kemur fyri, verður mestsum alt fólk bundið har.
Men enn er komið so stutt ávegis, at annað arbeiði eisini verður gjørt. Millum annað skal Lómur í dokkina fyrsta dagin, har hann verður standandi einar tvær vikur. Í løtuni eru skip bæði í dokkini og á sleipistøðini, eins og okkurt eisini liggur við bryggju og fær umvælingar.
So kemur ólavsøkan, sum vanliga er feriutíð, og tá minkar fólkið á Skipasmiðjuni munandi, sigur Alfred Hummeland.
Men øllum hesum hava teir lagt uppfyri, so hann er vísur í, at vaktarskipið hjá Esvagt verður liðugt til tíðina.










