grannum, so kunnu vit ikki ætla, hvussu tómt tað er fyri tykkum, Steinfinn, Rannvá, Bárð, Helgu, Marjuna og Klæmint. Gævi, tit fara at finna ugga og styrki í kærleikanum, tit fingu frá henni, ið tit nú sakna [...] vit øll spyrjandi. Spyrjandi um, hví ein kvinna, sum elskaði lívið saman við sínum kæru og sítt heim so høgt, ikki skuldi unnast longri tíð í kærleika og samljóði at hjúkla um tað, ið henni var dýrast. [...] rundan um eru. Men Ragnhild valdi at líta at møguleikanum heldur enn hóttafallinum, og bar við tign og virðing sín tunga lut, ikki at vita, um viðgerðin fór at røkka ella støkka. Henda lutin bóru tit, familjan
tað verða so, eingin veit.... men tú góða Sólbjørg var farin um sýnuna henda vakra páskamorgun. Hjá mær var tað, sum ein bumba brast. Vit standa spyrjandi, finna ikki orð, hví tú, sum var so lívsglað og [...] systrar, Edith og Fríðbjørg, sum tú vitjaði hvørja ferð, tú var niðri. Tú giftist við Hartley, og fingu tit tveir synir, Jóanes og Jákup, ið høvdu alt at týða fyri teg. Sum ung var tú djørv og røsk, tað stóð [...] manga stuttliga løtu, tá tú kom til Havnar, ella eg kom suður, vit báðar høvdu so nógv felags. Tú var ein sólstrála uttan líka, so ótrúliga gevandi, tú hevði eina útstráling, sum vermdi hvørt hjarta, tín kærleiki
brokkoli. Ein lýdnan ungdóm, sum ikki tosar um prinsippir, um framsagnarfrælsi og nakað so rættvíst og íborið sum hevnd, men ger, sum hann fær fortalt. Harrin forbjóði, um Rooney og hansara ópenu og ókorrektu [...] óhoyrd, er enn eitt dømi um sosialstýring. Um betrivitandi kontrollfrikar, ið halda seg hava ein óyvirlítandi moralskan myndugleika at gera av, hvat vit sleppa og ikki sleppa, sjálvt um tað, vit ikki longur [...] frammanundan eru fyriskrivaðir. Gera vit nakað so spontant sum at opna ein kipsposa, til dømis, fáa vit at vita, at “tað er bara at blíva við, so oyðileggja tit planetina, tykkara hedonistisku umhvørvissvín
helst at vanda mær um orðini, men um skipið tekur sjógv inn, er ein reellur vandi fyri tí ? ja! Men her er ikki so djúpt, so skipið hevði kanska ikki farið so langt, um so var. Veitst tú, um skipið lekur? - [...] í átakinum í nátt. - Um eina løtu fara pumpurnar í gongd, og so fáa vit at síggja, hvussu er. Skipið er stórt, og tí er tað ikki løtuverk at pumpa, um tað skuldi verið. Sleppa tit heilt niður í skipið [...] sum gongur fyri seg á bryggjuni í nátt. - Vit fingu eina fráboðan um, at fólk høvdu sæð royk koma úr skipinum aftur. Vit gjørdu eina rutinukanning og fingu staðfest, at eitt sindur av royki sást aftur koma
køkinum og søgdu góðan dag. Tey fingu so ein temunn við einum bita og kundu eta seg mett. So komu ørindini, at “tit skuldu ikki havt ein ullalagd at givið okkum”. So fingu tey so mikið, sum mamma helt seg kunna [...] út av nógvum. Hann røkti seg ikki og kundi finna uppá mangt løgið. Men hann var skilagóður, og visti nógv, sum fólk annars ikki vistu um ella høvdu áhuga fyri. Hann visti ótrúliga nógv um ætt. Tað var [...] tiltalaði meg altíð “tú guddóttirin”. Men eg var so flov um at hava eina slíkan gubba, at helst havi eg sært hann við at svara illa aftur. Men hann hevur so kent sína skyldu móti mær. Tá ið eg varð konfirmerað
tí at kirkjusóknir eru víða hvar um landið, fáa vit at hoyra ymiskt mergjað bygdarmál, og hóast røddir hava verið frammi um standardiserað føroyskt (mið)-mál, so er tað so vælgerandi at lýða á okkara fjølbroytta [...] lurtari at fegnast um tað, sum ÚF hóast alt framvegis útinnur lurtarum til gleði og gagns. Hugsað verður í hesum umfari bert um morgumlestrarnar, sum ein stórur meiriluti av fólkinum so staðiliga vildu varveita [...] savna føroyingar um hóast alt okkurt felags, tí í tí førinum verður neyvan skeitt til samkomutilknýti, men at so mong lurta ella hyggja, óansæð hvør borðreiðir og hvussu. Men mín sann um ikki nýggi, danski
heilum. Hann skipaði so fyri, at farið varð undir at koyra mold ymsar staðir frá kring um kirkjuna báði við bilum og við trillubørum, so at runnar og blomstur kundu verða plantað kring um kirkjuna til prýðis [...] .hvønn siga tit meg vera?” Tá svaraði Pætur: “Tú ert Kristus, sonur hins livandi Guds.” Síðan talaði Nygaard hesa stóru løtu um tann veika Pætur, sum Jesus kortini bygdi sína kirkju á – um syndaran Sakæus [...] prestagarðinum í Vági. Hesi møtini fóru mest fram um veturin. Sjálvandi elvdi hetta prestafrúuni, Margrethu, eitt stórt eyka stríð. Hon var bara glað um, at hetta kundi fara fram í heimi hennara. Men at
aftaná var boðið til kaffi heima hjá foreldrunum hjá pápa, og seinni var so dansur í gomlu dansistovuni, har brúðarvísan var kvøðin, og so aftaná enskur dansur. Ella Joensen, sum dugdi sera væl at matgera, var [...] hennara úr Miðvági, giftust eisini til Sørvágs, so hon kendi seg heima har frá fyrsta degi. Niðri í Stretinum var gott, trygt og fjálgt at búgva. Fólkini har um leiðir vóru sera fitt og vinalig, og nógv stukku [...] hyggja eftir seyði. Hesa vitan um fjøll, bø og haga og tokka til náttúruna, sum abbi hansara gav honum, hava vit stóra gleði av, tí tað er sera áhugavert at hoyra pápa greiða frá um hesi viðurskifti. Og alskin
dømis selja vindin í Føroyum. 20 metrar um sekundið fyri 2000 kr. um dagin, 25 metrar fyri 2500 kr. og so framvegis. Tá vindferðin ongantíð fer niður um 15 metrar um sekundið, er hetta ein funnin veðurhani [...] Nei, tíverri er Gud ikki ein kvinna. So var annað skil. Men tað fáa vit so einki gjørt við. Teir, sum uppfunna Gud og eiga patentið, góðtaka ikki eitt kynsskifti. Um Veðurgud vil. Nørdar eru, sum hava biðið [...] tí sum skilið er í verðini, er eingin ivi um, at Gud er ein maður, hóast tær í reyðum hosum í Danmark fóru at kalla hann Gudrun fyri 40 árum síðani ella søgdu so hart, at øll hoyrdu: tað er ikki hennara
Nú kann ein velja, um ein ynskir at luttaka í orðaskiftinum um hetta mál ella ein vil gera brúk av teimum demokratisku rættindum, ein hevur at siga sína hugsan og meining um hetta álvarsmál. [...] sum ummælir hesa kanning, tosar um, at politikkarar okkara fara í baklás av rúsdrekkaspurninginum, tó verður sagt ein bólkur av tinglimum. Vit kunnu bert ímynda okkum myndina og skilið, um vit [...] vit hava júst fingið at vita, at so at siga einki hindur er fyri hjá blaðungum at fara í Rúsuna at keypa sær eitthvørt drekkandi. Persónliga eri eg ikki so sannførdur, um rákið og kanningar siga, at tað