Nú skal rúsdrekkalógin dagførast

Tað liggur á ljóði, at í ár kemur uppskot á tingi at dagføra rúsdrekkalógina, sum tað nevnist

Thomas J. Askham

Nú kann ein velja, um ein ynsk­ir at luttaka í orða­skifti­num um hetta mál ella ein vil gera brúk av teimum demo­­krat­isku rætt­ind­um, ein hevur at siga sína hugs­an og mein­­­ing um hetta álvarsmál.
Ein kann eisini velja tann hugburð at seta seg aftur á við krossløgdum ørmum og siga, eg ynski ikki at luttaka í orðaskiftinum um hetta mál, tí eg ynski ongar broytingar í rúsdrekkapolitikkinum, grundað á mínar religiøsu ella politisku sannføringar.
Nú skal eingin halda, at eg geri meg til talsmann fyri fríari og ótálmaðari rús­drekkasølu og -framleiðslu.
Eg eins og onnur avhalds­fólk mugu fyrihalda okkum til nakrar veruleikar, sum eru í okkara samfelag, og sum vit eru ein partur av, og sum vit liva í. Har er rúsdrekka ein partur av degnum hjá nøkrum av okkara borgarum. Um vit nú bert líta nøkur ár aftur í tíðina, so mugu vit ásanna, at stórar broytingar eru hendar á rúsdrekkaøkinum. Rúsan er komin, ein stórur partur av matstøðunum hava fingið skeinkiloyvi til vín og tað, sum sterkari er.
Nú skal rúsdrekkalógin broytast. Tað eitur, hon skal dagførast. Tað sigur mær so mikið, at tað er nakað, sum ikki er í pakt við nútíðina.

Ikki súltutoys- ella ostavinna
Endamálið við at dagføra rúsdrekkalógina skal óivað skiljast so, at hon má verða í takt og pakt við rákið, sum er í tíðini.
Ofta, tá orðaskifti taka seg upp um at broyta lógir, so er tað tí, hesar lógir eru gamlar. Tær hóska ikki til tíðina, tí skulu tær dagførast fyri at fylgja tíðini, vit liva í.
Tað er neyvan nakar, sum er so naivur, at hann ikki heldur, at nú rúsdrekkalógin skal dagførast, so er tað til at liberalisera og at leggja lunnar til eina víðkaða bryggj­arí­vinnu.
Tað hevur ligið leingi á ljóði, at verandi rúsdrekka­lógin leggur fótonglar fyri eini útviklaðari bryggjarí­vinnu her á landi.
Okkara politikkarar, sum skulu taka avgerð um hetta, mugu ikki gloyma, at vit tosa um ein vørubólk, sum kann hava ávirkan samfelagsligt og sosialt.
Eg sigi ikki, at rúsdrekka­misnýtslan økist, um ein víðkað bryggjarívinna kemur her á landi. Tað, ið okkara politikkarar eiga at hava í huga er, um teir ætla at lata upp fyri eini útviklaðari bryggjarívinnu, so eigur henda vinnan at bera ein part av kostnaðinum, hvat tað kostar at hava avrúsunar­tilboð, og hvar tað kemur at kosta samfelagnum Føroyar á heilsuøkinum.
Vit mugu ikki gloyma, at vit tosa ikki um eina súltu­toys- ella ostavinnu.

Frí rúsdrekkasøla
Í desember mánað 2010 kom eitt av bløðunum við eini forsíðu­yvirskrivt, sum ljóð­aði fylgj­andi:
Fyri fríari rús­drekkasølu. Sagt varð frá eini spillfrískari kanning, sum vísti, at vit føroyingar vilja hava rúsdrekka út í handl­­­ar­­nar.
Blað­maðurin, sum um­­mælir hesa kanning, tosar um, at politikkarar okkara fara í baklás av rús­drekka­­­­spurninginum, tó verður sagt ein bólkur av ting­­lim­um.
Vit kunnu bert ímynda okkum myndina og skilið, um vit høvdu havt hetta í handl­unum, vit hava júst fingið at vita, at so at siga einki hindur er fyri hjá blaðung­um at fara í Rúsuna at keypa sær eitthvørt drekk­andi.
Persón­liga eri eg ikki so sannførdur, um rákið og kanningar siga, at tað er tann rætti vegurin fyri samfelagið Føroyar at fara. Her verður neyðugt hjá okkum og politikk­­arunum at leggja oyra til, hvat serkunnleikin inn­an fólkaheilsu hevur at siga okkum.
Formaðurin fyri fólka­­­heilsu sigur í tí greinini, at fáa vit fría rúsdrekkasølu í Føroy­um, skulu vit bara vita, at bæði tann menniskjansliga og tann samfelagsliga rokn­ingin verður stór.
Hann heldur fram at siga, at í takt við at rús­­drekka­nýtslan økist, so økjast eisini heilsu­ligu og sam­felags­ligu avleiðingarnar fyri sam­felagið.
For­maðurin fyri Fólka­heilsu­ráðnum nem­ur við, hvat rúsdrekka skaðar í djúpastu merking, so sum arbeiðsevnini hjá fólki oyði­leggjast. Eisini kann tað oyðileggja evnini at vera familju­menniskja og evnini at virka sosialt og at liva og virka millum fólk.

Vit mugu vera sum hini
Taktfast ljóða loysingar­orðini gjøgnum tað almenna rúmið, alheims­gerðin. Vit mugu líkj­ast grannalondunum bæði so og so, lógin má broyt­ast til tað rákið, sum er uppi í tíðini.
Hví er tað so alt umráðandi at verða og blíva sum hini?
Hví kunnu vit ikki verða, sum vit eru sum fólk og tjóð? Vit mugu ásanna, at vit eru smá og fá, og tí er skjótt at missa sín samleika sum fólk.
Mæta skald okkara Poul F. Joensen hevur týtt sangin "Av øllum londum í eyst og vest". Har byrjar hann í ørindi átta: Vit eru føroyingar serstøk stjóð.
Eg hugsi ikki, at vit kunnu taka hesa sangstrofu til okkum, um vit alla tíðina skulu arbeiða og flyta tjóð okkara mentanarliga og í aðrar mátar móti nútíðar­innar rákið, sum einans setur egoistin í okkum menni­skjum í miðdepilin í hásæti.
Lat okkum dvølja við eina aðra kann­ing (statistik) úr Dan­mark, har hvar so mangt er liberalt, frítt og so opið og hartil so deiligt, sum sagt verður.
Er tað hetta, vit skulu arbeiða fram ímóti? Er tað hetta, okkara politiski myndug­­leiki skal dagføra rús­rekka­­lógina til frama fyri? Er tað hetta, vit ynskja at leiða okkara unga vakra ættarlið inn í?
Tann 1. februar 2011 skrivar Sosialurin, hvussu nógv doyggja av rúsmisnýtslu í Dan­mark. Í 2009 doyðu yvir 50 fólk undir 30 ár í Danmark orsaka av rúsmisnýtslu, 276 rús­­­misnýt­arar doyðu í Dan­­mark í 2009 av tí harða lívi­num, sum misnýtslan elvir til. Hetta eru 38 fleiri enn í 2008 og 17 fleiri enn í meðal tey seinastu tíggju árini.
52 av misnýtarunum náddu ikki at fylla 29 ár, og trígg­ir vóru millum 14 og 18 ár.
Teir flestu misnýtarar doyggja í høvuðsstaðar­um­ráðnum Keypmannahavn, har talið økist skjótt.
Hetta er dapur lesnaður, hann er neyðugur at hava við, nú tosað verður um at dagføra og broyta rús­drekka­lógina til frama fyri eina meiri liberala rús­drekkalóg og til at fáa størri bryggjarívinnu her á landi, sum eisini skal umfara brennivínsbryggjan.
Jú taktfast eins og hern­að­ar­­ljóð gjella rópini í tí almenna rúmi­num her á landi, um alheims­gerð, liberali­­ser­­ing, frígering frá anda­­­lig­­um virð­­um og áskoðanum.
Vit hava sæð, hoyrt og lisið hesa seinastu tíðina, at fjøl­miðlar­nir hava brúkt nógva orku uppá at lýsa ymisk­ar samfelagsligar spurn­ingar innan politikk, átrúnað og vinnulív.
Tað ein hevur heft seg við, er eitt sera óheppið rák innan málnýtsluna hjá luttak­andi persónum (tó ikki øll). Tað er í ordan, at ein ikki er samdur í átrúnaðarligum spurn­ing­um, og tað sama er galdandi í politiskum spurn­ingum.
Hví skulu tey, sum ganga inn fyri tí átrúnaðar­­liga verða happ­að og niður­gjørd, ja, nærum svínað til í slíkum sending­­um? Hví skulu vit hava slíkar sendingar, sum niðurgera okkara politikk­arar á ein slíkan hátt, at vit koma at uppala eitt ættarlið, hvørs virðing fyri okkara politiska stýrið kann liggja á einum lítlum stað? Hetta primitiva málbrúk í okkara fjølmiðlum fremur ikki nakran góðan anda í tí føroysku fólkasálini. Hava fjølmiðlar og fjølmiðlafólk ongi sømilig mørk, sum siga teimum, at hetta er ov groft.
Tað skal ongin halda, at eg ikki dugi at síggja, at ikki alt er perfekt innan átrúnað og politikkk, men tað gevur mær ongan rætt at niðurgera og navngeva persónar innan politikk og átrúnað í slíkum í sendingum. Okkum tørvar ikki at vera sum hini.

Rúsdrekkagrunn
Um nú okkara politikkarar viðtaka, at í Føroyum skal bryggjast sterkari øl, og at brennivínsframleiðslan skal kunna flyta heim úr Íslandi, so vóni eg, at ein politiskur meiriluti verður, sum kann bera so í bandi, at ein rús­drekkagrunnur verður settur á stovn.
Hesin grunnur kann verða brúktur til at fíggja tað upplýsandi arbeiðið av avleiðingunum av ovurnýtslu av rúsdrekka.
Somuleiðis kundi grunn­urin verði við at borði kostn­aðin av, at vit hava viðgerðar­stovnar, sum kunnu hjálpa rúsdrekkamisnýtarum.
Ein máti kundi verði, at eitt ávíst % tal fór av hvørjari fløsku ella hvørjum litur, tá kundu onn­ur gjøld verið broytt, so at hetta ikki kom at virka sum eitt nýtt av­gjald aftrat.
Vit verða noydd at fyri­halda okkum til tann veru­leika, at rúsdrekka er komið fyri at verða í okkara sam­felag. At billa sær inn, at oyggjar­nar verða turrlagdar, er at verða ov naivur.
Mín vón er at tað verður borið so í bandi, at tað verður hugsað um tey, sum blíva bundin av rúsdrekka, kunnu verða hjálpt til at fáa ta neyðugu hjálpina. Her kann ein rúsdrekkagrunnur verða til stóra hjálp hjá viðgerðarstovnunum.
Vón mín er, at allar polit­isk­ar kreftir, sum vilja minimera skað­an av frælslynt­ari rús­drekka­­­vinnu finna saman og arbeiða mál­rættað fyri ein­­um skila­góðum rúsdrekka­politikki.

MBM/Rúsan
Nú ið rúsdrekkalógin skal dag­før­ast møgu­liga til frama fyri Rús­una og fyri bryggjarí­vinn­­una, er tankin óivað at menna út­flutn­ing av øli og brennivíni.
Ein onnur vinna situr í bíðistøðu eftir okkara politikk­arum. Her er eisini talan um eina útflutnings­vinnu. Sum skilst, er tað partvís Hoyvíks­sáttmálin og EU fótonglar, sum forða fyri, at MBM ikki kemur víðari.
Hetta eru tað bert okkara politikkarar, sum kunnu gera nakað við, tá nú tit eru farnir at dagføra rúsdrekkalógina. Hví ikki fáa dagført tað, sum er neyðugt at dagføra, so MBM kann byrja at útflyta vørur.
MBM-vøran var væl fagnað í Rumenia, tá vit fingu mjólkaúrdráttir sum gávu við okkum. Hetta bleiv sera væl móttikið. Tí ivist eg onga løtu, at vøran frá MBM í góðsku er fult kappingarfør við aðra líknandi vøru á marknaðinum. Tá tað kemur til kappingarføri í prísi, kenni eg ikki umstøðurnar.
Ofta fær ein kensluna av, at áhugin fyri at hjálpa virkj­um, sum arbeiða við aðrari vøru og hugskotum, sum ikki hevur stert, ger, at av­varð­andi bankafólk og politikk­arar blíva meiri fjarir í andlitinum, og eyg­uni fara at sveima. Eg eri greið­ur yvir, at henda mín grein bleiv sveim­andi. Mín vón er, at tikið verður hædd fyri avleiðing­unum av rúsdrekka.
Jú, eg hoyri kórið, sum kvøður at vit duga at drekka og umgangast rúsdrekka. Nei, tað eru ikki tey, sum frísk eru, sum hava eina læknavitjan fyri neyðini. Tað er tann sum sjúkur er.
Tað er tann, sum hevur hjálpina fyri neyðini sum er í mínum tonkum í hesi grein.