tilfeingistiltakinum "Ein dagur á Grynnuni", ið er í Tórsgøtu og í Vágsbotni í Havn í dag. Osvald Schiller Johansson er væl kendur sum sløkkiliðsmaður í Havn, men í dag kyndar hann sum grillmeistari. Osvald Schiller [...] greiðir frá, at tað er ringt at meta hvussu nógv skal á grilluna tí summi ár hava tað verið upp til 10.000 fólk til tiltakið. Enn regnar tað, og enn eru ikki so nógv fólk at síggja, men Osvald væntar, at alt
soleiðis í 2018, at fólk líða neyð her á landi og hava ilt við at fáa endarnar at røkka saman. Og tað eigur ikki at vera soleiðis í 2018, at barnafamiljur skulu stúra fyri, um matur er á borðinum í morgin [...] eru vit í Javnaðarflokkinum sera fegin um. Nýggja pensjónsskipanin fer í gongd í 2020, men longu nú gagnar hon verandi pensjónistum, ið varðveita grundupphæddina og fáa meira úr Samhaldsfasta. Nógv hevur [...] soleiðis í 2018, at okkara gomlu skulu sita einsamøll og ongan góðan eiga, so tey kanska stúra fyri hvørjum nýggjum degi. Tað segði Heðin Mortensen millum annað í 1. mai røðu síni á Vaglinum í dag: »Góðu
stjórin í størsta privata bústaðafelagnum, Gordon Rajani, í blaðnm Vinnan, sum er ískoytisblað í Sosialinum í dag. Íbúðarfelagið Mark hevur bygt lestraríbúðir í Marknagili í Havn. Fyrra byggistigið í verkætlanini [...] fevnir um 42 íbúðir afturat á økinum í Marknagili. Gordon Rajani, stjóri í Mark sigur, at tær íbúðirnar koma í summar og standa væntandi uppi til ólavsøku ella í augustmánaði. Síðani skulu tær gerast [...] útleiguvinnuna, so gera teir ikki fleiri íløgur á hesum økinum. Í Sosialinum í dag er nógv meira at lesa um málið. TRÝST HER fyri at lesa Sosialinum í talgildari útgávu.
enn hini hotellini í Føroyum raka, sigur Niels Mortensen, nevndarformaður í Atlantsflog um Hotell Atlantic, sum felagið fer at byggja á Hálsi í Havn saman við LÍV. Hetta segði hann í samrøðu við Árna Gregersen [...] m. Atlantsflog hevði 3,3 milliónir krónur í avlopi í fjør, sum er 24,7 milliónir krónur lægri enn í 2016. Inntøkurnar lækkaðu úr 524 milliónum krónum niður í 517 milliónir krónur. Niels Mortensen sigur [...] - Vit hava mist umleið 30 milliónir krónur í mun til árið fyri, sigur hann, men ásannar kortini, at ferðafólkatalið einans er minkað við einum prosenti. Í næstum fer Atlantsflog at skifta eitt av A31
blanda løgregluna upp í. Í Miðbýnum í Havn tók eisini hópbardagi seg upp, og so vóru aftur boð eftir løgregluni at skilja sundur. Ein triði bardagi tók seg upp í Klubbagarðinum í Havn, men eisini har kom [...] ferðsluóhapp heima á Sandi. Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at tað var ein bilur, sum rendi á ein parkeraðan bil. Óvist er, hvussu nógv fólk vóru í fyrra bilinum og somuleiðis hví óhappið hendi. Løgreglan [...] tað hevu verið sera friðarligt í allan gjár og í nátt. Tað sama kann tó ikki sigast um vikuskifti sum heild, sum hevur verið heldur buldrasligt. Rættiliga nógv fólk vóru í býnum um vikuskiftið, og serstakliga
hoyrn og hoyritól. Í dag er nógv meiri vanligt at yngri fólk taka hoyriroyndir og leita sær hjálp. Hetta er ikki, tí tey hoyra verri í dag, men tí at hugburðurin er broyttur. - Fólk eru nógv meiri tilvitað [...] hoyritólum ber eisini í sær, at í dag er nógv lættari og stuttligari at brúka hoyritól. Hoyritólini eru vorðin nærum ósjónlig og digitala tøknin hevur við sær, at ljóðgóðskan er framúrskarandi í øllum umhvørvi [...] arbeiða í nógvum gangi, professionella hoyrivernd. Hetta er eisini eitt øki í stórari tøkniligari menning, og alsamt fleiri fólk velja at binda um heilan fingur og verja hoyrnina, áðrenn ov seint er. Í Hoyrnini
búði í bilinum í hálvanannan mánað. – Blámusoppur var í húsunum, sum vit búðu í, og vit gjørdust øll so sjúk av soppinum, at vit vórðu noydd at flyta út. Eg hevði ongastaðni at fara, og tí búðu vit í bilinum [...] hjartað at síggja so nógv fólk leita eftir onkrum at búgva í. Eg fari at opna hurðina og bjóða onkrum einligum foreldrum við børnum stovuna hjá mær. Eg taki onki í leigu, men kanska eitt oyra í olju. Stovan hevur [...] stóð í hesi støðuni fyri ikki so langari tíð síðani, var tað yngsta barnið hjá henni 15 ár. Hon greiðir frá, at hevði hon havt smábørn og staðið í líknandi støðu í dag, so hevði hon ikki ivast í at farið
verið í Havn, har tjóvarnir hava fingið fatur á nógvum rúsandi heilivági. Hildur Hentze, kanningarleiðari, sigur, at talan er um morfintablettir, ketogan og morfinplástur. - Talan er um rættiliga nógv morfin [...] morfinplástri, 50 dololtablettir og aðrar tablettir. - Løgreglan vil ávara fólk um at taka nakað av hesum, tí ilt er at siga, hvussu tú reagerar upp á slíkan heilivág, sigur Hildur Hentze. [...] morfin, sum kann vera sera vandamikið, um fólk tekur tað, sigur Hildur Hentze, sum tó ikki vil siga meiri um, hvar brotið er inn. Talan er um 90 morfintablettir, 20 ampullir av flótandi morfin, 10 ampullir
kann sigast um Eyðun Hansen í Vestmanna, sum breyt ryggin í Leynatunlinum í 2012 - og um pápa hansara, Hans Pætur Hansen, sum misti bæði beinini við Hvítubjørn í Grønlandi í fyrru helvt av sjeytiárunum [...] skiparaprógv í 1981 og sigldi í fleiri ár, bæði sum stýrimaður og skipari - í Eystursjónum, Grønlandi og síðan í fleiri ár við ísfiskatrolarum undir Føroyum. - Mær dámdi ógvuliga væl at sigla, men í 2006 hugsaði [...] . Eftir at hava siglt og ført skip í nógv ár, fór Eyðun Hansen í 2006 undir egna lastbilafyritøku. Ein feigdardag nøkur ár seinni koyrdi hann inn í Leynatunnilin - uttan at hava lagt kranan á lastbilinum
Ríkisumboðnum í Havn, men síðani hevur hon ferðast kring landið. - Vit settu okkum í samband við nakrar kommunur og spurdu, um tey vóru áhugað í at fáa bókina og fleiri tóku av. Eg síggi eisini, at í øllum støðunum [...] støðunum, sum bókin hevur verið, eru fólk komin og hava skrivað eina heilsan, sigur hon. Tað er ymiskt, hvussu nógv fólk skriva. Onkur hevur bara skrivað navn sítt í bókina, meðan onnur hava skrivað longri [...] greitt frá teirra minnum av prinsinum, sála. - Fólk hava í fleiri førum eisini vent sær til okkara og greitt frá, hvussu væl teimum hevur dámað Heindrik, prins. Nógv siga, at tey halda, at hansa lyndi hevur