TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna reportarin hjá Rás2, Óli G. Samuelsen gjørdi við sløkkiliðsmannin, Osvald Schiller Johansson, ið er grillmeistari á tilfeingistiltakinum "Ein dagur á Grynnuni", ið er í Tórsgøtu og í Vágsbotni í Havn í dag.
Osvald Schiller Johansson er væl kendur sum sløkkiliðsmaður í Havn, men í dag kyndar hann sum grillmeistari.
Osvald Schiller Johansson greiðir frá, at tað er ringt at meta hvussu nógv skal á grilluna tí summi ár hava tað verið upp til 10.000 fólk til tiltakið. Enn regnar tað, og enn eru ikki so nógv fólk at síggja, men Osvald væntar, at alt verður etið sum hann og hini sum standa við grillurna hava grillað gjøgnum dagin.