Ferðsluóhapp heima á Sandi

Sunnunáttina hendi eitt ferðsluóhapp heima á Sandi. Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at tað var ein bilur, sum rendi á ein parkeraðan bil. Óvist er, hvussu nógv fólk vóru í fyrra bilinum og somuleiðis hví óhappið hendi.

 

 

 

Løgreglan sigur, at tey kanna málið nú, men kunnu staðfesta, at eingin persónsskaði stóðst av óhappinum.  Annars sigur vakthavandi á løgreglustøðini, at tað hevu verið sera friðarligt í allan gjár og í nátt. 

 

 

Tað sama kann tó ikki sigast um vikuskifti sum heild, sum hevur verið  heldur buldrasligt. Rættiliga nógv fólk vóru í býnum um vikuskiftið, og serstakliga sunnunáttina hevði løgreglan úr at gera, tí fleiri ferðir komu fólk til ilnar, og fóru til hendurs. Men ongin fekk nakað serligt av skaða kortini, tí talan varð ikki til meiri enn um blá eygu og prus.

 

 

 

Í Klaksvík varð ein maður sunnunáttina sligin í andlitið á alfaravegi. Hann varð koyrdur á skaðastovuna. Eisini í miðbýnum í Havn komu tveir mans til ilnar sunnunáttina, og har mátti løgreglan upp í at skilja sundur. Menn høvdu fingið skeinir, men meiri verður ikki gjørt burtur úr, tí teir báðir bardagakropparnir høvdu alt annað enn hug til at blanda løgregluna upp í.  

 

 

 

Í Miðbýnum í Havn tók eisini hópbardagi seg upp, og so vóru aftur boð eftir løgregluni at skilja sundur.  Ein triði bardagi tók seg upp í Klubbagarðinum í Havn, men eisini har kom løgreglan upp í, og fekk skilt sundur, áðrenn nakar skaði stóðst av.