Fyri á leið einari viku síðani skrivaði Arnhild Maria Poulsen úr Oyndarfirði soleiðis á Facebook:
“Hey øll somul. Eg fái ilt fyri hjartað at síggja so nógv fólk leita eftir onkrum at búgva í. Eg fari at opna hurðina og bjóða onkrum einligum foreldrum við børnum stovuna hjá mær. Eg taki onki í leigu, men kanska eitt oyra í olju. Stovan hevur dupultsong, eina stóra hjørnasofu og stólar. Tit mugu gjarna hava djór”
Arnhild Maria Poulsen hevur sjálv roynt at staðið uttan bústað, tá hon og fýra børn hennara fyri skjótt tveimum árum síðani vórðu noydd at flyta út úr bústaði sínum vegna blámusopp. Støðan var tá so ring, at Arnhild Maria búði í bilinum í hálvanannan mánað.
– Blámusoppur var í húsunum, sum vit búðu í, og vit gjørdust øll so sjúk av soppinum, at vit vórðu noydd at flyta út. Eg hevði ongastaðni at fara, og tí búðu vit í bilinum í hálvanannan mánað, sigur Arnhild Maria, sum tá hevði fyrireikað seg til at flyta av landinum, so hon og børnini kundu fáa tak yvir høvdið.
Tá var yngsta dóttir hennara 15 ár, og Arnhild Maria royndi at verja hana við at senda hana á summarlegur og annað hetta tíðarskeiðið. Tann elsta fór til familju at vera, men ikki var gjørligt hjá teimum øllum at gista hjá fólki. Meginpartin av tíðini vóru Arnhild Maria og tann næstyngsta dótturin í bilinum.
– Av og á fóru vit á okkurt gistingarhús at sova og at vaska okkum, men tað kundu vit ikki gera ov ofta, tí tað varð ov kostnaðarmikið, sigur hon.
– Tað var í evstu stund, at eg fekk hesi húsini, sum vit nú búgva í í Oyndarfirði. Eg hevði ikki nógva ogn, tí tað mesta varð oyðilagt av soppinum. Eg hevði fyrireikað flytingina, fingið keypara til bilin og manglaði bara at keypa ferðaseðlarnar, sigur hon.
Tá Arnhild Maria stóð í hesi støðuni fyri ikki so langari tíð síðani, var tað yngsta barnið hjá henni 15 ár. Hon greiðir frá, at hevði hon havt smábørn og staðið í líknandi støðu í dag, so hevði hon ikki ivast í at farið av landinum.
– Ein slík støða slítur fólk upp. Vit vóru øll strongd og enntá hundurin merkti, hvussu spent og troytt vit vóru hesa tíðina, sigur hon álvarsom.