skjótt tvey ár. Og hon kundi ikki hugsað sær nakað betri enn hetta. - Hetta er tað besta eg veit. Einki er sum at dykka í taranum út fyri Rituvík, sigur hon. Minst eina ferð um vikuna Tað var kanska meiri av [...] ítróttini. Henda eina dagin fekk hon eyga á nakrar menn, sum dykkaðu, og tá hon varð spurd um hetta var nakað fyri hana, so svaraði hon beinanvegin ja. Síðani tá hevur verið ein íðin froskkvinna. Tað er fleiri [...] hugsingur um at fara útí. Men eg ætli mær so ein túr seinni í vikuni, sigur hon. Vikuna frammanundan hevði hon eisini verið og dykkað. Ta ferðina var hon enn einaferð á Rituvíkini. Enn er Alisa bert 14
u í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Endamálið var at vísa á, hvussu lesandi og vinnulívið kunnu fáa gagn hvør av øðrum. Formaðurin, Katrin Apol, vísir á, at tað ikki hevur verið vanligt hjá akademikarum at fara [...] rætta vegin, hóast vit ikki kunnu vísa á nakað ítøkiligt úrslit frá stevnuni, sigur forkvinnan í MFS. Vinnuhúsið Umboð fyri Vinnuhúsið vóru við á lestrarstevnuni, og MFS dylur ikki fyri, at felagið heldur [...] frá. MFS vísir á, at vinnan í teimum lesandi hevur eitt tilfeingi, ið ikki verður troytt í nóg stóran mun. Ynskiligt hevði verið, um vinnan leitaði út til lesandi at fáa tey at gera smærri og størri kanningar
boða frá, um skipanin av eini ella aðrari orsøk ikki virkar, sum hon skal. Vit spurdu eisini Elmar, hvussu "strangt" tað er við satelitt-skipanini og um skip yvirhøvur kann vera til fiskiskap, um skipanin [...] m, Sancy, sum sambært íslendskum myndugleikum uttan fráboðan var staddur í íslendskum sjógvi. Tað var íslendska verjuskipið, Óðin, sum var á veg til Bretlands, ið kom fram á føroyska trolaran. Tá ið Óðin [...] seg ikki Elmar Højgaard, leiðari á Fiskiveiðieftirlitinum, sigur, at teir vita einki meira um Sancy-málið enn tað, sum frættist úr Íslandi. - Tað, sum vit hava lisið ímillum reglurnar, er, at ikki er vist
Kosovo-albanarar. Háskúlin, ið bert var fyri kvinnur, helt til í eini stórari íbúð á Nørrebrúgv. Hetta var ein verkætlan, ið skuldi vera ein roynd í tvey ár, men hon hevur eydnast so mikið væl, at skúlin [...] sekundera er hon, tú gerst brúk av fyri at klára teg í samfelagnum, tú býrt í. Trupult at seta í bás Føroyingar, ið hava blandað seg uppí kjakið, um vit skulu taka ímóti flóttafólki ella ikki, hava víst [...] um aðra staðni. Vit eiga fyrst og fremst at hjálpa fólkunum á staðnum, men ikki fyri ein og hvønn prís. - Sum er eru vit ikki til reiðar at taka ímóti flóttafólki. Taka vit fólk henda vegin uttan at gera
hava yvirskot til eisini at hugsa um onnur enn seg sjálvan, eru góð samfeløg, segði hann fyri teimum mongu, sum høvdu leitað sær til Nesvíkar í gjárkvøldið. Talan er um eina ráðstevnu, sum setir sjóneykuna [...] Menningarsamstarv er eisini ein partur av hesum virksemi. Tí var løgmaður, sum umsitur menningarmál í landsstýrinum, boðin at seta stevnuna. Stevnan var alt vikuskiftið, og endaði seinnapartin sunnudagin. Løgmaður [...] Løgmaður vísti á, at í hjørtunum á okkum býr eitt ynski um at allur heimurin skal verða eitt gott stað at búgva í. Men soleiðis er støðan tíverri ikki allastaðni: - Men vit vilja hjálpa so væl sum vit kunnu
hevur hon kunnleika til virksemið og hugsunarháttin hjá kolombisku FARC-rørsluni, og í útvarpssamrøðuni sigur hon seg stúra fyri, at rørslan FASRC fer at girða seg inni, um myndugleikarnir ikki vilja tosa [...] Ingrid Betancourt var gísli hjá FARC í kolombiska frumskóginum í fleiri ár, men varð latin leys fyrr í ár. Hon heldur ikki, at hermegi og harðrend framferð loysa trupulleikarnar við yvirgangi. -Tað eru [...] uppfatanir, tá vit tosa um yvirgang. Onnur er, at vit skulu ongantíð tosa ella tingast við yvirgangsmenn. Mín uppfatan er, at tað er neyðugt at samskifta, júst tí at talan er um yvirgangsmenn, sigur Ingrid
Hetta eiga vit ikki at góðtaka. Vit eiga at gera okkara fyri at venda hesari gongdini, sigur hon. Trýst á pílin omanfyri fyri at hoyra samrøðuna við Kristiannu Winther Poulsen, sum var í tíðindunum á FM1 [...] plastposa í náttúruni. Hon heldur, at vit eins væl kunnu brúka annað tilfar enn plast til fleiri gerandisvørur sum t.d. plastposar, knívar, gaflar, lok og súgvirør. - Tað er ikki soleiðis, at tann vøran [...] vøran, vit annars brúka, fer at hvørva. Men so verður hon framleitt í øðrum tilfari, sum er lættari niðurbrótiligt, sigur hon. - Vit eiga at ganga á odda í mun til onnur lond í Evropa og banna einnýtisvøru
seg skjótt til tað betra. Tó kendi Erna seg ikki heilt trygga hjá hesum fólkunum. - Tey vóru stak fitt, tað var ikki tað, sigur hon. - Men eg visti einki um tey áðrenn, og knappliga ein dagin hoyrdi eg [...] tað, ið vit hava rundan um okkum. Sum ein familja Erna var til arbeiðis í handlinum, tá ein genta kom inn á gátt, sum júst var afturkomin frá Rumenia. Erna hevði fyrr hoyrt um hesar túrarnar, sum Absalon [...] tankin um sjálv at fara hevði ongantíð sligið hana. - Hendan gentan fortaldi so livandi um alt, ið hon hevði upplivað á túrinum. Og knappliga hugsaði eg: "Har má eg fara", greiðir Erna frá. Hon tosaði
føroyingum í Danmark, var størst, var undir stóru fíggjarkreppuni í Føroyum. - Flestu føroyingarnir, sum hesi árini fluttu til Danmarkar, vóru í aldrinum 17-39 ár, og framvegis eru nógv ikki heimaftur komin [...] Danmark, hava tikið eina útbúgving í Føroyum, eitt nú sjófólk, men hesi eru ikki skrásett sum útbúgvin. Soleiðis er talan um minimums-tøl. 237 lærarar Í tølunum yvir, hvørjar útbúgvingar føroyskir útisetar [...] hagtølum yvir føroyskar útisetar í Danmark. - Hyggja vit at nettotilflytingini til Danmarkar, sæst, at hon hevur verið javnt veksandi seinastu 30 árini. Tó er eitt lop í tíðarskeiðinum 1990-1994, tá nettot
Vágoyggin. Ikki at tala um Fugloynna og Mykines, ið eru komin niður um kritiska punktið. Fólkatalið minkar stútt og spurningurin er bara um ár, tá plássini eru fólkatóm. Fyri trimum árum síðani var tað tepurt [...] er í fólkatalinum. Samferðslan er avgerandi fyri um nakað eydnast ella ikki. Ein íløga At føroyingar eru so staðbundnir merkir kortini ikki, at teir ikki kunnu stinga av og koma aftur. Flytførið ella m [...] høvdu vit eina menning í Føroyum, hon var bara ov lítil. Kvinnufráflytingin var øgilig í 60-unum. Tá ið vit koma til 70-ini síggja vit aftur eina kvika flyting. Í 1972 var oljukreppa og stórt arbeiðsloysi