- Vinnulívið kann fáa nógv burturúr lesandi

- Endamálið hjá okkum er at vísa á møguleikarnar fyri betraðum samstarvi millum lesandi øðrumegin og vinnulívið og almennar stovnar hinumegin, sigur Katrin Apol, forkvinna í Meginfelag Føroyskra Studenta

Hóskvøldið skipaði MFS (Meginfelag Føroyskra Studenta) fyri lestrarstevnu í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Endamálið var at vísa á, hvussu lesandi og vinnulívið kunnu fáa gagn hvør av øðrum.
Formaðurin, Katrin Apol, vísir á, at tað ikki hevur verið vanligt hjá akademikarum at fara í starvsvenjing í Føroyum. Hinvegin hava fleiri lærara- og pedagoglesandi tikið starvsvenjingartíðina í Føroyum.
MFS er farið hevur seinastu tíðina dúgliga roynt at fingið almennar stovnar og tað privata vinnulívið at taka lesandi inn í starvsvenjing. Hetta átak hevur borið nakað av ávøksti, og fleiri lesandi eru komin í starvsvenjing í Føroyum.
Undir heitinum lesandi  eitt ótroytt tilfeingi skuldi lestrarstevnan varpa ljós á, hvussu eitt nú vinnulívið kann fáa gagn av fólki, ið gongur á hægri lærustovni.
Í londunum kring okkum hava lesandi í fleiri ár fingið kærkomnar arbeiðsroyndir ígjøgnum uppihald á antin privatari vinnufyritøku ella á einum almennum stovni.

Mennandi uppihald
Á lestrarstevnuni vóru tvey lesandi, ið greiddu frá sínum royndum við starvsvenjing, og tey høvdu bæði góðar royndir frá starvsvenjing. Endamálið við starvsvenjingini er at fáa høvi at nýta sína fagligu vitan í praksis.
- Universitetið kann mangan gerast heldur einstáttað, og tú ert saman við fólki, ið hava somu vitan og lesa sama lærutilfar sum tú, sigur Katrin Apol.
Hon leggur afturat, at í starvsvenjingartíðini kemur tann lesandi í eitt nýtt umhvørvi, har fleiri fagbólkar skulu samstarv og finna felags loysnir.
Tá skal vitanin, sum tann lesandi hevur fingið ígjøgnum lesnað á hægri lærustovni, umsetast til praktiskt arbeiði á einum arbeiðsplássi.
- MFS heitti á Løgmansskrivstovuna um at fáa eina skipan í lag, har lesandi fáa høvi at koma í starvsvenjing hjá almennum stovnum í Føroyum, sigur Katrin Apol.
Hendan skipanin er nú so spakuliga farin at virka, eftir at Løgmansskrivstovan í nøkur ár hevur havt lesandi í starvsvenjing á skrivstovunum í Bruxelles og London.
- Vit vildu við hesi lestrarstevnuni geva tí almenna og vinnulívinum eitt skump rætta vegin, hóast vit ikki kunnu vísa á nakað ítøkiligt úrslit frá stevnuni, sigur forkvinnan í MFS.

Vinnuhúsið
Umboð fyri Vinnuhúsið vóru við á lestrarstevnuni, og MFS dylur ikki fyri, at felagið heldur enn gjarna vil hava eitt samstarv í lag við Vinnuhúsið.
- Vit fingu eina avtalu í lag við Vinnuhúsið fyri nøkrum árum síðani, men tað datt av eini ella aðrari orsøk niðurfyri, greiðir Katrin frá.
MFS vísir á, at vinnan í teimum lesandi hevur eitt tilfeingi, ið ikki verður troytt í nóg stóran mun. Ynskiligt hevði verið, um vinnan leitaði út til lesandi at fáa tey at gera smærri og størri kanningar, sum til dømis kunnu samantvinnast við uppgávuskriving á lærustovninum.
Jákup Mørkøre var ein av luttakarunum í pallborðinum, og hann vísti á, at tey lesandi mugu hava eina ítøkiliga ætlan á borðinum, tá tey venda sær til vinnufyritøkur um starvsvenjingarpláss.
Hann legði dent á, at lesandi í størri mun eiga at taka initiativið og selja seg sjálvan til tað privata vinnulívið.
Jákup Mørkøre vísti eisini á týdningin av, at tann lesandi hevur eina ítøkiliga ætlan, tá viðkomandi vendir sær til eina vinnufyritøku. Um einki ítøkiligt er á tapetinum

Framtíðarútlit
- MFS fer at royna at taka samtarvið við Vinnuhúsið uppaftur í nærmastu framtíð. Vit fara eisini at gera almennar stovnar varugar við møguleikan at taka lesandi í starvsvenjing, sigur Katrin Apol.
Ætlanin er, at Vinnuhúsið og MFS skulu vera bindilið millum lesandi og vinnulívið. Á tann hátt kunnu tey knýta sambond millum lesandi og privatar fyritøku.
Tað var júst hetta, sum tann fyrra avtalan legði upp til, men vantandi kunning millum bæði lesandi og vinnufyritøkur hevði við sær, at samstarvið ongantíð fekk vind í seglini.
Samstarvið við almennu fyrisitingina er longu komið á glið, og fleiri lesandi hava fingið starvsvenjingarpláss í føroysku fyrisitingini. Men MFS vil eisini hava eitt samstarv við tað privata vinnulívið í verk. Hetta er næsta avbjóðingin hjá felagnum hjá føroyskum lesandi.