hava sæð, at tú ert við og við fullum seglum, og við fynd í tínum verkum við tínum ósvikaliga sansi fyri tilfari og proportión. Nógv verk eru, sum tú hevur latið úr hondum, og eru hesi millum tað besta [...] ingum, hevur tú víst á leiðir at lýsa okkara bygdaløg, býarmyndir, kirkjur og serlig hús í svørthvítum eins og í litaðum tekningum og skitsum. Eg minnist frá tíðini, eg arbeiddi á teknistovuni hjá Palla [...] Síðan eg var hálvvaksin, havi eg vitað, hvør Palli var, og eg gloymi ongantíð framsýningarnar við tekningum og modellum av nýggja bókasavninum og nýggja býráðshúsinum, sum tá var ætlanin at byggja í Havn
ad hoc fígging. Og so tann grøni vøllurin á Frælsinum, sum hoyrdi til Føroya Læraraskúla og Venjingarskúlan [nú Fróðskaparsetrið]. Alt – hús og vøllur við rektarahúsi – bygt og goldið og umsitið av rík [...] framkomnum londum eru universitet og kirkjur inkarnatión av vakurleika og stoltleika. Eitt nú í Danmark, har vit føroyingar í túsundatali hava notið og njóta mentan og vakurleika á 10 ymiskum universitetum [...] Hoyvík fingu fátækir havnarmenn fýramannafør við snøri, miðum og ýtum til útróður. Hetta og veltingararbeiðið og kúgvin í kjallaranum gjørdist lív og sál hjá havnarfólki. Broytingin í tilveruni í Føroyum má
havt telt og nýtt gróthúsið afturat at sova í. Kunningarstovan skipar fyri fleiri túrum um sumrarnar, og eisini eru fleiri dagtúrar á skránni. Tá verður til dømis komið við báti til Skopunar, og síðani gingið [...] haga, har Laura og Páll borðreiða við alskyns góðum mati áðrenn leiðin gongur til Skálavíkar. Eisini gongur túrurin onkuntíð hinvegin, og tá verður gingið úr Skálavík í Norðasta Haga og síðani til Skopunar [...] fuglalendi og plantulívi. Abbi Páll bygdi húsini í 1910, og Páll festi í 1971. Abbi Páll sat heili 60 ár á garðinum, áðrenn nakar tók yvir. Lata væl at Ein kolkomfýrur verður brúktur til at matgera á, og til
er en god og ny kirke, kun har den denne fejl, at de ved kirken opsatte stenvægge står alt for nær ved træbygningen. Også ligger den temmelig langt fra bygden på et lavt og fugtigt sted." Og hann skrivar [...] meldurhvirlu og hevði skorað seg fasta í vøllin. Menn tóku tað sum eitt tekin um, at har við Mataránna skuldi nýggja kirkjan standa. Og her stendur hon framvegis stívliga 175 ár seinni. Áin tutlar og teskar [...] tað stóra hav og hvørvir. Og ein dag eru okkara dagar runnir út í aldarinnar hav. Men kirkjan stendur líka trygg sum altíð. Tann boðskapur her hevur ljóðað øll hesi mongu ár, bæði í góðum og ringum tíðum
Afganistan. - Eg sat og hugdi at TV avísini, har Bondevík stóð og vinkaði hermonnunum farvæl og ynsktu teimum góða eydnu på hele Norges vegne. Nei tú, onki skuldi Bondevik standa har og mína vegna ynskja [...] Davis. Tað hendir seg javnan, at hon ikki ringir til journalistar og bløð og talar at, um hon heldur, eitt mál hava verið ov illa handfarið. Og hon aftar seg ikki við at ringja til norska forsetisráðharran [...] síggja øll hesi meir enn 100 fólkini, sum vóru komin at heilsa uppá meg og ynskja tillukku. Har vóru familja vinur og kenningar og ikki at gloyma fleiri av teimum, sum eg lærdi til sjúkrasystir saman við
tveir tímar til longdar, og føroysku røddirnar eiga fólk úr leiklistini og føroyska fjølmiðlaheiminum. Frásøgumaðurin í filminum er Sonne Smith. Hansara rødd liggur væl undir og knýtir nógvu frásagnirnar [...] ein høvuðsleikari í filminum og hoyrist gjøgnum allan filmin. ? Hetta er tann størsta og torførasta uppgávan eg nakrantíð havi havt á leikpalli. Eg eri glaður fyri úrslitið og sera takksamur fyri álitið [...] meira Elin, og vit hava verið noydd at lisið umaftur og umaftur, tí hon hevur kravt tað, sigur Sonne Smith. Eitt vælsignilsi Upptøkurnar eru gjørdar í Studio 1 í Útvarpi Føroya. Sjónleikararnir og frásøgufólkini
a, har kirkjur ofta hava ein virknan leiklut, bæði sosialpolitiskt, í umhvørvis- og friðarspurninginum og í stríðnum fyri frælsi og mannarættindum. Misnýta Bíbliuna Men hvat heldur Margrete Auken so um [...] Religión og politikkur eru evni, sum veruliga kunnu fáa sinn, fólkasløg og lond í kók. Og samanrenningin av evnunum báðum, er ein ikki minni vandamikil kokteylur – verður mangan sagt. Men tað finnast ymsir [...] danski ES-parlamentslimurin og presturin Margrete Auken úr SF eitt gott dømi um. Tá vit her á landi tosa um religión og politikk, hugsa tey flestu helst um kristiligar flokkar og politikarar, sum úr sætinum
av jørð í Svínoy og Heri hoyggjaði og gekk á fjall og var til skips við snellu undir Føroyum og við Ísland. - At hava roynt sjólívið er sjálvandi ein fyrimunur nú, tá ferðast skal til og frá Suðuroynni, [...] kirkjurnar. Vit samstarva og skifta við prestarnar í Hvalba og á Tvøroyri eisini, sigur Heri. - Her er gott at vera, fólk hava verið fitt og lagalig at fáast við og sum eg plagi at siga, og eisini sigi her, at [...] í barnaskúla og tá vóru tveir flokkar og undirvísingin var sera góð, kann ein siga. Tað vóru yngri og eldri flokkur. Trý tey fyrstu árini gekk ein í skúla frá klokkan 12 til 14 um dagin og frá 10 ára aldri
sóknini eru fýra kirkjur – Vesturkirkjan, eins og kirkjurnar á Argjum, Kirkjubø og í Hesti. Stórur áhugi Hetta hevur verið ein stríggin tíð hjá starvsfólkunum á skrivstovuni í Bispagarðinum. Og serliga man [...] november, og varð freistin at søkja sett til 10. desember í fjør. Og tað vísti seg beinanvegin, at stórur áhugi var fyri at søkja. Til fleiri av størvunum vóru bæði fimm og seks umsóknir, og ikki færri [...] Joensen og Hera Joensen. Hóast Derhard ikki enn er innsettur í starv sítt, hevur hann sínar hugsanir um, hvat hann millum annað fer at leggja dent á í tænastu síni – til gagns og gleði fyri kirkjuna og kirkjuliðið:
sum liva undir fátækramarki og mugu fáa hjálp frá “Í menniskjum góðum tokki” – og sum vit fyrst og fremst hava ábyrgd av sum land og tjóð, - sýnist at koma í aðru røð, - og eru ikki nevnd við einum orði [...] til Føroyar burturúr einum óteljandi skara av milliónum og aftur milliónum, sum líða neyð og vera forfylgd úti í heimi. Men í hesum lítla fámenta og viðbrekna oyggjasamfelag kemur ein slík standandi innbjóðing [...] fyri orðaskiftið í Føroyum eins og aðrastaðni, so hava leiðandi politikarar, mentafólk og fjølmilaumboð v.m. her eisini lyndi til at harta tey, sum eru atfinningarsom og sýna fyrivarni á hesum øki. Tey