Flestu amerikanarar kunnu ikki ímynda sær ein forseta, ið er gudloysingur, hava meiningakanningar víst. Teir kunnu ikki liva við einum forseta, ið ikki endurspeglar sína persónligu lívsáskoðan, ið aloftast er alt annað enn gudleys. USA er tiltikið religiøst og valevni ið ikki taka religión í álvara hava lítlan møguleika.
Fremsta valevnið hjá Republikanarum til forsetavalið í november í løtuni, Mitt Romney er eitt klassiskt dømi. Tað er sera umráðandi fyri hann at prógva at hann persónliga livir upp til konservativu virðini hjá sínum konservativu kjarnuveljarum.
– Eg havi verið giftur við somu konuni í 42 ár. Havi gingið í somu kirkju alt lívið. Havi starvast fyri eina fyritøku í 25 ár. Og gerist eg forseti, verið eg trúgvur ímóti familjuni, trúnni og okkara landi, hevur hann ført fram.
Ímeðan gevur Barack Obama forseti sínum uttanríkispolitikki eina religiøsa dimensión - Menningarhjálp, forðan av ræðuleikum í t.d. Uganda, útbreiðsla av fólkaræði ella forðan av menniskjahandli snúgva seg ikki bert um amerikanska leiðslu í heiminum, men eisini um bíbilska ábyrgd at taka sær av teimum illa stillaðu, segði hann á árliga National Prayer Breakfast fyrr í hesum mánaðinum. Undangongumaður hansara Georg Bush helt fyri, at hin alvaldi hevði kalla seg til at berjast fyri rættvísi í heiminum – amerikonskum rættvísi sjálvandi.
Religiøst politiska samskiftið í USA minnir einamest um tað vit kenna frá ávísum flokkum í Føroyum. Hóast tað í Føroyum, eins og í reystini av Evropa, gerst minni og minni legitimt. Í flestu londum í Europa eru tilsipingar til Gud og persónliga trúgv undantakið í politiskum retorikki. Tí vakti tað stóran ans í Evropa, tá Tony Blair, í 2006, segði, at tað verður upp til Gud og søguna at døma um hvørt Irak kríggið var rætt ella ikki. Men hví hesin munur alt eftir hvørju megin atlantshavið tú ert?
Amerikanska paradoksi
Í fleiri evropeiskum londum, eitt nú fleiri norðurlondum, eru religión og statur formelt ikki atskild. Vit hava statskirkjur ið verða stuðlaðar og uppihildnar av statinum. Harnæst fær kristniundirvísing ofta framíhjárættindi í skúlunum. Í USA eru kirkja og statur formelt atskild.
Hóast hetta, fyllur religión nógv í USA, bæði í almenna rúminum, mentanini og í nærsamfeløgum. Meðan kirkjurnar standa nærum tómar í Evropa og alsamt fleiri evropearar lýsa seg sjálvar sum ”ikki religiøsar”, er átrúnaðurin ein sterk drívmegi í amerikanska samfelagnum við nógvum religiøsum aktiviteti og fyltum kirkjum og samkomum.
Henda gongdin er staðfest við nógvum ymiskum samfelagsfrøðiligum samanberingum millum lond. Samfelagsgranskarar hava leingi spurt seg sjálvar um heimurin samanumtikið gerst meiri ella minni religiøsur. Svarið er, at tað velst um hvar í heiminum ein er staddur.
Beiskur smakkur av religión
Ein partur av frágreiðingini skal finnast í søguni. Leingið varð hildið at fólkaræði, modernitetur og almenn upplýsing nátúrliga máað støðið undan religiøsum myndugleikum og dogmum í samfelagnum. Hetta tykist eisini vera gongdin í stórum pørtum av Evropa. Religiøsa verðin er vorðin atskild frá restini av samfelagnum. Religiøsir serfrøðingar, eitt nú prestar, skulu helst ikki úttala seg um annað enn teirra egnu religiøsu serfrøði. Gera teir tað, bróta teir eftir hondini viðtikna normin um skilnaðin millum religión og politikk. Religiónin hevur funnið sítt pláss í privatlívinum og hevur mist ræðisrættin í almenna rúminum. Tað tilkemur ongum longur at siga hvør endaligi sannleikin um tilveruna er. Religión og lívsáskoðan er vorðið eitt privat val fyri tann einstaka. Vit kenna reaktiónirnar Í Føroyum tá Miðflokkurin sigur seg hava sama politiska lit sum hin alvaldi. Teir bróta evropeiska normin. Hetta er tað vit nevna sekularisering.
Av einhvørjari orsøk tóktist hetta ikki vera gongdin í USA. Samfelagsgranskarin Peter L. Berger, vísir á, at søguliga upplivingin í Evropa er grundleggjandi øðrvísi enn tann í USA. Í Evropa var kirkjan sædd sum mótpartur til framburð og menning. Etableraða religiónin varð sædd sum ein kúgandi megi. Og upplýsingin í 18. øld varð lutvíst ein uppgerð við etableraðu kirkjuna. Kirkjan kom sostatt í fleiri londum at standa í andsøgn til andsfrælsið og upplýsing. Hetta kann vera ein frágreiðing uppá, at evropearum dámar betri at lýsa seg sum ”spirituellar”, heldur enn ”religiøsar”, tí tað seinna verður sett í samband við gamaldags trongskygni.
Positiv religión
Í USA eigur religiónin ein grundleggjandi øðrvísi søguligan leiklut. Amerikanska kollveltingin snúði seg lutvíst um religiøst frælsi, heldur enn nakra uppgerð. Har var eingin tyngjandi statskirkja at gera upp við. Kirkjur og samkomur komu at virka á privatum grundarlagi.
Peter L. Berger vísir á, at kirkjurnar komu at spæla ein avgerandi leiklut fyri tilflytarar, kirkjurnar gjørdist lopfjøl at gerast partur av lokalsamfelagnum. Júst privata grundarlagið, metir hann, er ein partur av frágreiðingini, tí at evropearar hava ongantíð havt tørv á at gera nakað persónligt íkast at halda kirkjunum uppi, tað tók staturin sær av. Hervið er ikki sagt, at allir amerikanarar eru eins religiónsvinarligir. Stundum verður víst á, at fólk í suður og miðstatunum eru meiri trúgvandi enn fólk á eystur og vestursíðuni. Og munir eru millum samfelagsbólkar. Eitt nú eru onkrar kanningar ið geva ábending um, at høgt útbúgvin og intellektuell hella meiri til 'evropeiska' hugburðin. Tí kann vera taktiskt hjá Mitt Romney at ávara konservativa veljaran um, at USA 'ikki má gerast eitt annað Evropa'.
Nú kann sjálvandi verða freistandi at halda at evangeliski veljarin, ið traditionelt hevur verið tryggur veljaraskarið hjá republikanarunum, aftur hesaferð fer at velja virðiskonservativt - fyri strangari fosturtøkulógum og ímóti samkyndarættindum. Men fleiri eygleiðarar vísa á, at júst hetta veljarasegmenti kann førka seg. Serliga yngri evangeliskir veljarar eru meiri ørkymlaðir um eitt nú sosialan ójavna, fátækradømi og umhvørvisspurningar enn siðbundnar virðisspurningar. Bæði republikanarar og demokratar kunnu tí gera sær dælt av religiøsu dimensiónini í amerikonskum politikki við at tulka hana til sín fyrimun.