var ”úti í Grind”. Søgan um smiðjuna er hendan: Thomas Askham, sum stovnaði smiðjuna, varð føddur í Vági í 1865. Í 1882 flutti hann til Havnar og fór í smiðjulæru hjá »Smed Jensen« í Smiðjuni í Lítluvík [...] Lítluvík. Í 1889 flutti Thomas Asham til Leith í Onglandi, og búði har til hann í 1898 flutti heim aftur at búgva. Heimkomin var hann við til at byggja skipasmiðjuna í Vestmanna og á Skála. Í 1905 flutti hann [...] og fór at arbeiða í gomlu smiðjuni hjá Magnus Sivari »úti í Grind«. Í 1908 keypti Thomas smiðjuna frá Magnusi Sivari, og byrjaði sjálvur egna smiðju undir navninum »Askham's smiðja« Í 1942 broytti smiðjan
ymsar fyrilestrar. Fyrilesturin um grind og grindabýtið, sum verður hildin í vestasta grindaplássinum í landinum, er komin í lag í samband við, at Jóan Pauli Joensen er í ferð við at skriva bók um hetta evnið [...] klokkan 20.00 fer Jóan Pauli Joensen, professari, at halda fyrilestur í Pakkhúsinum í Bø. Fyrilesturin fer at snúgva seg um grind og grindabýti. Fyrilesturin er partur av røðini »Setrið á ferð« , har fólk [...] broytingar, sum gkørdar eru í hesum býtinum gjøgnum árini. Nevnt verður til dømis, at til fyri umleið 30 árum síðan, var býtið soleiðis, at grindamenninir ikki fingu størri part enn fólkið í økinum annars fekk
Rættarfundur var í Føroya rætti í dag, har amerikanska Susan Larsen varð avhoyrd í rættinum. Susan Larsen var ein teirra, ið varð handtikin mánadagin í Kalsoyarfirði, tá ein grind slapp. Hon er ákærd fyri [...] hjá Sea Shepherd í Føroyum, upplýsir fyri in.fo, at Susan Larsen noktar seg seka í ákærunum. Jógvan Páll Lassen vísir eisini á, at tað óvist hvat hendi mánamorgunin, tá Sam Simon var í Kalsoyarfirði. - [...] á morgni, og Sam Simon var av tilvild í Kalsoyarfirði, tá boðað varð frá grind. So av tilvild vórðu teir fyrstir hjá grindini. Orsøkin til, at Larsen varð avhoyrd í dag, var tí at hon skal av landinum 29
seinasta grindin legði beinini í Føroyum, so erpa Sea Shepherd fólkini í Føroyum sær av, at eingin grind er deyð hesar 41 dagarnar, sjóhirðarnir hjá Paul Watson hava verið í Føroyum og vart grindahvalin [...] fantastisku djórini í Norðuratlantshavi, skriva tey í fráboðan á Facebook. Nógv bendir á, at hesi fólk keða seg. Tey høvdu roknað við roki í Føroyum – helst tí tey halda, at grind verður dripin dagliga
Hann sigur, at við at láta sum onki, setir Løgtingið í veruleikanum føroysku fólkaheilsuna í vanda. Hann sigur, tískil hevur hann nú í nakrar mánaðir hugsa um at stevna Løgtinginum. Men hann sigur, at [...] føroysku fólkaheilsuna í vanda. Seinastu tíðina hevur Ingi Sørensen gjørt dúgliga vart við seg sum íðin mótstøðumaður ímóti grindadrápi. Og hann heldur, at Løgtingið setir fólkaheilsuheilsuna í vanda við at góðtaka [...] grindadrápið halda fram, hóast grind er so illa dálkað, at hon er heilsiskaðilig, spyr hann. - Hetta jú tað, Løgtingið ger við at skúgva heilsufakliga tilmælið um grind til viks, leggur hann afturat. Hann
Faber Isaksen í Kvívík helt seg vera fyrstan at boða frá grindini, sum stutt eftir døgurða í gjár legði beinini í Vestmanna. Faber Isaksen sá grindina úr køksvindeyganum í gjár, og ringdi beianvegin á [...] sjálvur hevur verið grindaformaður í fleiri enn 40 ár. Hann valdi tó ikki at gera meira við málið, hóast finningarfiskurin glapp honum av hondum. - Nei, eg eigi nóg mikið av grind. Og hesin maðurin, ið skuldi [...] skuldi fáa finningarhvalin, segði seg ikki eiga bitan av grind. So eg segði bara "vælgagnist tær", sigur Faber Isaksen. Hoyr samrøðu við Faber Isaksen við at trýsta á pílin undir myndini.
Í hesum døgum er føroyski tungmálsmbólkurin, Týr, á konsertferð í Amerika. Sunnudagin spældu teir fyri útseldari konsert í Montreal í Kanada, men tað vóru ikki bara fjepparar, ið møttu upp. Umboð fyri [...] ágangurin byrjaði, tá Heri Joensen, forsangari, legði eina mynd út av sær sjálvum, har hann skar grind upp í Hvannasundi. Hann hevur síðani tá óteljandi ferðir roynt at upplýst um grindadráp við vón um, at [...] einum mótmælistiltaki við endamálinum at fáa øll at boykotta Týr, inntil Føroyar at gevast at drepa grind. Sí videobrotið, sum "The Metal Voice" legði út av mótmælinum, her: Hetta er verri enn so fyrstu ferð
hevur verið so nógv grind í Vágum hetta summarið, var avgerð tikin um at merkja lítlu grindina hesa ferð. - Er tað soleiðis, at grindin er lítil, ella økið hevur fingið nokkso fitt av grind frammanundan, so [...] at vit hava í samráð við Náttúrugripasavnið valt at merkja hana. Vit bíða eftir Náttúrugripasavninum nú, og so fara vit at royna at fáa hana uppá land, sigur Gutte Guttesen, grindaformaður í Bø. Tað verður [...] Grindin í Vágum verður rikin til Bíggjar, har hon skal verða merkt fyri so at verða rikin út aftur. Umboð frá Náttúrugripasavninum er á veg til Bíggjar nú at merkja nakrar av hvalunum. - Grindin er so
sendararnar áfestar, sigur Havstovan. Henda merkingin er liður í eini nýggjari verkætlan á Havstovuni, har kaving, ferðing og útbreiðsla hjá grind, springara og bóghvítuhvali, skal samantvinnast við havfrøðiligar [...] pollinum aftur, hildu teir kósina norður ígjøgnum Djúpini. Haðani hildu tríggir springarar beina kós út í hellingina einar 35 fjórðingar norðanfyri, men ein springari er farin burturúr og meira eysturyvir. [...] fáa meiri kunning um útbreiðslu og atburð hjá hesum hvalasløgum. Ætlanin er framyvir at merkja bæði grind, springara og bóghvítuhval, og sendarar eru tøkir til endamálið, sigur Havstovan. Myndirnar eru frá
Beint eftir døgverða vóru grindaboð í Leirvíksfirði. Løgreglan sigur, at talan var um eina lítla grind. Men hon hvarv aftur, so teir mistu hana burtur og og nú eru teir givnir at leita eftir henni