Havnarmaðurin, Ingi Sørensen, umhugsar nú at stevna Føroya Løgtingi fyri at seta føroysku fólkaheilsuna í vanda.
Seinastu tíðina hevur Ingi Sørensen gjørt dúgliga vart við seg sum íðin mótstøðumaður ímóti grindadrápi.
Og hann heldur, at Løgtingið setir fólkaheilsuheilsuna í vanda við at góðtaka grindadráp, hóast vísindaligar kanningar hava staðfest, at grindin er so illa dálkað, at hon er ikki mannaføði.
- Hevur Løgtingið loyvi til at seta vísindaligar staðfestingar til viks og lata grindadrápið halda fram, hóast grind er so illa dálkað, at hon er heilsiskaðilig, spyr hann.
- Hetta jú tað, Løgtingið ger við at skúgva heilsufakliga tilmælið um grind til viks, leggur hann afturat.
Hann sigur, at við at láta sum onki, setir Løgtingið í veruleikanum føroysku fólkaheilsuna í vanda.
Hann sigur, tískil hevur hann nú í nakrar mánaðir hugsa um at stevna Løgtinginum.
Men hann sigur, at enn eru ongi ítøkilig stig tikin og hann heldur, at best hevði verið um tey vóru fleiri, sum høvdu stevnt Løgtinginum í felag.
Hann heldur, at einasta orsøk til, at politikarar onki gera, er, at teir tora ikki, tí teir stúra fyri at missa atkvøður.