Faber misti finningarhvalin

- Eg ringdi til politistøðina og fekk har at vita, at eg var fyrstur at boða frá grindini, sigur Faber Isaksen, ið fekk sum vátan frammaná, tá finningarhvalurin fór á aðrar hendur.

Faber Isaksen í Kvívík helt seg vera fyrstan at boða frá grindini, sum stutt eftir døgurða í gjár legði beinini í Vestmanna.

 

Faber Isaksen sá grindina úr køksvindeyganum í gjár, og ringdi beianvegin á politistøðina fyri at boða frá. 

 

- Eg ringdi til politistøðina og fekk har at vita, at eg var fyrstur at boða frá grindini, sigur Faber Isaksen, ið fekk sum vátan frammaná, tá finningarhvalurin fór á aðrar hendur.

 

Les eisini: 35 hval lagt beinini

 

Stutt fyri at seðlarnir komu út fekk Faber Isaksen at vita, at ein annar persónur skuldi hava finningarhvalin.

 

- Eg haldi tað vera langt úti, at man ikki kann stóla somikið uppá myndugleikarnar, at teir kunnu taka ímóti einum boðum, sigur Faber Isaksen, sum sjálvur hevur verið grindaformaður í fleiri enn 40 ár.

 

Hann valdi tó ikki at gera meira við málið, hóast finningarfiskurin glapp honum av hondum.

 

- Nei, eg eigi nóg mikið av grind. Og hesin maðurin, ið skuldi fáa finningarhvalin, segði seg ikki eiga bitan av grind. So eg segði bara "vælgagnist tær", sigur Faber Isaksen.

 

Hoyr samrøðu við Faber Isaksen við at trýsta á pílin undir myndini.