Náttúrugripasavnið á veg at merkja grindina

Grindin telur um 20 hval

Grindin í Vágum verður rikin til Bíggjar, har hon skal verða merkt fyri so at verða rikin út aftur. Umboð frá Náttúrugripasavninum er á veg til Bíggjar nú at merkja nakrar av hvalunum.

 

- Grindin er so mikið lítil, at vit hava í samráð við Náttúrugripasavnið valt at merkja hana. Vit bíða eftir Náttúrugripasavninum nú, og so fara vit at royna at fáa hana uppá land, sigur Gutte Guttesen, grindaformaður í Bø.

 

Tað verður mett, at grindin er um 20 hval, og eftir sum at har hevur verið so nógv grind í Vágum hetta summarið, var avgerð tikin um at merkja lítlu grindina hesa ferð.

 

- Er tað soleiðis, at grindin er lítil, ella økið hevur fingið nokkso fitt av grind frammanundan, so er møguleikin at merkja grindina. Tað er ynskiligt at merkja nakrar grindir fyri at kanna útbreiðsluøkið, sigur Bjarni Mikkelsen frá Náttúrugripasavninum.

 

Mannagongdin er soleiðis, at grindin verður rikin inn, og so verða 4-5 hvalir tiknir burtur úr, sum so verða merktir á landi. Teir fáa ein sendara boraðan í hornið. Uppá hendan mátan fær Náttúrugripasavnið funnið útav, hvussu og hvar grindin ferðast og hvørjum stovni hvalirnir, ið koma til Føroya, eru partur av.