Sea Shepherd-kvinna noktar seg seka

Amerikanska Susan Larsen, noktar seg seka í at hava brotið grindalógina.

Rættarfundur var í Føroya rætti í dag, har amerikanska Susan Larsen varð avhoyrd í rættinum. Susan Larsen var ein teirra, ið varð handtikin mánadagin í Kalsoyarfirði, tá ein grind slapp.


Hon er ákærd fyri at ikki hava lurtað eftir boðum frá løgregluni og ikki halda neyðuga frástøðuna frá grindaøkinum.


Jógvan Páll Lassen, ið er verji hjá Sea Shepherd í Føroyum, upplýsir fyri in.fo, at Susan Larsen noktar seg seka í ákærunum.


Jógvan Páll Lassen vísir eisini á, at tað óvist hvat hendi mánamorgunin, tá Sam Simon var í Kalsoyarfirði.


- Tað er ivasamt hvat hendi. Tað eru ymiskar frágreiðingar, og ymiskt hvat fólk hava sæð. Hetta henda tíðliga á morgni, og Sam Simon var av tilvild í Kalsoyarfirði, tá boðað varð frá grind. So av tilvild vórðu teir fyrstir hjá grindini.


Orsøkin til, at Larsen varð avhoyrd í dag, var tí at hon skal av landinum 29. juli. Hennara pass varð tikið frá henni, tá hon varð handtikin, men nú avhoyringarnar eru lidnar, sleppur hon av landinum aftur.


Kanningararbeiðið hjá løgregluni er enn ikki liðugt, so enn er óvist hvønn straff ákæruvaldið fer at krevja.