hon heldur ikki arbeitt sum journalistur seinastu tvey árini. - Men eg havi nógv hugskot, sum eg kundi hugsað mær at arbeitt við. Men nú skulu vit fyrst hava hetta frá hondini, og so fari eg niður aftur til [...] hugsað um tað í hesum sambandi. - Eg havi altíð verið rættiliga málrættað. Men seinastu árini eri eg vorðin alt meira tilvitað um, at seti eg mær eina deadline, so fokuseri eg upp á at røkka henni, sigur Tórunn [...] fátækradømi og broytingar í altjóða politisku myndini. - Eg havi altíð hildið Clinton vera spennandi. Havi ikki lisið so nógv av honum fyrr, men havi altíð sett hann í bás stórar menn sum Gorbatjov og Mandela
Fyrstu ferð eg hoyrdi navnið Harry Potter, helt eg tað var ein poppstjørna. Men sum Hodja, so bleiv eg klókari...men hvussu ert tú, Gunnar, komin tær uppí alt hatta hóvastákið við Harry Potter? Eg hyggi av [...] fráliðið. Fyrsta Potter-bókin kom í 1997, eingin veit, hvussu verður mett um 10 ár. Sjálvur havi eg ongantíð verið nakað serliga tikin av H. C. Andersen og Lisu í Leikalandi ella øðrum av sama slagi, har [...] grundtónin er ótryggleiki og ótti: Hvat vilja tey, at eg skal gera, hvussu skal eg gera rætt móti øðrum og móti mær sjálvum? Er hetta ein barnasøga, ella...? Eg meini so við, var hetta ein filmur, og Filmseftirlitið
uttan mat, tá ið hon hevði hug. - Eg havi ikki kent á mær, at eg havi gingið sv(a)ong, men onkuntíð er tað komið fyri, at eg eri blivin svimbul út á dagin, tí eg havi ikki etið nakað í longri tíð. Alt [...] stórur. - At eg eri blivin lættari hevur eisini gjørt, eg eri full av orku og kann venja nógv. Eg var byrjað at fáa trupulleikar í øðrum knænum, tí eg var so tung. Tað merkti eg, tá eg hevði arbeitt ein heilan [...] hevur at siga. Men eg eri glað fyri, at eg tók hetta stigið, og eg havi ikki angrað tað eina løtu. Eg skuldi bara havt gjørt tað fyri langari tíð síðani, og nú skilji eg ikki, hví eg ikki gjørdi tað, sigur
soleiðis frá: ? Sum eg havi skilt tað, so gongur ikki so væl hjá Universal fyri tíðina, og tískil vórðu fólk uppsøgd, og onnur søgdu upp av sínum eintingum. Ein av teimum, sum eg havi arbeitt nógv saman við [...] Føroyum við jøvnum millumbilum. ? Eg stórtrívist her, men tað er altíð gott at fara heim at heilsa upp á familjuna. Og tey koma eisini niður at vitja meg skjótt, so tað gleði eg meg til, sigur Guðrun Sólja Jacobsen [...] við, segði upp og gjørdi av at stovna sítt egna plátufelag, og so valdi eg at fylgja við honum. Hetta er eitt plátufelag, sum eitur My Way Music, og tað fer so at standa aftan fyri aðru útgávuna hjá Guðruni
Kleinert vendi sær til hana, og bað um loyvi at geva eitt úrval av hennara yrkingum út á týskum. - Eg skilti ongantíð heilt, hvaðan hesin nýggi áhugin fyri mínum yrkingum stavaði. Men hetta er avgjørt stuttligt [...] áhuga. - Tað er nakað lætt og fínligt yvir yrkingunum hjá Guðrið ein máti at mana fram hugløg, sum eg ikki havi sæð hjá øðrum føroyskum yrkjarum. Eisini hevur hon eini serlig evni at seta gerandisfyribrigdi [...] hevði hon ikki sjálv tær stóru ambitiónirnar við síni yrking. - Tíðirnar vóru øðrvísi tá, og eg sá tað nokk ongantíð av álvara sum ein møguleika at gerast høvundur burturav. Kanska tað hevði verið øðrvísi í
sær sjálvum í frítíðini. - Eg arbeiddi á Elektron, men fekk hug at royna okkurt heilt annað. Eg leyp bara útí tað, og eg havi ongantíð angrað síðan. Hvaðani tað kemur frá, veit eg ikki. Abbi mín hevði góðar [...] at hanga saman. Eg hevði góða løn, men treivst ikki. So fór spurningurin at troka seg á: Hvat gerst tú her? So segði eg upp, uttan eg rættiliga visti, hvat eg kastaði meg út í. Men eg trúði uppá, at okkurt [...] og eg havi gjørt mær stóran ómak at velja út. Tað er best, tá teir akkurát hava skotið í grótbrotinum. Menninir har suðuri hava verið ótrúliga hjálpsamir og hava eisini rist mær grótið út, tá eg eri komin
landsstýrisfólkunum. Neyðugt við brekpolitikki Nú Almannamálaráðið hevur fingið hesa uppgávu á økinum, havi eg sum landsstýriskvinna á økinum ætlanir at lata gera ein brekpolitikk við heilt greiðum málum, ið [...] lógini. Tá eg tók við sum landsstýriskvinna var tað serliga eitt sum undraði meg stórliga, og sum harmaði meg almikið, at landsstýrisfólk bókstavliga skuldu blástempla børn av landinum. Eg setti mær fyri [...] . Í 2011 tá eg tók við sum landsstýriskvinna vóru tað 25 børn, sum vóru send á stovn í Danmark. Í dag er tað millum heilt fá og onki barn, sum er á viðgerarstovni í Danmark. Gaman í eri eg greið yvir,
upployst, kann eg finna mær onnur fólk at samstarva við, sigur hon. - Men eg skal finna mín nýggja stíl, og eg ætli mær at smíða, meðan jarnið er heitt. Eg ætli mær at brúka tær kontaktir, sum eg havi fingið í [...] samstarvið heldur steðga. - Eg eri als ikki firtin inn á Sony, sjálvt um eg haldi, at teir skuldu havt satsa meira uppá okkum. Vit hava einki umboðsfólk havt, og tí hava vit arbeitt tætt saman við Sony, og [...] karrieru í Noregi. - Tað var eitt stórt upplivilsi at verða við í Grace. Eg upplivdi eina rúgvu, kom at kenna meira til tónleikaheimin og havi møtti nógvum spennandi fólki. Men tað bar ikki til at halda fram,
bøkur eftir Beatleskennaran Carsten Jørgensen. - Hann hevur tó ongantíð verið í Liverpool, so eg hugsaði, hvat skal eg so gera har. Men eg vildi hava ein tøkning við, tí upptøkur skuldu gerast á ymsu støðunum [...] um bólkin, so hevur hugsanin ofta lúrt, um hann kanska hevði klárað at sagt søguna líka væl. - Eg haldi, eg hevði torað at melda til eina spurnarkapping um The Beatles, sigur Suni. Dreym til veruleika Í [...] har John Lennon vaks upp og har mamman bleiv yvirkoyrd skamt frá. Tað var júst, sum tær myndirnar eg havi sæð í bókum, sigur Suni. Pauli er samdur. Húsini hjá mostur John, har hann vaks upp, søgdu nógv.
gagnar okkum øllum. *** ##med7## Tá eg kom aftur úr Etiopia møtti eg manni mínum Teiti. Honum havi eg lært nógv av. Eitt, sum eg havi tikið til mín, er hetta, sum eg havi hug at deila við tykkum í dag. Tá [...] varð slept. Tað var bara eitt eg visti - ella faktiskt tvey: Eg skuldi so langt burtur sum gjørligt. Og eg skuldi ongantíð blíva politikari. Eg føldi, at eg stóð á berum. Eg skuldi taka eina avgerð, sum [...] avgerðin ávirkar heildina. Eg ætlaði mær ongantíð at búgva í Føroyum. Men her eri eg. Eg ætlaði mær ongantíð at blíva politikari. Men eg lívið lagaði seg soleiðis, at tað bleiv eg. Í øllum førum akkurát nú