Guðrun við coverløgum

Hóast Guðrun Sólja Jacobsen ikki hevur verið so øgiliga nógv frammi í seinastuni, so merkir tað ikki, at hon hevur ligið á latu síðuni í Danmark. Hon er júst farin undir fyrireikingararbeiðið til eina nýggja fløgu, sum væntandi kemur út í heyst

Guðrun Sólja Jacobsen fer at geva eina fløgu afturat út. Talan er um eina fløgu við sokallaðum "coverløgum", sum eftir ætlan skal koma út í heyst. Og so verða tríggir ella fýra sangir við eisini, sum Guðrun sjálv hevur gjørt.
Guðrun sigur, at arbeiðið við at fyrireika fløguna so smátt er farið í gongd. Hon skal hitta ein framleiðara, har tey fara at tosa um, hvørji løg møguliga skulu við á fløguna. Av tí at hon ikki hevur tosað við framleiðaran enn, so dugir hon ikki at siga, hvat fyri løg talan fer at verða um.
Men Guðrun gleðir seg til at sleppa í studio aftur. Hon hevur skift plátufelag nú og er sostatt ikki longur hjá Universal. Orsøkina til skiftið greiðir Guðrun soleiðis frá:
? Sum eg havi skilt tað, so gongur ikki so væl hjá Universal fyri tíðina, og tískil vórðu fólk uppsøgd, og onnur søgdu upp av sínum eintingum. Ein av teimum, sum eg havi arbeitt nógv saman við, segði upp og gjørdi av at stovna sítt egna plátufelag, og so valdi eg at fylgja við honum.
Hetta er eitt plátufelag, sum eitur My Way Music, og tað fer so at standa aftan fyri aðru útgávuna hjá Guðruni.
Roynir sítt flog
Guðrun sigur, at tað er ikki nøkur heilt serstøk orsøk til, at hon hevur valt at geva coverløg út.
? Hin fløgan var jú næstan bara nýggj løg, og nú hevði eg so hug at royna meg við hesum, so fáa vit at síggja, hvussu tað fer at ganga, sigur hon og ásannar samstundis, at tað allarhelst fer at krevja munandi størri orku at fáa eyguni hjá fólki upp fyri hesari fløguni, tí hin kom í kjalarvørrinum av Stjørna í eitt kvøld.
Guðrun hevur onki arbeiði til dagligt, so hon hevur góðar stundir at arbeiða við løgum og sanginum. Eisini fæst hon við eitt sindur av stuttleikamáling. Hon viðgongur tó, at sum nú er, ber illa til hjá henni at liva av tónleikinum, men tað er málið hjá henni.
? Tað eru ikki so nógv boð eftir mær fyri tíðina, men móti sumri verður aftur meira, sigur hon.
Men hon keðir seg kortini ongantíð. Og eitt tað fyrsta hon hevur ætlanir um nú er at taka sangundirvísing. Hon vil læra seg at nýta røddina betur og at passa betur upp á hana. So fyri tíðina leitar hon eftir einum lærara.
Guðrun er eisini heima í Føroyum við jøvnum millumbilum.
? Eg stórtrívist her, men tað er altíð gott at fara heim at heilsa upp á familjuna. Og tey koma eisini niður at vitja meg skjótt, so tað gleði eg meg til, sigur Guðrun Sólja Jacobsen í telefonin úr Amager, har hon hevur eina íbúð.